mánadagur 15. november 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. november · Nr. 159
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Tann siðiligi og væl funderaði
høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi
er skjótur at geva øðrum lut í
heiðurinum, nú hann er valdur
ársins venjari av hinum venjarunum,
liðskiparunum og ítróttarpressuni.
– Tann fyrsti maðurin sum eg havi
hug at nevna er hjálparvenjarin,
Finnbjørn Zachariasen. Finnbjørn
er maðurin, sum eg havi sparrað
við í alt ár, og vit hava eina ótrúliga
góða kemi. Finnbjørn hevur verið
sera týðindi fyri meg. Eg vil eisini
nevna formannin í EB/Streymi,
Rólant Højsted, sum eisini hevur
verið góður at sparra við, og
hevur altíð lagt oyra til og tikið til
eftirtektar tað sum vit ynska, og
hevur altíð hjálpt tað hann kann,
slær Heðin Askham fast, tá vit
seta honum stevnu undir Fjalli í
vesturbýnum í Havn.
Tað sosiala hevur
eisini týdning
Heðin undirstrikar eisini, at lið
leiðarnir, massørarnir og fysio
terapeutarnir hava eisini sín stóra
lut í teimum úrslitunum, sum EB/
Streymur hevur rokkið. – Hini
sum ganga rundan um okkum við
Margáir hava eisini ógvuliga nógv
at siga í tí smáa. Køkurnar hava
fingið nógva umrøðu, men tær
hava eisini havt nógv at siga fyri
hópin, sum ein savningarmiðdepil,
aftaná venjingar í vikuni. Árið hjá
okkum hevur verið ógvuliga gott
sosialt, greiðir Heðin sannførandi
frá, eisini fyri at leggja herðslu á, at
tann parturin hevur stóran týdning,
tá um eitt fótbóltslið ræður. – Eg
haldi avgjørt, at alt hetta smittar
av út á vøllin.
Frástøðan er ein avbjóðing
Neyvan er tað nakað fótbóltsfelag
í Føroyum, sum fevnir so víða, tá
talan er um eitt landafrøðiligt økið.
Spælarar og viðhaldsfólk strekkja
seg líka úr Kollafirði norður gjøg
num alt Sundalagið, og líka til
Gjáar. – Henda frástøðan gevur eina
eyka avbjóðing. Tú kanst ikki bara
kalla mennirnar inn í tíð og ótíð. Tá
ein leggur venjingartíðir til rættis,
so má ein veruliga halda hesar
venjingartíðirnar. Tá vit spæla
dystir, so savna vit spælarnar fimm
korter áðrenn dystarbyrjan, meðan
feløgini í Havn brúka meir leistin,
at spælarnir allir eta saman, og so
hvíla teir aftaná máltíðina. Men
hetta ber illa til við Margáir, tí vit
hava ikki nakað rúm, har spælarnir
kunnu hvíla seg. Spælarnir eta,
fyrireika seg og hvíla heima, og
møta so við Margáir fimm korter
áðrenn dystarbyrjan.
Góður uppbakningur
Heðin er hugtakin av tí stóra
felagsandanum, sum er í EB/
Streymi: Eg haldi, at stuðulin til
felagið er sera stórur, og tað eru
veruliga nógv fólk, sum hava eitt
tilknýtið til felagið. Hesi arbeiða
øll hart í felagnum, tað er veruliga
eitt stórt tól sum skal til, fyri at fáa
EB/Streym at koyra. Og eg haldi
veruliga, at tær góðu kreftirnar
har norðuri, eru veruliga góðar,
staðfestir ársins venjari, sum ikki
sparir uppá rósirnar til øll tey sum
geva sítt íkast til, at tað gongst EB/
Streymi væl.
Spæla álopsinnaðan fótbólt
Heðini dámar eisini væl hugsanar
háttin hjá sundalagsfólki, tá um
fótbólt ræður: Vørumerki hjá
EB/Streymi er at teir spæla veru
liga góðan fótbólt. Eg havi eisini
veruliga lagt mær í geyma at fram
ala gott fótbóltspæl, og at spæla
álops kendan fótbólt, greiðir Heðin
frá, og hann dylur ikki, at hann
stórtrívist í einum umhvørvi, sum
hevur eina so grundleggjandi,
jaligan fótbóltshugburð. – Vit vilja
gjarna spæla høgt uppi á vøllinum,
og spæla tann fótbóltin, sum
áskoðarnir dáma at hyggja eftir. Tað
er hugsandi, at tað sum hevur tømt
fleiri áskoðaraskýli í Føroyum er, at
fleiri lið spæla alt ov verjukendan
fótbólt, og tað eru eisini ógvuliga
fá, sum tíma at hyggja eftir slíkum
fótbólti. Heðin dylur ikki, at hann
deilir hesa fatanina, og at tað er
einki so keðiligt, sum at fara til ein
fótbóltsdyst, har bæði liðini grava
seg niður. – Og so eru tað hesir
dystirnir við longum bóltum, tað er
næstan sum at hyggja eftir einum
tennisdysti, slær àrsins venjari
fast. – Sjálvur vil eg spæla fótbólt
við góðum sendingum, og liggja
høgt uppi á vøllinum! Komandi
fríggjadag klokkan 15.15 verður ein
longri útvarpssamrøða við Heðin
Askham á Ràs2.
heris@sosialurin.fo
Hoyr samrøðuna við Heðin Askham
á Rás2 fríggjadagin klokkan 15.15
Hilmar Jan Hansen
Undan Grand Prixkappingini
í Abu Dhabi, sum er høv
uðsstaður í Sameindu Arabisku
Emiratunum, høvdu fýra mans
møguleikan at gerast heims
meistari. Av teimum hevði
Fernando Alonso í Ferrari
besta møguleikan, tí endaði
hann millum fýra teir fremstu,
var
hann
heimsmeistari.
Hinir vóru Mark Webber og
Sebastian Vettel, báðir í Red
Bull, og Lewis Hamilton í
McLaren.
Tá avtornaði, meiri ella
minni klossaði Alonso alt
burt ur, so hann endaði á ein
um sjeyndaplássi, ið altso
var trý pláss frá heims meist
araheitinum. Tað var heldur
ikki, fyrr enn boð ini komu um
hansara sjeynda pláss, at tey í
Red Bull kundu fegnast.
– Ótrúligt! Eg elski tykkum,
segði Sebastian Vettel, meðan
sjónvarpsmyndirnar
vístu,
hvussu hann við grátinum í
hálsinum tók seg til høvdið,
tá Red Bullverkfrøðingurin,
Christian
Horner,
umvegis
samtaluanleggið gav honum
eittans orðið í oyruni: Welt
meister!
Dramatikkur
Tann bert 23 ára gamli Vettel,
sum tíggju ferðir í ár er
byrjaður í »pole position«,
var tryggur í hesi seinastu
kapp koyringini,
og
honum
nýttist ikki at taka nakrar
kjansir. Sostatt endaði hann
sum yngsti heimsmeistarin
nakrantíð,
bara
fýra
stig
framman
fyri
Fernando
Alonso, og samstundis gjørd
ist Red Bull eisini saman
lagdur heimsmeistari fyri kon
struktørar.
Tað var annars um reppið, at
kappkoyringin í Abu Dhabi fór
í søguna fyri nakað heilt annað,
tí longu í fyrsta umfarinum
var ein sorgarleikur á gáttini,
tá sjeyfaldi heimsmeistarin,
Michael
Schumacher,
varð
árendur av Vitantonio Liuzzi.
Bert fáir sentimetrar gjørdu, at
Schumacher ikki – bókstaviliga
talað – fekk høvdið kvett av, tá
bilurin hjá Liuzzi kom inn yvir
bilin hjá týskaranum.
Henda dramatiska hending
spældi kortini væl av, og
Michael Schumacher slapp
frá hendingini uttan stórvegis
mein. Tí verður tað ítrótturin,
ið tekur yvirskriftirnar hesa
ferð, og tað kunnu so øll
fegnast um.
Best tá tað taldi
Á
tíðindafundinum
aftaná
var nýkosni heimsmeistarin
framvegis fámæltur, og tað
skiltist á øllum brøgdum, at
hann kanska enn ikki til fulnar
hevði fatað, at hann hevði
vunnið HM í Formel 1 upp á
tann mátan, allir kappkoyrarar
ynskja tað – við sigri í allar
seinastu kappingini.
– Eg eri málleysur. Eg visti
framvegis ikki, um tað helt, fyrr
enn eg fekk rópið í oyrasnigilin
um, at eg var heimsmeistari,
segði Sebastian Vettel, ið so
smátt tordi at fegnast uppaftur
meira:
– Hetta hevur verið eitt
øgiliga
hart
kappingarár,
bæði fyri meg sjálvan og lið
ið, og nógv hevur staðið á,
bæði kropsliga og sálarliga.
Og hóast vit hava trúð upp
á møguleikan, so er tað altso
heilt fantastiskt, at eg hetta
kappingarárið bara skuldi vera
á odda ta einu ferðina – og tað
var nú, tá tað veruliga taldi.
Millum teirra, ið bert hava
rósur at bera Vettel, nú enn
eitt kappingarár er av, er 41 ára
gamli landsmaður hansara,
Michael Schumacher, ið eftir
skelkandi
dagin
dugdi
at
samgleðast við Vettel, sum
bert er annar týskarin – aftan
á Schumacher – sum er Formel
1heimsmeistari.
– Eg eri sera fegin hansara
vegna, tí hetta hevur eitt hart
ár hjá honum. Men hann hevur
uppiborið tað, tí hann er ein
stórur kappkoyrari og ein
fantastiskur persónur, segði
Schumacher.
hilmarjan@sosialurin.fo
Vettel nýggjur
heimsmeistari
KappKoyring Kappingarárið
í Formel 1-kappkoyring fekk
ein spennandi og dramatiskan
enda í Abu Dhabi, har tað endaði
við, at 23 ára gamli týskarin,
Sebastian Vettel, gjørdist yngsti
heimsmeistari nakrantíð
Heðin vil leypa á
fótbóltur Ársins venjari, Heðin Askham hevur havt
eitt gott fótbóltsár, har hann hevur vunnið steypagull
og silvur í landskappingini, umframt at hava góð úrslit
við U-21 landsliðnum. Álopsfótbóltur er vørumerki.