mánadagur 15. november 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 15. november · Nr. 159
Sosialurin
Hettar skal vera ein áheitan
á tygum, Føroya Løgman, at
teir tríggir undanfarnu løg
menn sum sótu trygt og gott
í løgmans stólinum tey sein
asti 15 árini, fáa tillutað eina
nøs fyri ikki at seta í verk
eina CTD kanning, sum teir
høvdu allar møguleikar fyri.
Hvussu stór nøsin skal
vera, kann metast úfrá tíðini
hesir hava sitið sum løgmenn,
á sama hátt hava tað sitið
fleiri
landstýrismenn
í
heilsumálum hesi 15 árini.
Hesi skula sjálvsagt eisini fáa
sín part av eini nøs.
Tað er greitt, at politikarar
eins væl og yvirlæknar vistu
alt um hesa sjúku, sum var
funnin í Føroyum í 1995.
Frá. 19941996. Løgmaður,
Edmund Joensen. Lands
stýrismaður í heilsumálum,
Andreas Petersen.
Frá. 19961998. Løgmaður,
Edmund Joensen. Landsstýris
maður í heilsumálum, Axel
H. Nolsøe.
Frá. 19982002. Løgmaður,
Anfinn Kallsberg. Landsstýris
maður í heilsumálum, Helena
Dam á Neystabø, frá, 2001.
Sámal Petur í Grund.
Frá. 20022004. Løgmaður,
Anfinn Kallsberg. Landsstýris
maður í heilsumálum, Bill
Justiniussen.
Frá. 20042008. Løgmaður,
Jóannes Eidesgaard. Lands
stýrismaður í heilsumálum,
Hans Pauli Strøm.
Tað kann ikki vera rætt,
at teir løgmenn og teir lands
stýrismenn í heilsumálum
sum hava siti við ábyrgd í øll
hesi árini, kunna halda fram í
sínum arbeiði og lata sum um
alt er í lagi, tá teir í 15 ár einki
hava gjørt fyri at upplýsa og
vegleiða okkum øll um eina
deyðiliga sjúku, sum hevur
tikið lívi av okkara børnum.
Tað, at Elisabeth Ulrike
Steuerwald skal heiðrast fyri
sítt arbeiði og fyri at finna
sjúkuna í 1995 er bæði rætt
og rímuligt, hartil kemur, at
táverandi løgmaður, Edmund
Joensen, eigur at koma við
eini treytaleysari umbering
fyri, at Ulrike Steuerwald
varð meldað til løgregluna, tí
at hon vildi seta í verk eina
kanning av øllum føroying
um. Tað førdi til, at vit skuldu
bíða í 15 ár.
Ulrika Steuerwald skriv
aði, saman við fleiri føroysk
um
yvilæknum,
greinar
um CTD sjúkuna, sum var
funnin í Føroyum, í Ugeskrift
for Læger, hettar var fyri 15
árum síðan. Tíðanverri kom
einki av hesum greinum út til
tað føroyska fólkið, og kundu
vit tíð ikki verja okkum ímóti
hesi herviligu sjúku, sum
hevur tikið lívið av nógvun
óskildium ungdómi, børn og
ung í besta aldri.
Tað, at vit føroyingar
komu at kenna til hesa sjúku,
er ikki at takka føroysku yvir
læknunum fyri, tann heiðurin
tilkemur, Rigmor Dam, grein
skrivara á Sosialinum við
greinini »Duld dreparasjúka
í Føroyum«, tann 6. oktober
2008. Ein grein sum lýsti hesa
sjúku út í æsir, og sum ongan
tíð verður gloymd.
Esbjerg tann, 08.11.2010
www.johndk.dk
Opið bræv til sitandi løgmann
Kaj Leo Johannesen
Kjak
John Jensen
Jógvan við Keldu
Verður tikið í álvara, at
Føroyar samanlagt er eitt
ótrúliga lítið og fólkafátækt
land, og tí óneyðuga bureau
kratiskt útbygt
Sjálv yvirskriftin kann
kennast heldur áleypandi
men vónandi veruleikafjar.
Datt nú ein dagin um
áhugaverda grein á 180grader,
skrivað av einum SF’ara sum
seinni fekk viðmerking frá
einum borgarligum. Hesin
borgarligi segði, at “greinin
var frek men pínlig”, tí sann
leikar vóru í henni. – Føroyar
taka vanliga eftir dønum!
Ole Riisgaard, sum er
limur i SFlandsleiðsluni,
tekur soleiðis til: “Ideen
om detailstyring har den
nuværende regering forfinet
efter sin socialdemokratiske
forgænger. Aldrig før har
offentligt ansatte skullet
bruge så meget af deres
arbejdstid på registreringer
og administration frem for at
producere deres kerneydelse.
Og aldrig før er borgere, der
modtager en ydelse, blevet
mødt med bureaukratiske
barrierer og mistænksomhed
som i dag”.
Frumvinnan og
aftur fiskivinnan
Kom at hugsa um okkara lítla
og fólkafátæka land við 47.000
íbúgvum, sum frum ella
fiskivinnan framvegis skal
uppihalda við sveiggjandi
inntøkumøguleikum
og
krevjandi íløgum, har alt
í
veruleikanum
er
bygt
omaná. – Seinasta skotið á
bulinum er, at hvørki vinnan
ella fiskivinnanvinnan skal
tryggjast á nakran hátt,
meðan fakfeløgini – serliga
alment løntu hava í huga at
stovna egnan flokk, tí trygg
leikin ikki er nóg dyggur og
ágangurin ov harður á tey.
Sum árini eru gingin, og
eftir hópin av ávarinugum,
hava alt fleiri stovnar sæð dag
sins ljós, onkrir stovnar, sum
vit 47.000 borgarar sjálvsagt
kundu
verið
fyriuttan
í
hesum lítla og yvirkomiliga
landi. – Men fólkið er jú
útbúgvi
í
Danmark
við
donskum “lógum og reglum”
og hesi hava ikki aðra hugsan
enn at fylgja tí út í æsir.
Neyðugt at vísa sín
óavmarkaða “týdning”
Fyristilli tykkum tey arbeiði,
sum
t.d.
Kappingarráðið,
Løgtingsins Umboðsmaður,
Landsgrannskoðanin, Heilsu
frøðiliga Starvsstova, ymiskir
kærustovnar o.s.fr., o.s.fr.
geva. Tað er onki at siga til,
at arbeiðsloysið er so lágt,
sum tað nú er. – Hesi skulu jú
verja síni størv, órógva bæði
virkir og stovnar, og vit fáa
alt fleiri vælútbúgvin fólk til
landið inn í tað almenna.
Hetta minnir um, tá fiski
skipini gera túr og frá eigar
um og reiðarum hava fingið
boð um, at umráðandi er at
fiska so nógv sum gjørligt,
so botnlinjan sær væl út,
og er fiskiskapurin ikki nóg
góður, má skipari og kanska
manning av skipinum.
Fólkið uppsagt.
Fleiri av okkara stovnum,
skulu jú prógva síni rættindi
at vera til og halda fram at
vera til, tí skal “fiskast” so
nógv sum gjørligt, og her
hava
fjølmiðlarnir
eisini
góð fiskimið. Kvotan er óav
markað,
tí
skattgjaldarin
fer alt longur út í blotan,
tá landsskattabyrðan er ov
tung, eru tilfeingisgjøld til at
taka ella vinnan annars og
kommunur.
Spurningurin er tí heilt
einfaldur hesin: “Verður tik
ið í álvara, at Føroyar sam
anlagt er eitt lítið og fólka
fátækt land og tí óneyðuga
bureaukratiskt útbygt og tí
fløkt”!
– Annar spurningur er síð
ani: “Eru Føroyar – hesi fáu
fólkini spakuliga á veg, hag
ar kommunisman slepti”?
Eru Føroyar spakuliga á veg
hagar kommunisman slepti