Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-15, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. november 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mánadagur 15. november · Nr. 159 Sosialurin Eirikur Lindenskov First Lego League hevur ver ið hildið fimm ár á rað í Føroyum. Endamálið við kappingini er at vekja áhug­ an millum børn og ung fyri náttúru greinum, tøkni og vís ind. Liðini kappast eitt nú við Lego­tólum, sum skulu loysa ymsar uppgávur. Har­ aftr a t eru framløgur og fram førsl ur á skránni. Hvørt ár er eitt yvirskipað evni á skránni, sum kappast verð ur í. Síðstu árini hava nano tøkni, umhvørvi, lívs­ góðska fyri fólk við skerdum før leika og flutningur verið mill um kappingarevnini. Evnið í ár er »Body For­ ward«. Gjøgnum bio med­ i sins ka heimin skulu lið­ ini finna fram til hættir at økja um førleikarnar hjá kroppinum, umvæla skað­ ar og at vinna á arva lig­ um eginleikum – alt við tí endamáli at liva eitt eydn a­ sam ari og sunnari lív. Hvør First Lego League kapp ing er býtt í tveir partar: The Robot Game og The Pro­ ject – tólmennisspælið og verk æt lan in. Fyrra spælið snýr seg um at byggja eitt tól­ men ni, ein robott, sum skal stríð ast við aðrar um eina ávísa uppgávu. Verkætlanin snýr seg um eina ítøkiliga av bjóð ing, sum granskarar í dag royna at loysa, og lið ini skulu so royna seg við ný­ hugs andi uppskotum til at men na eina loysn. »Grønir menn frá Pluto«, sum vunnu kappingina í ár, slep p ur víðari til norður­ lends ku finaluna, sum verð­ ur í Grimstad í Noregi. Seinastu árini hevur ein flokk ur av Skála vunnið kapp ing ina, og tað hevur ført tey víða at kappast við onn ur. Hesaferð var vinn­ and i flokkurin av Skála ikki við, og tí varð mett, at talan fór at vera um eina meira op na kapping, sum so næm­ ing arnir av Løg manna breyt vunnu. Í finaluni vóru umleið 150 ung millum 10 og 16 ár, og tey vóru rættiliga troytt – men nógv ar og góðar upplivingar rík ari, tá tey fóru til hús um fýra tíð ina seinnapartin. Ein góður dagur við First Lego League hjá Føroya Tele. eirikur@sosialurin.fo Grønir menn frá Pluto vunnu first leGo leaGue LEGO Leygardagin varð First Lego Lige-finalan hildin í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Klingruni í Hoyvík, og tað var bólkurin »Grønir menn frá Pluto« úr Skúlanum við Løgmannabreyt, sum vunnu - og sum eisini vunnu túrin til skandinavisku finaluna, sum verður í Noreg Kappast var í fimm bólkum, og vinnararnir vóru hesir: Náttúruvísindi: Team Suð ur, Tvøroyri Tøkni: Bulldogs, Tvøroyri Profilering: Youth Brains, Sankta Frans Skúli Samststarv: Youth Brains, Sankta Frans Skúli Robotkoyring 1. pláss: Buldribassarnir, av Skála Robotkoyring 2. pláss: Grønir menn frá Pluto, Skúlin við Løgmannabreyt »Grønir menn frá Plutu« úr skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík vunnu Lego-League finaluna leygardagin og skulu umboða Føroyar í norðurlendsku kappingini í Grimstad í Noreg