hósdagur 14. februar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 • hósdagur • 14. februar 2002 • 76. árg.
Bilen Motor
& Sport
Kenda danska bilblaðið,
Bilen Motor & Sport,
bleiv um árskiftið lagt
saman við "Bil Maga-
sinet", sum eisini er heit-
ið á nýggja samanlagda
blaðnum
Kelda: Bil Magasinet
Yaris facelift
Eftir at hava verið fýra
ár á marknaðinum, fær
Toyota Yaris, seinni í ár,
eina lætta "facelift" við
smábroytingum av kú-
fangara og lyktum. Eis-
ini verður 1.0 litur mo-
torurin gjørdur til at
klára
tey
nýggjastu
krøvini til umhvørvis-
dálking
Kelda: Bil Magasinet
Kangoo
Diesel
Í vár kemur Renault
Kangoo við tevimum
nýggjum 1.5 liturs com-
mon rail dieselmotorum
við ávikavist 65 og 82
hk
Kelda: Bil Magasinet
Hjá Berg Motors á
Hálsi, ið umboða
bilmerkini Mazda og
Scania, eins og Avis
bilaútleigan, hava teir
nú í skjótt eitt ár havt
egna dekksølu við
dekkverkstaði.
Fyritøkan innflytir
Avon dekk beinleiðis
úr Onglandi
DEKKSØLA
Magnus Gunnarsson
Hjá teimum sum selja dekk
eru tað tvey hæddarpunkt á
árinum, hvat dekksølu og
dekkskiftum viðvíkur. Tað
er tíðarskeiðið um 1.mai, tá
píkadekkini sambært lóg,
skulu takast av, og tá fyrsta
hálkan kemur, eftir hálvan
oktober, tá aftur loyvt er at
koyra við píkadekkum.
Nýggj dekksøla
Í fjør, nakað áðrenn 1.mai,
lat ein nýggj dekksøla upp
hjá Berg Motors á Hálsi í
Havn. Leiðari á dekksøluni
er Gundur Hansen, ið hevur
drúgvar
royndir
innan
dekkarbeiðið í Danmark. Á
bilasøluni hjá Berg Motors
hevur altíð verið eftirspurn-
ingur eftir dekkum til bilar-
nar hjá teirra egnu kundum.
Innflyta beinleiðis
Hendan eftirspurning hevur
fyritøkan klára við at út-
vega dekk frá ymiskum
dekksølum í landinum. Í
1996/97 byrjaðu teir so
smátt at innflyta dekk og
felgur til at nøkta tørvin hjá
teirra egnu kundum. Síðan
nýggja dekksølan lat upp í
fjør, eru teir blivnir aðal-
umboð fyri Avon verk-
smiðjuna
í
Onglandi.
Dekkini roynast sera væl,
og sigast at vera tey bíligstu
í landinum.
Útbyggja verkstaðin
Umframt Avon selja teir
eisini dekkmerkini Toyo,
Eurostone og Michelin.
Felgur eru blivnar ein stór-
ur partur av virkseminum
hjá fyritøkuni. Sportfelgur í
flestu støddum til øll bil-
merkir og í fleiri sniðum
eru altíð á goymslu. Eisini
her eru prísirnir sera kapp-
ingarførir. Í dag selur fyri-
tøkan dekk til persón og
vøruvognar. Í framtíðini er
ætlanin at víðka virksemi.
Berg Motors – Avon dekk
beinleiðis frá verksmiðjuni
Avon ZZ3
Avon verksmiðjan er komin
á marknaðin við einum
heilt nýggjum fram-
komnum summardekki,
ið teir nevna Avon ZZ3.
Dekkið er uppbygt við
beltum úr silicium-
dioxid og monoxide,
hendan blanding gevur
sera gott vegtak á bæði
vátum og turrum undir-
lagi. Dekkmynstrið er
designað soleiðis at
vatnið sleppur skjótt
burtur, og dekkið er sera
ljóðleyst
Dekksølan hjá Berg Motors í
Hálsi. Umframt Avon selja
teir eisini Toyo, Eurostone og
Michelin dekk
Gundur Hansen er leiðari á Dekksøluni. Hann hevur í fleiri
ár starvast hjá stórum dekkfyritøkum í Danmark
15
14
Nr. 31 - 14. februar 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Stórt hall
Stóra tryggingarfelagið
If, sum hevur viðskifta-
fólk í Danmark, Noregi
og Svøríki, hevði eitt
vánaligt ár í fjør.
Sambært
ársrokn-
skapinum, sum júst er
almannakunngjørdur,
hevði tryggingarfelagið
næstan 2,5 mia. krónur
í halli í fjør. Leiðslan
sigur, at tað vánaliga
úrslitið kemst av stór-
um skaðaútreiðslum,
samstundis sum felagið
hevði lítlan vinning av
sínum kapitalíløgum.
Á nýggjárinum løgdu
If og finska tryggingar-
felagið Sampo saman.
Leiðslan væntar ikki ta
stóru framgongdina í
ár, men ivast ikki í, at
felagið fer at fáa avlop,
sum frá líður.
Verja
vinnuna
Svenska stjórnin hevur
sett seg upp ímóti ein-
um uppskoti hjá ES um
at broyta partafelags-
lógina, soleiðis at hvørt
partabræv skal hava
sína atkvøðu, sama um
talan er um A ella B-
partabrøv.
Herfyri var ein sendi-
nevnd
hjá
svenska
vinnulívinum í Brux-
elles og mótmælti upp-
skotinum, og nú hevur
Gøran Persson, for-
sætisráðharri boðað frá,
at stjórnin tekur undir
við vinnulívinum.
Tað er heldur ikki utt-
an orsøk, at sviar mót-
mæla ætlanini hjá ES.
Hyggja vit at stóru
fyritøkuni Ericsson, so
eru tað útlendingar,
sum eiga nógv tann
størsta partin av parta-
brøvunum. Wallenberg
og Handilsbankin eiga
9 prosent av partapen-
inginum, men hava
kortini 80 prosent at
atkvøðunum, tí ey hava
bert A-partabrøv.
Svenski løgmálaráð-
harin, Thomas Bod-
strøm, sigur, at stjórnin
hevur gjørt av at styðja
sjónarmiðini hjá vinnu-
lívinum,
tí
verandi
skipan er gomul í Svø-
ríki, og stjórnin heldur
tað vera rætt at verja
hana.
Stjórnin vil eisini
vera við, at verandi
skipan er góð fyri
svenska vinnulívið og
samfelagið,
tí
hon
tryggjar nógv arbeiðs-
pláss. Fer avgerðarrætt-
urin av landinum, kann
alt hetta koma í vanda,
sigur stjórnin.
Úr Norðurlondum:
Roykja
ov illa
Norska stjórnin hevur
gjørt av at fara í hernað
ímóti royking. Hagtøl
vísa, at 32 prosent av
øllum
norðmonnum
roykja.
Tað
heldur
stjórnin vera alt ov
nógv og samanber m. a.
við Svøríki, har bara 19
prosent roykja.
Norski heilsumála-
ráðharrin,
Dagfinn
Høybråten, sigur, at
myndugleikarnir fara at
gera nógv burtur úr
fyribyrgingararbeiði-
num, og hann hevur sett
sær sum mál, at um
fimm ár skal talið á
norskum
roykjarum
koma niður ímóti teim-
um 20 prosentunum.
Tað merkir, at millum
200.000 og 300.000
norskir roykjarar skulu
leggja sigarettirnar frá
sær. Eydnast tað, er tað
eitt munandi framstig
samanborið við tað,
sum heilsumyndugleik-
arnir higartil hava fing-
ið burtur úr sínum
átøkum ímóti tubbaki.
Ætlanin hjá heilsu-
málaráðharranum er m.
a. at banna teimum so-
nevndu "light"-sigarett-
unum, tað skal gerast
lættari at sekta brot á
lógina um tubbaks-
reklamur, og so ætlar
ráðharrin eisini at seta
forboð fyri royking á
matstovum.
Dagfinn Høybråten
heldur, at tað almenna
eigur eisini at hjálpa
fólki at leggja av at
roykja. Ráðharrin sigur,
at royking verður van-
liga mett sum eitt
privatmál hjá tí ein-
staka, men ein eigur
eisini at hugsa um, at
talan er um at bjarga
mannalívum.
Vatnflóð
Tað ljóðar næstan sum
skemt, men gjáranátt-
ina var vatnflóð nógva-
staðni í býarpartinum
Vanløse í Keypmanna-
havn. Løgreglan mátti á
náttartíð purra fólk út,
tí nógvir kjallarar stóðu
undir í vatni, eftir at ein
hol var komið á eina
vatnleiðing. Tað vísti
seg, at 57 kjallarar
stóðu undir í vatni.
Sumstaðni var so
nógv vatn komið inn, at
tað stóð heilt upp undir
kjallaraloftið.
Vatnleiðingin, sum
var farin at leka, var ein
metur í tvørmát.
Tað kann kanska
tykjast løgið, at nakar
er til reiðar at verja
fyrrverandi jugo-
laviska forsetan,
Slobodan Milosevic,
men hóast tær sera
grovu ákærurnar
stendur hann minni
enn so einsamallur.
MILOSEVIC-MÁLIÐ
Árni Joensen
Bæði
einstaklingar
og
felagsskapir eru til reiðar at
verja Slobodan Milosevic,
og síðani rættarmálið byrj-
aði týsmorgunin, hava verj-
ar hansara skipað fyri fleiri
tíðindafundum, har teir
hava greitt frá, hví fyrr-
verandi jugoslaviski leið-
arin er ósekur.
Teir vilja vera við, at
Milosevic gjørdi ikki annað
enn at verja land sítt ímóti
ágangi og yvirgangi, og at
hann gjørdi tað á lógligan
hátt. Verjarnir hava skipað
seg í ein felagsskap, sum
hevur sína heilt egnu frá-
greiðing um tað, sum hendi
á Balkan.
Eitt nú vil felagsskapurin
vera við, at tann nýggja
stjórnin í Beograd tók
valdið við einum stats-
kvetti, sum var fyriskipað
og fíggjarliga stuðlað av
stjórnini hjá Bill Clinton,
forseta í USA.
Spurdir, hví bara 200
serbar mótmæltu, tá Milo-
sevic varð handtikin, svara
verjarnir, at fleiri túsund
løgreglumenn tóku lut í
handtøkuni, sjálvt um eing-
in gjørdi mótstøðu. Upp-
gávan hjá løgreglumonn-
unum var harafturímóti at
forða fyri, at fólk sluppu at
mótmæla, og tí vóru tað
bara 200 mótmælisfólk,
sum vóru at síggja.
Burturfluttur
Verjufelagsskapurin vil eis-
ini vera við, at jugoslaviska
stjórnin
flýggjaði
ikki
krígsbrotsmannadómstólin
um í Haag Milosevic, men
at hann harafturímóti varð
burturfluttur. Verjarnir siga,
at tað var serbiski forsætis-
ráðharrin, Zoran Djindjic,
sum skipaði fyri burtur-
flytingini, og teir vilja vera
við, at Djindjic hevur tætt
samband við mafiuna og
útlendskar fregnartænastur.
Felagsskapurin sigur seg
hava meiri enn hundrað
virknar limir í 30 londum.
Tann best kendi er fyrrver-
andi amerikanski løgmála-
ráðharrin, Ramsey Clarke,
og millum hinar eru bretski
sjónleikarin Harold Pinter,
grikski tónleikasmiðurin
Mikis
Theodorakis
og
eysturríkski rithøvundurin
Peter Handke.
Eins og Milosevic vilja
verjarnir vera við, at krígs-
brotsmannadómstólurin í
Haag er ódemokratiskur og
ólógligur.
Fyrrverandi ameri-
kanski ST-sendiharr-
in, Richard Hol-
brooke, sigur, at
amerikanska stjórnin
fer at royna at koyra
irakska forsetan frá
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Tað var í einari samrøðu
við
bretska
sjónvarpið
BBC, at Richard Hol-
brooke segði frá, at George
W. Bush, forseti ætlar sær
at fara eitt stig longur enn
faðirin, sum sendi ein
altjóða her at reka iraksku
hermenninar úr Kuwait,
men sum aftraði seg við at
lata herin halda leiðina
fram til Bagdad.
Richard Holbrooke vísti
á, at Bush forseti hevur at
kalla teir somu ráðgevar,
sum faðir hansara hevði, tá
hann var forseti, og at hesir
ráðgevararnir
hava
á-
sannað, at tað var eitt mis-
tak, at teir ikki mæltu for-
setanum til at taka Bagdad
fyri ellivu árum síðani.
- Hetta er í veruleikanum
tað størsta mistakið í
amerikanskum uttanríkis-
politikki seinastu 20 árini,
og tað vita ráðgevararnir,
segði Holbrooke við BBC.
Í síðstu viku segði Colin
Powell, uttanríkisráðharri,
at Bush forseti er í ferð við
at kanna, um USA skal
fyrireika eina hernaðarliga
atgerð ímóti Irak sum lið í
bardaganum ímóti altjóða
yvirganginum..
Richard Holbrooke, sum
var ST-sendiharri hjá Bill
Clinton, heldur, at Bush
gjørdi eitt mistak, tá hann
lýsti Iran, Irak og Norður-
korea sum eitt óndsinnað
kervi.
- Tað finst einki tílíkt
kervi. Tey trý londini eru
ymisk. Irak er tann størsti
trupulleikin, sigur fyrrver-
andi ST-sendiharrin.
USA fer at koyra Saddam frá
Til reiðar at verja Milosevic
Slobodan Milosevic á veg inn í rættarsalin í Haag í gjár
C
M
Y
K
14