mikudagur 17. november 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160
12
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Í morgun hevur lands stýris
maðurin í fiskivinnumálum,
Jacob Vestergaard, verið á
fundi við umboð fyri uppi
sjóvarflotan og flakatrol
arar nar, sum fiska í Barents
havinum. Tað er lands stýrið,
sum hevur kallað partarnar
til fundar, nú fiskiveiði
sam ráð ingarnar við russar
stunda til.
Føroyar og Rusland hittast
nevniliga til fundar um
mán aðarskiftið november/
desember í Moskva.
Hin stóri spurningurin er,
hvat Føroyar kunnu bjóða
russum í staðin fyri svartkjaft,
nú svartkjaftastovnurin er so
illa fyri, og føroyski parturin
av kvotuni í komandi ár er
minkaður úr 130.000 tonsum
niður í sløk 10.000 tons.
Ymisk áhugamál
Nótaflotin vil sjálvsagt varð
veita sum mest av uppi
sjóvar fiskinum, sum Føroyar
eiga og fáa í avtalu við onnur
lond, meðan flakatrolararnir
vilja sleppa at brúka so
nógv sum gjørligt av hesum
tilfeingi í býti við tosk úr
Barentshavinum.
Tvey av fýra feløgum, sum
hava uppisjóvarskip, hava
eisini skip í Barentshavinum
sum fiska tosk, og hetta hev
ur ivaleyst sín týdning fyri
áhugamálini.
JFK í Klaksvík hjá Hanusi
Hansen og øðrum og Fram
herji á Toftum hjá Anfinni
Olsen og øðrum hava bæði
uppisjóvarskip og skip, sum
fiska
í
Barentshavinum.
Hin vegin
hava
Varðin
í
Gøtu
og
Norð borg
í
Klaksvík bara uppi sjóvar
skip – og ikki flakatrolarar í
Barentshavinum.
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í fiskivinnu
málum, sigur, at á fundinum
í morgun vil landsstýrið
hoyra frá vinnuni, hvussu
hon ynskir sær, at føroyska
út spælið til samráðingarnar
við russar verður.
Trupul støða
Tað er væntandi, at hetta
verða truplar samráðingar,
nú svartkjafturin, sum eftir
er, munar so lítið sum býtis
fiskur í eini nýggjari avtalu.
Spurningurin er so, hvørji
ráð eru til at taka.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at í galdandi avtalu mill
um Føroyar og Rusland fáa
russar umleið 85.000 tons av
svartjafti og umleið 14.000
tons av makreli.
– Men nú okkara samlaði
partur av svartkjafti fyri 2011
bert er sløk 10.000 tons, er
greitt, at hetta munar lítið í
nøkrum býti við russar.
Jacob Vestergaard ásann
Landsstýrið spyr
vinnuna til ráðs
um samráðingar
SAMRÁÐINGAR Nú fiskiveiði sam ráðingarnar við Rusland stunda
til, hava umboð fyri uppisjóvarskipini og flakatrolararnar verið
á fundi við landsstýrismannin í fiski vinnu málum í morgun.
Spurningurin er, hvussu stýrast skal millum sker, nú eingin
svartkjaftur er at keypa tosk í Barentshavinum fyri
Nótaflotin vil sjálvsagt varðveita sum mest av uppisjóvarfiskinum, sum Føroyar eiga og fáa í avtalu við onnur lond, meðan
flakatrolararnir vilja sleppa at brúka so nógv sum gjørligt av hesum tilfeingi í býti við tosk úr Barentshavinum
YMISK ÁHUGAMÁL
í løtuni vita vit ikki,
hvussu »svangir« russar
eru, og tað kann bert
tíðin fara at vísa
JACOB VESTERGAARD