hósdagur 14. februar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 31 - 14. februar 2002
Nr. 31 - 14. februar 2002
13
Jóan Carl Dam,
nevndarlimur í Havnar
Arbeiðsmannafelag
Spurningurin, um vit skulu
hava fremmanda arbeiðs-
megi í Føroyum ella ikki,
hevur enn eina ferð elvt til
tjak millum teir ymsu part-
arnar, ið onkusvegna vara
av arbeiðsmarknaði okkara.
Og er tað áhugaverda tjakið
í SvF seinasta hóskvøld um
hetta evnið, ið hevur fingið
meg geva íkast í orðaskift-
ið. Eftir mínum tykki var
tað bert Ingeborg Winther,
formaður í Føroya Arbeið-
arafelag, sum royndi at
hava eina støðu í málinum.
Stjórin í Vinnuhúsinum var
skilagóður, sum hann van-
liga er, men alt annað líka
standa áhugamál arbeiðs-
gevaranna honum fremst í
huga. Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður royndi at
halda við hinum báðum og
annars ikki siga nakað
»skeivt«.
Taki fult undir við Inge-
borg Winther, tá hon sigur,
at vit eiga at tryggja okkum
so væl til ber, at føroyingar
sleppa at arbeiða í Føroy-
um. At vit tryggja okkum,
at fremmand arbeiðsmegi
ikki verður flutt inn í landið
til arbeiðsuppgávur, sum
tøk føroysk arbeiðsmegi er
til. Og eri eg eisini samdur
í, at tað ikki er nokk í hes-
um sambandi bert at vísa til
ALS. Soleiðis sum lands-
stýrismaðurin legði upp til.
Tað er nevniliga soleiðis,
sum
Ingeborg
Winther
segði, at langt frá allir
arbeiðsleysir føroyingar eru
skrásettir í ALS. Tá tað
snýr seg um at fáa fatur á
arbeiðsmegi, snýr tað seg tí
um at spinna eitt net, sum
fevnir um meira enn eina
telefonsamrøðu niðan á
ALS. Ikki skrásett arbeiðs-
leys, sum ikki búgva har
virksemi er, eiga sanniliga
eisini at fáa sín møguleika.
Tað snýr seg tí um at skipa
og laga alt soleiðis, at nú
arbeiði er til allar hendur og
kanska væl tað, at arbeiði í
hvussu er er til allar
føroyskar hendur. Her eiga
kommunur og arbeiðarafel-
øg at hava sín leiklut. Alt
annað líka, átti tað at verið
meira sjálvsagt og betri fyri
ein føroyskan arbeiðsgev-
ara at leita eftir fólki í land-
inum. Hetta heldur enn at
leita uttanlands eftir fólki,
sum skulu virka undir ser-
ligum – og kanska eisini
undir serliga dýrum treyt-
um.
Undir hvørjum treytum
Soleiðis sum samferðslu-
kervið er útbygt, kunnu
flest allir føroyingar ferðast
millum heim og arbeiðs-
pláss
dagliga.
Kemur
fremmand
arbeiðsmegi
hendavegin, skulu so nógv
onnur viðurskifti fáast upp
á pláss. Líka mikið um tey
fremmandu eru her í styttri
ella longri tíðarbil, skulu
tey hava sín lut í íbúðar-
marknaðinum, sum longu
er kaotiskur, tey skulu hava
nakað til matna, og tey
skulu eisini hava sín lut í
øðrum
samfelagsligum
rættindum. Alt slíkt, sum
arbeiðsgevarin skal gjalda
meira og minni av, men
sum lanskassin, orsakað av
skattligum reglum, tó rind-
ar, tá avtornar.
Tað man tó vera galdandi
fyri
størsta
partin
av
fremmandu arbeiðsmegini,
at hon kemur her fyri at
vinna so nógv til ber eftir
stuttari tíð. Her verður
kanska mest hugsað um
yvirtíðina, sum verður so
hart skattað, at vanligi før-
oyingurin mest sum ikki
hevur ráð til hana. Útlend-
ingarnir eru jú komnir fyri
at arbeiða, og fara teir tí
avstað við stórum parti av
yvirtíðararbeiðinum.
Nógv virksemi
Ein spurningur av týdningi
í hesum sambandi er, um
samlaða virksemið í land-
inum liggur á røttum støði,
og um nakar er, sum avger,
hvar hetta skal liggja. Vit
minnast aftur í 80'ini, tá alt
skuldi gerast í senn, skjót-
ari enn skjótt. Ongin plan-
legging, ongin stýring. Tað
kennist á mongum brøgd-
um, at vit eru ávegis móti
støðu, sum minnir um hana
í 80'unum. Tað er stórt
spell. Tí tá fara vit heldur
ikki at hava nakran møgu-
leika at hava nakra meining
um- og tíansheldur at
ávirka
spurningin
um
fremmanda arbeiðsmegi.
Og tá so fremmandir ar-
beiðsgevarar eisini koma
við síni fremmandu ar-
beiðsmegi, ja, tá fáa vit
oman á at fáa eitt skatta-
sirkus av format. Tá er
stuttleiki landskassan søgu-
ligur.
Myndugleikarnir kunnu
gera nógv
Lítið er at ivast í, at okkara
politisku
myndugleikar
kunnu gera nógv fyri at
bøta um støðuna. Tað snýr
seg um at hava vilja at
síggja tørvin hjá øllum
pørtum í hesum sambandi.
Politiski
myndugleikin
skal sjálvandi royna at
slóða fyri hjá vinnuni, m.a.
við góðum og neyðugum
kørmum. Hetta má tó ikki
gerast soleiðis, at fólkið og
landskassin gjalda prísin.
Hetta hendi í 80'unum,
hetta má ikki henda ídag.
Myndugleikarnir skulu tí
stremba eftir, at arbeiði í
Føroyum fyrst og fremst er
til føroyingar. At tað loysir
seg hjá føroyingum at ar-
beiða t.d. yvirtíð. At saml-
aða virksemið verður bæði
planlagt og stýrt soleiðis, at
arbeiði verður til allar før-
oyskar hendur í allari fram-
tíð.
Hinvegin fari eg at geva
Ingeborg Winther so púra
rætt í, at kemur fremmand
arbeiðsmegi hendavegin,
skal hon verða væl móttikin
og ikki minni væl viðfarin.
Fremmand arbeiðsmegi - ja ella nei - ella…
VIÐMERKINGAR
Gunnar K Nattestad
Búskapargrunnurin er aftur
uppi at venda. Samgongan
hevur endiliga funnið út av
at skilja fullveldið burtur úr
tí skilagóða, at tryggja øll-
um føroyingum, núlivandi
sum komandi, ein part av
inntøkunum frá eingangs-
inntøkum, m.a. møguligum
oljuinntøkum.
Sensatiónin, at nú var
breið politisk semja um at
seta grunnin á stovn, var
avlívað av løgmanni, ið
krevur at ein útgjaldsskipan
skal uppí lógina beinan-
vegin. Av tí at semja tykist
vera um inngjaldi, vil eg
fylgjandi halda meg til
møguliga útgjaldsskipan.
Lat meg fyrst siga, at eg
haldi tað vera betur at fáa
eina breiða semju um
grunnin
uttan
útgjald,
heldur enn at einki kemur
burtur úr tí útgjaldi skal
við. Men hinvegin hevði
tað verið gott, at kunna
samst um hvat slag av
úgjaldi talan skal vera um,
áðrenn møguligar inntøkur
byrja at koma.
Nakað ið eyðkennir tær
inntøkur talan er um, er at
tað ikki liggur arbeiði aftan
fyri ið samsvar við inntøk-
una. Mótsætt flestu inn-
tøkum á fíggjarlógini, so
koma hesar inntøkur ikki
umvegis føroya fólk ella
føroyska vinnu. Tá inntøkur
(skattir, Mvg, tollur o.l.)
verða kravdar inn eru tað
stórt sæð altíð fólk í Før-
oyum ið líka sum eru "verj-
ar" hjá hesum pengum.
Hesi fólk kunna gera sína
ávirkan galdandi, m.a. á
hvørjum vali og harvið
hava tey vald á teimum ið
umsiga pengarnar ið koma
á fíggjarlógina.
Men oljupengarnir hava
ongan "verja". Hettar kann
partvíst líknast við blokkin,
tó hevur fólkatingið tá
ávirkan á hvussu hesir
penganir vera brúktir.
Út frá hesum haldi eg tí
at tað er umráðandi at
oljupengarnir fáa ein verja.
Ein máti at gera hettar uppá
er við at lata pengarnar fara
umvegis borgarnar. "Ein
kekkur til hvønn føroying"
er kent citat og tað ljóðar
sera freistandi - kanska
marglætisligt. Men við at
lata pengarnar fara umvegis
borgaran,
slepst
undan
"foreldraleysum" pengum.
Politikarnir kunna so
skatta pengarnar innaftur,
men nú er meira javnvág í.
Frá at pengarnir so at siga
detta niður á fíggjarlógina
úr leysum lofti, er nú
støðan tann, at borgarin
varar av pengunum og tað
er
mótvegis
hesum,
politikarin skal verja inn-
krevjing og nýtslu av
"oljupengunum".
Persónliga haldi eg at
borgarin í útgangsstøði, er
best til at umsita peningin.
Onkur heldur kanska at tað
er betur at politikarnir
umsita útgjaldið beinleiðis,
men teir eru eisini vanlig
fólk og hevur ein ikki álit á
vanliga borgaranum, hví so
á politikarunum? Vónandi
kunna vit hava álit á báð-
um.
Sama um vit fáa ein
búskapargrunn við ella
uttan útgjaldsskipan, er at
vóna at hettar kemur ígjøg-
num skjótt og at tað verður
breið politisk og fólkalig
semja, so tað slepst undan
at fara til hendurs tá møgu-
ligar inntøkur koma.
Búskapargrunnurin
- ein kekkur til hvønn føroying!?
Lisbeth L. Petersen
Sambandsflokkurin
Tveir framstandandi lands-
stýrismenn úr Tjóðveldis-
flokkinum hava sagt, at
danska stjórnin onki gjørdi
fyri at hjálpa føroyingum í
kreppuni, men haraftur-
ímóti vann sær eyka rentu
fyri at veita lán til før-
oyingar við hægri rentu,
enn stjórnin sjálv hevði
goldið.
Óteljandi ferðir verið ført
fram, serliga frá tjóðveld-
ismonnum, at ongin hjálpti
føroyingum, tá kreppan
leikaí harðast, og at vit
sjálvi máttu berjast fyri at
koma uppundan aftur.
At teir føroyingar, sum
eftir vóru í landinum, máttu
gjalda dýrt, kunnu vit skjótt
semjast um, men at vit
onga hjálp fingu, passar
ikki.
Tíbetur liva vit í einum
frælsum landi, har vit
kunnu siga okkara hugsan
hart, soleingi vit ikki skaða
onnur, men landsstýris-
menn kunnu ikki loyva sær
at sleingja um seg við
pástandum og ósannindum
í sambandi við teirra starv.
Rentan
Spurninginum um rentuna,
sum donsku kreppulánini
kostaðu føroyingum, hava
tjóðveldismenn dúgliga
júkað um, og m.a. hava orð
sum »okursrenta« verið
nýtt.
Seinast
spurningurin
aftur var havdur á lofti, var
tá fíggjarlógin 2002 var til
viðgerðar á løgtingi.
Landsstýrismaðurin við
fíggjarmálum segði hetta
beinleiðis undir viðgerðini,
og um ikki landsstýris-
maðurin við fíggjarmálum
veit, hvat hann tosar um
viðvíkjandi fíggjarmálum,
hvør skuldi so vita?
Hann fekk góða hjálp frá
landsstýrismaðurin
við
sjálvsstýrismálum, ið segði,
at ongin sanering var farin
fram, og at vit onga hjálp
fingu. Hesin kom eisini við
pástandum
um
rentuspurningin.
Báðir søgdu beinleiðis
ósatt ! Teir ikki bara "fóru
skeivir", sum onkur sigur,
men teir søgdu ósatt !
Tað fingu vit skrivligt
prógv um, nú ríkisumboðið
hevur svarað fyrispurningi
frá undirritaðu, um hvussu
høga rentu talan í veruleik-
anum var um.
Tá spurningurin var við-
gjørdur í løgtinginum í
seinastu viku, frøddist løg-
maður um svarið frá ríkis-
umboðnum,
men
hann
greiddi samstundis frá, hvat
var hent undir samráðing-
unum. Tað, sum í seinasta
enda er tað mest áhuga-
verda, er úrslitið av sam-
ráðingunum, og tað sum
undirskrivað er av pørtun-
um, tí tað verður tað, sum
skal vera galdandi.
Ikki serligur áhugi.
Seinri hevur løgmaður í
blaðsamrøðu sagt, hvat
hendi undir samráðingun-
um, og hann ásannar, at
landsstýrismaåðurin
við
fíggjarmálum
fer
skeivur,men hann ætlar sær
annars ikki at gera nakað
við málið. Hann ætlar ikki
at brúka lógina um ábyrgd
landsstýrismanna, tí tað
ikki hevur fingið fylgjur
fyri Føroyar, at lands-
stýrismennirnir hava sagt
ósatt !
Hetta eiga vit at leggja
okkum í geyma, tí hesir
somu ætla sær at halda
fram í samgongu aftaná
komandi løgtingsval, tað
hava bæði fólkafloks- og
tjóðveldisfloksumboð sagt
alment. Sostatt kann stað-
festast, at tað verður góð-
tikið av báðum pørtum, at
tað ber væl til at siga ósatt,
so leingi tað tænir ávísum
politikki, men annars ikki
verður
mett
»at
hava
óhepnar fylgjur« fyri før-
oyska samfelagið.
Skulu vit góðtaka, at
landsstýrismenn siga bein-
leiðis ósatt um viðurskifti,
ið tæna onkrum ávísum
flokki politiskt, hóast lógin
um ábyrgd landsstýris-
manna,
ið
viðvíkur
ábyrgdini hjá løgmanni og
landsstýrismonnunum fyri
teirra embætisførslu, greitt
sigur í gr. 5:
Løgmaður ella lands-
stýrismaður verður revsað-
ur, um hann tilætlað ella av
grovum ósketni skúgvar til
viks tær skyldur, sum liggja
á honum sambært lógini
um stýrisskipan Føroya ella
lóggávuni
annars
ella
starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2 : Ásetanin í stk. 1
er eisini galdandi, um so er,
at løgmaður ella lands-
stýrismaður gevur løgting-
inum skeivar ella villleið-
andi upplýsingar, ella um
hann, tá løgtingið viðger
eitt mál, tigur við upplýs-
ingum, sum eru av stórum
týdningi fyri tingsins met-
ing av málinum.
Átti hetta ikki at fingið
bæði almenningin og rest-
ina av fjølmiðlunum at
vakna ?
Spurningurin um rentuna
er nú svaraður, og skjøl eru
løgd við í svarinum frá
ríkisumboðnum, so nú átti
"mytan" um rentuna at
verið burturbeind, men eftir
situr óttin fyri, at hetta fer
at endurtaka seg, um sit-
andi landsstýri sleppur att
halda fram eftir komandi
løgtingsval.
Og tað má ikki henda!
Teir søgdu ósatt
RUSKINNSAVNAN
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Gjøgnum farna
árið hevur IRF lagt seg eftir
at skilja alt burturkast á ein
slíkan hátt, at tað kann
sendast víðari til endur-
nýtslu.
Endurnýtsla er eitt nýtt
hugtak í føroyskum høpi,
sum IRF hevur roynt at
fingið fólk at tikið til sín.
Hetta verður millum annað
eisini gjørt í nýggja álman-
akkanum, sum IRF gav út í
byrjanini av hesum árinum.
Stór broyting farin
fram
Interkommunali Renovati-
óns Felagsskapurin tekur
sær stutt sagt av øllum við-
víkjandi tí burturkastinum,
sum hvørt húsarhald dag-
liga letur av sær.
Teir bera okkum ruskpos-
ar til dyrnar, teir avheinta
teir og teir burturbeina alt
ruskið.
Felagsskapurin
varð
stovnaður í 1989, og hevur í
dag um 60 fólk í føstum
starvi.
Ì byrjanini varð alt rusk
og burturkast antin brent
ella tyrvt, men í dag verður
ein stórur partur av hesum
sendur til Danmarkar til
endurnýtslu.
Hetta veri seg pappír,
jarn, dekk og eisini stór-
sekkir til alibrúk.
Hvørt húsarhald
tríggjar posar
Ì dag fær hvørt húsarhald
tríggjar posar at koyra burt-
urkastið í; ein hvítan posa
til reint og turt pappír, ein
grønan posa til vandamikið
burturkast og eisini ein
gráan posa til alt, ið skal
brennast.
À hendan hátt byrja fólk
longu heima at skilja burt-
urkastið, og sparir hetta
nógv uppá brenniovnin hjá
IRF, sum stendur í Leirvík.
– Sum heild hava fólk
tikið væl ímóti nýggju skip-
anini við trimum ruskpos-
um, og vit fáa nógvar posit-
ivar viðmerkingar alla-
staðnis frá, sigur Victor
Dánjalsson, sum hevur
dagligu ábyrgdina av viður-
skiftinum hjá IRF í Norður-
oyggjum.
Nýggjur álmanakki
Ì byrjanini av hesum árin-
um gav IRF ein álmanakka
út, sum saman við vøkrum
myndum skal hjálpa og
rættleiða fólki viðvíkjandi
viðgerðini av burturkastin-
um.
Eisini verður skilliga
greitt frá, hvør bygd hoyrir
til hvat øki, og nær posarnir
verða heintaðir á teim ymsu
økjunum.
À baksíðini á hvørjari
mynd er tekstur skrivaður,
ið sigur frá ymsum viður-
skiftum viðvíkjandi burtur-
kasti.
– Fólk eru sera glað fyri
álmanakkan, og tey brúka
hann nógv, frætta vit frá
Victor.
Alt landið undantikið
Suðurstreymoy
Fyri eini tíð síðani legðist
Vágoyggin eisini undir
økini hjá IRF, og í teim
komandi vikunum koma
Sandoy, Nólsoy, Suðuroy
og Skúvoy eisini undir IRF.
Tað vil siga, at IRF tá fer at
taka sær av viðurskiftunum
viðvíkjandi burturkasti í
øllum landinum, tó undan-
tikið Suðurstreymoy, sum
hevur sína egnu skipan.
UNDIRHALD
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Sunnudagin
komu Trølla Pætur, Omm-
an og Trølla Ossi aftur til
Føroyar, eftir at tey í eina
góða viku hava verið í
Frankaríki í sambandi við
eitt nýtt sjónband, ið verður
framleitt í løtuni.
Ein triðingur av sjón-
bandinum er longu tikið
upp í Føroyum, og nú eru
so nakrar myndir komnar í
kassan
afturat.
Hesar
myndir eru tiknar av Trølla
Pæturi og hansara harka-
liði, meðan tey leita eftir
nøkrum jólamonnum í teim
fronsku Alpunum.
Eisini Erling Politistur er
við á tí nýggja sjónbandin-
um. Hann hevur elt Trølla
Pætur allan tann langa veg-
in til Frankaríkis, og á sjón-
bandinum fær hann eisini
onkra
hjálpina
frá
tí
fronsku løgregluni.
Um Erling far fatur á
Trølla Pæturi, tað sigur
søgan tó einki um.
Ætlanin er, at sjónbandið
skal verða víst í teim før-
oysku biografunum tann 1.
oktober, og tann 1. nov-
ember verður sjónbandið at
fáa til keyps í sølubúðum
kring landið.
IRF leggur dent á endurnýtslu
Trølla Pætur í
Frankaríki
Trølla Pætur og hini framleiða nýtt sjónband
Tað er áhugi fyri at
skipa fyri dansi í
Klaksvík, men tað er
ótrúliga torført at
finna eini høli, sum
egna seg til
endamálið
UNGDÓMSDANSUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Jan Gardar, sum
rak Lognbrá, dansistaðið
fyri ung undir 18 ár, í
Klaksvík, sigur, at tá ið
Steinbjørn Jacobsen, borg-
arstjóri, sigur, at tað er
ongin áhugi at skipa fyri
dansi fyri ungum í Klaks-
vík, so er tað ikki heilt rætt.
Tað er áhugi fyri tí, men har
er onki høli til taks. Jan og
aðrir, sum hava roynt at fáa
eitt dansistað upp á føtur í
Klaksvík, siga, at teir hava
tosað við bæði núverandi
býráð og tað býraðið, sum
sat áðrenn, um trupulleik-
an, men tað tykist, sum
ongin loysn er á málinum.
Arbeitt longi við
málinum
Teir hava havt eitt upplegg
um at gera gamla spinnarí-
ið uppi við Borðoyarvík til
eitt diskotek. Uppskotið
var, at teir skuldu skipa fyri
ístandgerð og rinda allar út-
reiðslur ið standast av hes-
um, meðan Býráðið skuldi
syrgja fyri eini niðankoyr-
ing til húsið, men undan-
førslan
hjá
Klaksvíkar
Býráð hevur verið, at tað er
eitt ídnaðarøki, og tað tí
ikki hóskar seg at hava dans
har, sigur Jan Gardar.
– Vit hava ikki fingið
nakað meira ítøkiligt svar
enn hatta, hóast vit hava
rykt eftir tí í langa tíð nú.
Jan og teir hava ikki bert
spurt á spinnarínum, teir
hava verið nógva aðrastani
eisini, men tað sær ikki út
til, at nakað kann lata seg
gera. Jan og co. ynskja, at
kommunan útvegar, ella í
øllum førum hjálpir til við
at finna, eini hóskandi høli
til hetta endamálið.
– Eg hevði so avgjørt
hildið fram við diskotekin-
um, um høli vóru til taks,
sigur Jan Gardar, sum held-
ur, at tey ungu hava verið
sera tolin viðvíkjandi hes-
um máli.
– Eg var bangin fyri, at
okkurt líknandi fór at
henda beinanvegin aftaná
at Lognbrá lat aftur.
Kommunan ikki
útvega høli
Hinvegin sigur Steinbjørn
Jacobsen, borgarstjóri í
Klaksvík, at tað er ikki
uppgávan hjá kommununi
at finna høli til at hava dans
í. Men hann er samdur í, at
tað er hølisspurningurin,
sum er tann heilt stóri trup-
ulleikin í hesum málinum.
– Vit hava enn ikki funn-
ið nakað hóskandi høli til
ætlaða ungdómshúsið, sum
vit hava arbeitt við nú í
skjótt eitt ár. Tað má vera
eitt trygt stað, har tey ungu
kunnu halda til undir skip-
aðum eftirliti, tí at um nak-
að hendi, og trygdin ikki er
í lagi, so... ja, eg orki ikki at
hugsa um tað. Tí tekur tað
so langa tíð at finna eitt
hóskandi høli.
Tað letur sostatt til, at
spurningurin um eitt høli til
ungdómin í Klaksvík næst-
an ikki er til at loysa, men
heldur vorðin ein bóltur, ið
verður kastaður í millum
almennar myndugleikar og
privatpersónar.
Hølistrupulleikar
Jan Gardar rak Lognbrá tann
tíð tað var.
C
M
Y
K
13
12