mánadagur 15. november 2010síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. november · Nr. 159
42
Sosialurin
Theodor E. D. Olsen
Sangleikir verða eisini kallaðir
musi cals.
Orðið musical er eitt lýsingar
orð og er ein stytting fyri musi cal
comedy – ein tónleikalig skemti
søga.
Musicalirnar eru í ætt við operur
og operettur. Operetturnar vóru
ofta skemtiligar og vórðu ofta
hildnar at vera undirhald fyri ta
breiðu fjøldina.
Showboat frá 1927 verður roknað
sum tann fyrsta veruliga muscalin
og ein fyrimynd hjá komandi
sangleikum av hesum slagi. Ein
hornasteinur í musicalsøguni.
Annars hornasteinurin verður
ofta hildin at vera Oklahoma, ið
sá dagsins ljós í 1943. Hetta var
tann fyrsta musicalin, har sangur,
dansur og sjónleikur vórðu sett
saman, soleiðis sum vit kenna tað
í dag. Triði hornasteinurin í musi
cal søguni verður mangan mett at
verða sangleikurin Hair frá 1968, ið
við síni ungdómsmentan og rokk
tónleiki breyt upp úr nýggjum.
Smátt gerst stórt
Felags fyri flestu musicalir er, at
tær minna nógv um tey gomlu
ævintýrini í sínum bygnaði. Mýt
isk ir persónar fara út í verðina
at royna seg, men umhvørvið og
sjálvt musicalfyribrigdið er aloftast
stórbýarkent. Talan er ofta um
ein dyst millum tað góða og tað
ónda, har hesi gomlu evni og tema
verða viðgjørd millum neonljós og
stórbýarlarm. Lívið broytist, men
virðini hjá mannaættini eru tey
somu. Kærleiki, hatur, tráan og
girnd.
Søgan í sangleikum verður ofta
kallað “larger than life” – størri enn
lívið – og við hesum verður sipað til,
at søgan ofta er viðgjørd á ein hátt,
soleiðis at fokus er sett á tað smáu
viðurskiftini, og hetta er blást upp
til sang, dans og stórar kenslur.
Samtíðin
Uppgávan hjá musicalunum hevur
oftast verið at sett fingurin á pulsin
í samtíðini.
Jesus Christ Superstar varð
fram ført í 1970 – tveu ár eftir tann
triðja hornasteinin, Hair í 1968.
Hetta verður ofta lýst við sokall
aðum anakronismum ella tíðar
villum. T.d. byrjar filmurin “Jesus
Christ Superstar” við , at hippiearar
í sólbrillum og litføgrum skjúrtum
fara úr einum bussi, og nøkur tanks
elta Judas.
Í tí nýggju føroysku útgávuni av
Jesus Christ Superstar síggja vit
eisini fyribrigdi, sum hoyra heima
í okkara tíð, men sum ikki vóru til
umleið ár 30 eftir Kristi føðing.
Áður høvdu mucicalirnar ofta
snúð seg um elskandi pør, sum at
enda funnu saman, men eftir Hair
snúði sangleikirnir seg ofta hetjuna,
sum eins og í gomlu mytunum,
mátti gera tað skitna arbeiðið fyri
hini ella restina av samfelagnum.
Hetjan skilir seg frá hinum í
samfelagnum í sinum harða stríði,
men hevur trupult við at koma
inn aftur í samfelagið eftir hendan
torføra dyst.
Í Hair síggja vit hetta lýst í
eini krígstíð – Vietnamkríggið var
í hæddini tá – og í Jesus Christ
Superstar er tað Jesus sjálvur, ið er
hetjan.
Jesus Christ Superstar verður
ofta samanborin við Evitu, sum
eisini er skrivað av Andrew Lloyd
Webber og Tim Rice. Bæði Jesus
og Eva Peron vóru víðagitin síni
samtíð, men gjørdust syndabukkar
og doyðu ung.
Aftur her minna sangleikirnir
um tey gomlu ævintýrini. Høvuðs
persónurin skal frá einum staði til
eitt annað. Jesus skal til Getsemane,
Evita skal til eitt “nýtt” Argentina, í
sangleikinum “Miss Saigon” skulu
tey til eitt nýtt land, og í føroyska
sangleikinum “Skeyk” frá 1997 skal
tann unga bygdagentan í skúla í
stórbýnum Tórshavn.
Teir gomlu sanglekirnir høvdu
altíð happy ending, meðan teir
nýggjaru ikki altíð eru so einfaldir.
M.a. doyðu Jesus og Evita móti
endanum av leikunum.
Bob Dylan
Søgan um Jesus er ofta søgd, og Tim
Rice mundi hava rætt, tá hann segði,
at evnið, ið teir báðir tónaskaldið
Lloyd Webber høvdu valt, var ikki
serliga originalt.
Men hinvegin var tað ikki van
ligt, at lata svíkjaran Judas, ið hevur
havt so vánaligt eftirmæli í heims
søguni, fáa ein so stóran leiklut.
Sigst, at teir báðir Tim Rice
og Andrew Lloyd Webber fingu
hugskotið til Jesus Christ Superstar
frá Bob Dylan, tá hann syngur:
“I can’t think for you
You’ll have to decide
Did Judas Iscariot
Have God on his side?”’
Tvinni rák
Spurningurin hvussu Jesus við síni
guddómmiligu og menniskjaligu
náttúru skal lýsast er næstan líka
gamal sum kirkjan sjálv.
Tvey
høvuðsrák,
ið
verða
kallað tað alexandrinska og tað
antiochenska rákið, eru at hóma í
kirkjusøguni.
Í tí antiochenska rákinum verður
mest fokuserað á ta menniskjaligu
náttúruna, og hevur røtur aftur
til jødadómin. Tað alexandrinska
rákið hevur hinvegin størri fokus
á ta guddómmiligu og andaligu
náttúruna hjá Jesusi, og her hómast
slóðin av grikskari ávirkan.
Í filmssøguni, ið tó eru munandi
yngri enn kirkjusøgan, var tann
alexandrinska ávirkanin týðilig
tey fyrstu mongu árini. Jesus varð
lýstur sum ein bleikur, ljóshærdur
maður í hvítum kyrtli. Hóast jødi,
líktist hann meira einum vestur
evroperara, tí semitisk brá og
brigdi vóru eingi. Tann guddómiliga
náttúran skuldi lýsast út í odd
og egg, og menniskjað var minni
áhugavert. Tað sigst, at tá Jesus
filmurin “The King of Kings” var
tikin upp í 1927, ávirkaði hetta
filmsliðið so nógv, at sjónleikarin,
ið spældi Jesus, varð koyrdur í
afturlætnum bili til leikstaðið, og
bara leikstjórin át máltíðir saman
við honum.
Í filminum “The Greatest Story
Ever Told” frá 1965 hómast eingi
etnisk ella mentarlig eyðkenni hjá
Jesusi, og filmurin fekk ongantíð
ta móttøku, framleiðararnir høvdu
vónað.
Í byrjanini av sjeytiárunum
kom tó vend í. Filmsframleiðarar
fóru aftur til ta antiochensku
siðvenjuna, har tey mennsikjaligu
eyðkennini vórðu hildin at vera
áhugaverdari.
Sjónarmiðini um Kristus – tann
sonevnda kristologiin – vaks úr
neðra og uppeftir – og ikki øvugt.
Tað gjørdi tað heldur ikki verri
fyri filmsframleiðararnir, at slakað
vað nógv í sensurkrøvunum, og
vandin fyri at verða ákærdur fyri
gudsspottan var minni í 1970’unum
enn t.d. 20 ár frammanundan.
Jesus
Christ
Superstar
frá
1970 snýr seg um ta síðstu vik
una í lívinum hjá Jesusi og við
við gerðini av hansara trongdum
og líðingum varð fokus av álvara
sett á viðurskiftini hjá Jesusi sum
menniskja.
Nú er so høvi hjá føroyingum at
uppliva hetta verkið í føroyskari
týðing í Norðurlandahúsinum, og
so er spurningurin um sangleikurin
megnar at gera hesa kendu søgu
“størri enn lívið” eins og musi cal
irnar oftast hava lagt seg eftir –
larger than life!
Sangleikirnir og Jesus í søguni
BAKGRUND Nú Rútmiska kórið í Hoydølum framførir Jesus Christ Superstar stíga tey, har onnur áður hava
stigið. Søgan um sangleikirnar og um Jesus er drúgv og víðfevnd og verður kallað størri enn lívið sjálvt