Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. november 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 15. november · Nr. 159 Sosialurin Ítróttarblaðið Rólant Waag Dam Tað er ein sera ungur hópur, Brian Kerr hevur valt sær til venj­ ingardystin í móti Skotlandi í annað kvøld. Jónhard Frederiksberg er 30 ár, men annars er ikki ein tann einasti leikari eldri enn 30 og bara seks mans í hópinum eru omanfyri 25 ár. Yngsti leikarin er 19 ára gamli Jóan Símun Edmundsson og næstyngstur er 20 ára gamli Erling Jacobsen. Síðani eru fýra 21 ára gamlir mans og tríggir 22 ára gamlir. Altso tilsamans níggju leikarar undir 22 ár. Miðalaldurin á hópinum er 23,7 og tað er ógvuliga ungt. Samanbera vit við tann hópin, sum fekk javnt móti Norður Írlandi seinast føroyska landsliðið spældi, so er liðið yngt fleiri ár. Eingin av teimum seks, sum eru skiftir út í mun til nýggjasta hópin, var undir 24. Hinvegin vóru bæði 40 ára gamli Jákup Mikkelsen, 36 ára gamli Egil á Bø og 32 ára gamli Fróði Benjaminsen við, og tað hækkar miðalaldurin rættiliga fitt. Miðalaldurin á liðnum tá var 26,4, og sostatt er landsliðið yngt knapliga trý ár. Hóast fleiri av ungu føroysku monnunum longu nú hava nógvar dystir í skjáttuni, so slepst ikki undan um, at landsliðið er munandi óroyndari hesaferð enn seinast. Tá Jákup Mikkelsen og Fróði Benjaminsen ikki eru við, minka landsdystarroyndirnar við fleiri enn 120 landsdystum. rolant@sosialurin.fo Rólant Waag Dam Í gjár vóru 7000 atgongumerki seld til venjingardystin, Skot­ land spælir móti føroyska landsliðnum í morgin. Millum áskoðararnar teljast umboð fyri fleiri feløg, sum halda eitt vakið eyga við føroysku leikarunum. – Tann møguleikan skulu okkara leikarar gagnnýta. Og hvat hevði tað ikki verið fan­ tastiskt, um tveir ella tríggir leikarar fáa ein sáttmála burt­ ur úr hesum. Eg veit frá mínum keldum, at tað er stórur áhugi fyri dystinum og at fleiri um­ boð koma at hyggja, nú leik­ ararnir stóðu seg so væl í móti Norður Írlandi, greiðir Brian Kerr frá. Sera stóran týdning Onkur vildi kanska hildið, at tað var óneyðugt við einum slíkum dysti nú kappingarárið var av, leikararnir treingja til ein steðg og at einki stig stendur upp á spæl. Brian Kerr valla verið meiri ósamdur við hesum sjónarmiðnum. – Allir altjóða dystir eru av týdningi. Ikki minst hjá okkum, sum hava so fáar venj­ ingardystir. Hjá leikarunum er eisini nógv at spæla fyri persónliga. Harumframt kunnu ungu og óroyndu leikararnir fáa sær eitt sindur av altjóða landsdystarroyndum, sigur Brian Kerr. Hann vísir á, at steðgurin í Vodafonedeildini er ov langur eftir hansara tykki, tá tað ganga fleiri mánaðir frá at landskappingin er til ein nýggj byrjar. Tí setir hann stóran prís upp á teir møguleikar, hann fær at síggja leikararnar í dysti og undir venjing. Eru væl fyri Brian Kerr var á vøllinum saman við leikarunum sunnu­ dagin. Og hóast føroyska kapp­ ingin er av fyri tíð síðani, so er formurin ikki farin enn. – Leikararnir eru væl fyri. Teir stóðu seg væl undir venj­ ing og vísa sum heild tann rætta hugburðin. Eg havi tikið fleiri, sum hava staðið seg væl á U21­landsliðnum og í landskappingini við.Og tað er heldur eingin ivi um, at ungu menninir eru nóg góðir til altjóða støði. Teir vanta bara eitt sindur av royndum, men tað fáa teir nú, sigur Brian Kerr. Væntar eitt gott avrik Spurningurin er so, hvat Brian Kerr væntar sær av ungu monn unum og restini av hóp­ in um? – Eg vænti mær, at leik ar­ arnir geva eitt gott avrik. Besti dysturin á útivølli, vit hava spælt, var í móti Estlandi. Fáa vit eitt avrik, sum minnir um tað, so er tað gott, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari. Skulu gagn­ nýta møgu­ leikan Fótbóltur Venjingardystirnir hjá landsliðnum eru ógvuliga fáir í tali og tí fegnast Brian Kerr um møguleikan, hann og lið hansara fær í móti Skotlandi. – Og eftir góða úrslitið móti Norður Írlandi, er tað stórur áhugi fyri dystinum. Tann møguleikan skulu leikararnir gagnnýta, sigur landsliðsvenjarin Leikararnir, sum eru í Skotlandi, men spæla uttanfyri Føroyar: Gunnar Nielsen, Tranmere Rovers 24 ár Helst yngsta lands liðið nakran tíð Fótbóltur Føroyska liðið, sum í annaðkvøld tekur dystin upp við skotar í annaðkvøld, er ivaleyst tað yngsta, ið nakrantíð hevur umboðað Føroyar á hægsta altjóða støði. Níggju mans eru 22 ella yngri Unga landsliðið: 19 ár Jóan Símun Edmunds­ son 20 ár Erling Jacobsen 21 ár Christian R. Mouritsen 21 ár Rógvi Baldvinsson Ålgård 21 ár Rógvi Poulsen 21 ár Pól Jóhannus Justinus­ sen 22 ár Levi Hanssen 22 ár Jóhan Troest Davidsen 22 ár Bogi Løkin 23 ár Jónas Þór Næs 24 ár Tórður Thomsen 24 ár Gunnar Nielsen 26 ár Jann Ingi Petersen 27 ár Hjalgrím Elttør 27 ár Daniel Udsen 28 ár Atli Gregersen 28 ár Christian L. Holst 30 ár Jonhard Frederiksberg