mánadagur 15. november 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. november · Nr. 159
30
Sosialurin
Margit hjá Nikkili, sum eiðis fólk
siga, var fødd í Porkeri 14. september
1925. Foreldur henn ara vóru Hans
Pauli Sør en sen, kallaður Hans Pauli
undir Stígnum og Kristianna, ið var
ættað úr Leirvík. Tey fingu hesi børn:
Elisabeth, gift við Janusi Petersen
í Kollafirði og sum andaðist í 1973,
Dania, gift við Kaj í Bartalsstovu í
Syðrugøtu.
Misti mammuna
Longu 12 ára gomul kom Mar git at
kenna lívsins og deyð ans álvara. Tað
var, tá ið mamma hennara doyði av
náta sjúk uni í 1937. Nátasjúkan herjaði
kring allar oyggjarnar, men ser
stakliga í suðuroynni í tríati árunum.
Tað vóru serliga kvinnur, ið vóru við
barn, sum vanliga ikki bóru boð í
bý, tá ið tær fingu hesa sjúku. Sagt
verður at 120 kvinnur í land inum
doyði av sjúkuni.
Hans Pauli undir Stígnum, pápi
Margit, var við skipi, tá ið konan
doyði.
Tá bar ikki til – sum nú – at fáa
fatur á monnum umborð.
Undir jarðarferðini hjá mammu
Margit sóu tey skipið, sum pápin
var við, koma inn eftir firðinum. Tí
varð steðgað á við jarðarferðini til
maðurin var komin í land. So ístaðin
fyri at hitta eina glaða konu og børn,
tá ið hann kom í land, mátti hann
fara beinleiðis til jarðarferðina hjá
konu síni.
Sum sagt so var Margit júst tá fylt
12 ár og hevði trý yngri systkin, sum
hon so mátti taka sær av, tí pápin
mátti aftur til skips. Fíggjarlig hjálp
frá tí almenna var ongin í slíkum føri
tá.
Sostatt kom Margit at taka
móðurábyrgd og at vera í móð ur
stað fyri yngru systkini. Omman var
í húsinum, men hon var ikki ung, so
ábyrgdin av húsarhaldinum kom at
liggja á Margit.
Tók á seg húsarhaldið
12 ára gomul
At Margit 12 ára gomul tók á seg
húsarhaldið og alt, ið tað bar við
sær, og ábyrgdina av trimum yngri
systkjum, sigur sína egnu søgu um,
hvør ein kvinna Margit var og kom
at gerast seinni í lívinum.
Tá ið systkini vóru undan slopp in,
fór Margit til Hvalbiar at tæna og var í
heiminum hjá Jákupi í Skálavík og fór
síðani til Havnar at vera í handlinum
hjá Katrinu Christiansen.
Giftist og búsettist á Eiði
Tað var meðan hon arbeiddi í Havn at
Nikkil og hon komu at kennast. Tey
giftust og hon flutti til Eiðis. Hetta
var í 1952. Fyrst búðu tey inni hjá
for eldrum hansara, men stutt eftir
fluttu tey inn í nýggju húsini uppi á
Brekku, har tey hava búð, til tey fyri
fáum árum síðani fóru oman í Korn
dalsbýlið.
Margit og Nikkil fingu 5 døtur:
Marsanna, Henny, Kirst in, Susan og
Erlina. At tær hava verið henni góðar
døtur, og at hon hevur verið teimum
ein góð mamma, er óneyðugt at siga.
Hetta vita øll eiðisfólk og mong
onnur alt um at siga. Margit var ein
sera røsk og arbeiðssom kvinna og
hevur ongantíð smæðst at fara undir
hvat, ið tað skal vera.
Fiskimannakona
Sum fiskimaður var Nikkil nógv
burturi – eins og aðrir fiski menn – so
tað vóru kvinn ur nar, í hesum føri,
Margit, sum mátti stýra heiminum
og leiða alt heimaarbeiði. Og sagt
verður, at tað gjørdi hon við eini
fastari hond.
Hon hevði setning fyri gent unum,
tá ið tær komu heim úr skúlanum, tvs.
tær skuldu gera eitt ávíst arbeiði. Ikki
einans tá ið tær komu úr skúlanum,
men eisini í døgurðatímanum, skuldu
tær t.d. vaska upp, sópa gólv og annað.
Men tað var eisini stutt hjá teimum at
ganga oman úr skúlanum.
Men hetta gjørdi Margit og vandi
tær soleiðis upp at taka ábyrgd,
vera ruddiligar og arbeiðssamar og
reinligar, sum hon sjálv var.
Systirdóttirin Anna,
kemur í heimið
Tá ið systir Margit, Elisabeth, sum
búði í Kollafirði, andaðist í 1973, kom
11 ára gamla dóttir hennara, Anna, til
Margit og Nikkil at vera. So tað kann
sig ast, at 6 gentur eru farnar út úr
heiminum hjá Margit og Nikkil við
teirri barlast, sum Nikkil og Margit
hava givið teimum.
50 ára gomul fekk Margit koyri
kort. Hetta sigur ikki so lítið um
hennarara áræði. Hetta kom henni,
Nikkil og øll um væl við.
Gjørdist avlamin
Í 1996 fekk Margit blóðpropp, so hon
gjørdist lamin í aðrari liðini. Hetta
var ein rættiligur hvøkkur og stórur
smeitur fyri hana og tey øll.
Men Margit vann seg rætti liga væl
aftur, kom norður aft ur og var virkin
í at brodera og veva.
Hetta var í sjálvum sær eitt bragd
hjá eini so brekaðari kvinnu, tá ið
viljin er til steðar. Í hesum tíðarskeiði
broderaði hon fyriklæði og turriklæði
til átta ommudøtur. Margit seymaði
alt upp á genturnar – enntá oljudansar
til Nikkil at hava við til skips. Døtur
hennara halda, at tað var neyv an
nakar funningsmaður, sum ikki
gekk í troyggju frá Margit. Hon varð
kallað fyri bindikonan á Eiði. Eina tíð
arbeiddi hon á flakavirkinum.
Hon hevði tó ikki kunnað gjørt
hetta uttan Nikkil, sum uttan ávaring
mátti broyta sítt gerandislív eftir
hóttafall hennara. Hann gjørdist
álitið í tí húsliga arbeiðinum, og tað
mundi vera honum fyri at takka at
Margit kundi vera heima so leingi.
Fyrimynd sum mamma
og húsmóðir
Hon var ættarkær og helt sam an um
ættarbondini. Hon hevur havt eina
ótrúliga um sorgan fyri sínum egnu.
Tele fon in varð íðiliga nýtt. Hon vildi
alla tíðina vita, hvar hvør einstakur
av hennara kæru var. Símun Jóhan
Wolles yrkti ein sang til Margit, tá ið
hon fylti 70 ár. Eitt av versunum er
hetta:
Margit kom norð, ei spardi hon seg,
Tók fatt ei var nakað annað
Sum ung kendi ábyrgd frá barni, ei
lætt,
Kendi lívið, vit vilja tað sanna.
Sjálvur minnist eg ógviliga væl,
tá ið Margit kom til Eiðis at búgva, tí
eg var tá um 1213 ára gamal. Nikkil
var ein av vakrastu og prúðastu
ung ling um á Eiði. Vit sóu upp til
henda ómetiliga sterka og raska
mannin. So vit vóru spent at vita
hvør henda suð ur oyarkvinnan var,
sum kom í heim hansara. Og vit
vóru ikki vón svikin. Hvørki tímiliga
ella andaliga.
Eins og Rutt í Bíbliuni
Í Ruttsbók í skriftini lesa vit um
hjúnini Noomi og Elimelek í Betlehem
í Ísrael, sum fóru til grannalandið
Móab við báðum synunum, tí hung
urs neyð var heima.
Báðir synirnir, sum vóru giftir
og pápin doyðu, so har sótu tríggjar
einkjur. Noomi tók avgerð um at
fara heimaftur til land sítt og bað
verdøturnar vera eftir, men onnur
teirra, Rutt, valdi at koma við henni,
við hesum orðum:
“Hagar, sum tú fert, hagar fari eg,
og har tú búsetist, har búsetist eg;
fólk títt skal vera fólk mítt, og Gud tín
skal vera Gud mín; har sum tú doyrt,
vil eg doyggja, og har vil eg verða
jarðað.”(Rutsbók 1,1617)
Júst hetta sama kann sigast um
Margit, tá ið hon sum ein ung
kvinna giftist við Nikkil. Hon valdi
at búsetast her á Eiði, har sum hann
búði. Hon valdi, at fólk hansara skuldi
verða fólk hennara.
Og sanniliga gjørdist hon eiðis
fólk við lív og sál. Hon talaði eiðis
mál. Einasta orð, ið hon segði á
suðuroyarmáli var, tá hon umrøddi
pápa sín og nevndi hann: PABBA.
Beinanvegin hon kom til Eiðis
byrjaði hon at gera seg til eitt við
eiðisfólk. Og hon fór eisini at savnast
regluliga saman við teimum, sum
komu í Mizpa. Og hon tók øll síni við
sær.
Eg var 15 ár, tá ið eg fór av Eiði,
men havið vitjað regluliga aftur. Tá
var stuttligt at síggja Margit. Nikkil
og døturnar sita á møti. Hetta hevur
verið lagið síðani.
Hon savnaðist í Mizpa so leingi
sum førleikin rakk – og seinastu
ferð hon var har á møti, var í vetur
– einaferð systkinabarn hennara,
Evald Sørensen var har saman við
Levi Joensen.
Hesi seinastu 14 árini við veikleika
gjørdust serstøk bæði fyri hana og
Nikkil, sum á ein fyrimyndarligan
hátt hevur verið um sína kæru konu,
sum hann var sera góður við. Hetta
kunnu vit øll sanna, sum hava komið
inn í teirra heim.
Hetta, at taka avgerðir, mundi vera
eitt eyðkenni fyri Margit.
Sum blaðung tók hon avgerð at
velja Jesus sum sín frelsara og Harra.
Sum 12 ára gomul tók hon avgerð
at taka ábyrgd av heiminum.
Sum 27 ára gomul tók hon avgerð
at giftast við Nikkil og koma til Eiðis
Sum kona ein fiskimann, ið var
burturi meginpartin av árinum, so
var tað hon, ið tók allar avgerðir,
meðan maðurin var burturi.
Ein av størstu dýrgripum her á
fold má vera at eiga eina trúgvandi
mammu og ein pápa, sum stuðlar
mammuni á hesum øki. Mamman
er drotn ingin í heiminum. Hetta
veit eg, at Nikkil gevur mær rætt í.
Margit var drotning hans ara. Og eg
veit eisini, at Nikkil tekur undir við
tí, sum Orðtøkini 31,1030:siga um ta
dugnaligu kvinnuna, sum í hansara
føri gjørdist Margit:
“Dugnaliga konu – hvør finn ur
hana? Mangan meiri enn perlur er
hon verd!
Hjarta mans hennara lítur á
hana, og vinningur trýtur ikki. Hon
ger honum gott og einki ilt allar
ævidagar sínar. Hon sær til at fáa sær
ull og lín, og hendur hennara arbeiða
hugaliga. Hon fer upp fyri lýs ing og
gevur húsfólki sínum mat og gentum
sínum setning fyri dagin. Kraft bindur
hon sær sum belti um lendarnar og
ger armar sínar sterkar. Hon sær, at
húshald hennara gongur væl; lampa
hennara sløknar ikki. Hon rættir út
hend urnar eftir rokkinum. Fing rar
hennara taka um snælduna. Hon
rættir hinum neyð stadda hondina,
rættir út armarnar móti hinum
fátæka. Klædd í styrki og heiður
gongur hon hini komandi tíð ímóti.
Hon letur upp munnin við vísdómi,
og kærleiksáminning er á tungu
hennara. Maður hennara reisist og
rósar henni: “Mangar dugnaligar
kvinnur eru, men eingin er móti
tær. Vænleiki svíkur, og vakurleiki
er fáfongd; tann kvinna, sum óttast
Harrans skal verða róst.”
Tað var júst hetta, sum maðurin,
ið yrkti heimsins vakrasta tjóðsang,
Símun av Skarði, gjørdi, tá móðir
hansara fylt sjeyti. Tá yrkti hann hesi
orð, ið tit døtur eisini kunnu siga um
elskaðu móður tykkara:
Tøkk mín móðir fyri hvørja stund,
eg í barndómsheimi livdi glaður.
Tøkk, at tygum førdu meg á fund
Við hin góða Gud, sum øllum
ræður.
Tøkk mín móðir fyri kærleik tann,
tygum niður í mítt hjarta løgdu;
tá ið syndamein sárt í mær brann,
kærleiki tá aftur sárið grøddi.
Tøkk mín móðir, tøkk so sigi eg,
fyri kærleikan um allar ævir.
Hann til Gud, mín faðir, leiðir meg,
tá útrunnin er mín lívsins dagur.
Vit heilsa tykkum, Nikkil, Marsanna,
Henny, Kirstin, Susan, Erlina og tær
Anna, børnum tykkum, versynum
og øllum, ið stóðu Margit nær.
Harrin styrki tykkum í sakninum.
Vit takka Gudi og lýsa frið yvir
minnið um Margit hjá Nikkili.
Svenning av Lofti
Nøvn
Úr Porkeri til Eiðis
Margit Nielsen til minnis