mánadagur 15. november 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. november · Nr. 159
28
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge - Liverpool
David Fairclough royndi í síni
tíð sum virkin Liverpool leikari,
at vinna enska meistaraheitið,
Champ ions League, Uefa Cup og FA
cup. Í dag langt millum steypiniog
vit hava spurt David Fairclough
hvat hann væntar sær av nýgju
eigarunum.
Tað fyrsta nýggju eigararnir
skulu gera, er at vísa at teir eru
áhugaðir í at styrkja hópin og betra
um núverandi støðuna. Felagið er
ikki í eini góðari støðu, men broyttu
eigaraviðurskiftini koma at hava ein
positiva ávirkan á liðið, sum stríðist
við sjálvsálit í løtuni. Vit hava brúk
fyri nýggjum leikarum helst longu
í januar flytingareyganum, sigur
David Fairclough, tá vit spyrja hann
um nýggju eigaraviðurskiftini.
Liverpool hevur ikki vunnið
enska meistaraheitið í yvir 20 ár
og fleiri viðmerkjarar og fótbólts
serfrøðingar hava givið væntandi
áskoðarplássunum á Anfield ein
part av skyldini. Anfield hevur
góð 45.400 siti pláss, meðan eitt
nú Manchester United hevur pláss
fyri 76.000 áskoðarum. Tað gevur
Manchester United eitt væl betri
fíggjarligt grundarlag.
Eg haldi ikki ein nýggjur leikvøllur
er tað týdningarmiklasta. Vit hava
eitt nóg stórt inntøkugrundarlag
til at flyta felagið frameftir í løtuni.
Trupulleikin
undir
fyrrverandi
eigarunum var, at alt yvirskotið
fór til at gjalda rentur. Tað er eisini
ivasamt, um vit høvdu klára at fylt
ein nýggjan leikvøll við pláss fyri
60 – 65.000 áskoðarum. Fyrst og
fremst skal hópurin styrkjast og
um tað byrjar at ganga felagnum
væl, og fólk tíma at hyggja eftir
Liverpool aftur, so hava vit brúk
fyri einum nýggjum leikvølli, sigur
David Fairclough.
Í dystinum ímóti Stoke leygar
kvøldið byrjaðu nøkur Liverpool
viðhaldsfólk at syngja “Dalglish,
Dalglish”. Fleiri viðhaldsfólk hava
givið sína meining til kennar at tey
eru ikki nøgt við arbeiði hjá nýggja
venjarunum, Roy Hodgson.
Eg meti at hann er betri enn
úrslitini vísa í løtuni, og tað hava
verið nógvir trupulleikar við at fáa
allar leikararnar klárar eftir HM
endaspælið. Umframt tað, so hava
tað eisini verið nógvir landsdystir,
so Roy Hodgson hevur ikki fingið
stundir til at arbeiða við sínum
hugskotum. Hinvegin, so eru tað
ongin umbering fyri at liggja undir
niðurflytingarstrikuni, sigur David
Fairclough, greiður á málinum.
David Fairclough, sum var í
Føroyum síðsta summar við Liver
pool Legends, spældi 154 dystir
fyri Liverpool og skoraði 54 mál.
Hann spældi í tíðarskeiðinum
1974 til 1983 og tá vann Liverpool
enska meistaraheitið seks ferðir og
tríggjar ferðir vunnu teir Europa
Cup, sum í dag eitur Champions
League. Men hvussu er tað so fyri
eina lokala Liverpool legendu,
at síggja Liverpool stríðast móti
niðurflyting?
Tað er altíð hart at tapa, men tað
er eyka hart at tapa ímóti tínum
grannum og samstundis enda
undir niður flytingarstrikuni. Í eini
granna uppgerð vilja viðhaldsfólkini
síggja leikarar stríðast og berjast
fyri sakini, tað sóu vit ikki Liverpool
gera og tað er hart at viðurkenna.
Tað er pínu fult, at síggja Liverpool
í núver andi støðu, sigur David Fair
clough tungur á málinum.
Hvar heldur so David Fairclough
at Liverpool er á veg. Er botnurin
náddur ella kann tað enda so
rívandi gali, at Liverpool kann flyta
niður?
Eg rokni við, at vit hava sæð tað
ringasta av Liverpool nú. Sjálvur
vænti eg ikki, at Liverpool fer at
kempa um niðurflyting, men stiga
talvan lýgur ikki. Liðið stríðist
við at innrætta seg eftir nýggja
venjarunum, umframt at sjálválitið
er lágt í løtuni. Fólk í Liverpool eru
bjartskygd av natúr og tað eri eg
eisini. Eg trúgvi at framtíðin hjá
Liver pool er bjørt, sigur David Fair
clough at enda.
Sosialurin hitti David Fairclough
á Goodison Park til dystin móti
Everton stutt eftir, at Liverpool
hevði fingið nýggjarar eigarar.
Liver pool tapti 20 og lá næstniðast
á stiga talvuni. Tað er vánaligasta
avrik í eina hálva øld.
Liverpool liggur í dag á einum 11.
plássi, trý stig frá niður flytingar
strikuni og 12 stig frá fyrsta
plássinum. Liðið hevur eftir 13
dystir eina negativa málskoru upp á
minus 4. Í vikuskiftinum taptu teir
20 ímóti Stoke. Trýstið á venjaran,
Roy Hodgeson, veksur fyri hvønn
dyst Liverpool ikki vinnur.
trondur@sosialurin.fo
David Fairclough:
Liverpool tørvar
nýggjar leikarar
PREMIER LEAGUE Tað sigur fyrrverandi Liverpool framherjin í samrøðu við Sosialin. Hann er spentur
upp á nýggju eigararnar, men metir ikki at nýggjur leikvøllur er eins átroðkandi og nýggir leikarar. Og so
kunnu Liverpool viðhaldsfólk fegnast um, at tað verður ikki verri enn tað er í løtuni sambært honum.
David Fairclough
Føddur: 5. januar 1957 (53ár)
Føðistaður: Liverpool
Feløg:
Liverpool: 1974-83, 154 dystir – 55 mál
Luzern: 1983-84, 20 dystir – 5 mál
Norwich: 1985, 2 dystir, 0 mál
Oldham: 1985-86, 17 dystir, 1 mál
Beveren: 1986-89, 70 dystir – 14 mál
Tranmere Rovers: 1989-90, 14 dystir – 1 mál
Wigan: 1990-91, 7 dystir – 1 mál
David Fairclough er framvegis virkin í Liverpool, har
hann arbeiðir sum viðmerkjari á sjónvarpsrásini hjá
Liverpool, LFCTV. Umframt tað, so er hann eisini virkin í
Liverpool Legends, sum eitt nú vitjaðu í Føroyum síðsta
summar.
Hann er eisini kendur undir heitinum, »Super Sub«.
Eitt heitið, ið norski Manchester United framherjin,
Ole Gunnar Solskjær, seinni yvirtók. Tí verður hann av
Liverpool viðhaldsfólkium róptur »The Original Super
Sub«.
Fakta
Liverpool toymið
framvegis í
tungum sjógvi
Mynd: Polfoto