mikudagur 17. november 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tá landsstýrismaðurin í
fiski vinnumálum,
Jacob
Vester gaard,
í
summ ar
gjørdi av at lata ísfiska
skipum nøkur túsund tons
av makreli, nú Føroyar
ásettu sær egin kvotu fyri
2010, vóru røddir í uppi
sjóvar vinnuni, sum søgdu
seg stúra fyri, at ísfiska
skipini ikki fóru at vilja
sleppa hes um rættindum
aftur.
Sosialurin hevur eisini
skilt, at tað eru reiðaríir,
sum
eiga
ísfiskaskip,
ið hava hug til at gera
sína støðu til kenn ar, nú
samráðingar við russar
stunda til, og væntandi
er, at Føroyar noyðast at
lata makrel í staðin fyri
svartkjaft í býti við russar.
Ein av teimum, sum
hevur hug til at gera við
merkingar til hetta mál,
er Marner Lisberg, reiðari,
men hans ara sjónarmið
verða ikki í Sosialinum fyrr
enn fríggja dagin.
Einki hoyrt
Jacob Vestergaard, lands
stýris maður í fiskivinnu
málum, sigur seg hinvegin
einki hava hoyrt um, at
reiða ríir, sum varða av
ísfiska skip um, ið sluppu
at fiska makrel í ár, nú
ætla at halda fast um hesi
rættindini.
– Vit komu í eina ser
staka støðu í ár, tá vit
ikki kundu semjast við
hini stranda londini um
býtið av makrel inum og
tískil gjørdu av at áseta
okkum eginkvotu. Hetta
gav okkum nakrar møgu
leikar, sum vit ikki hava
havt áður. Hvussu verður
í komandi ári, kunnu vit
einki siga um í løtuni, nú
sam ráð ingarnar
milllum
londini um býtið ikki eru
lidnar enn.
Jacob
Vestergaard
ásann ar, at tað var ein
spennandi roynd at lata
ísfiskaskip fiska makrel
í ár, men hann ásannar
eisini, at hann eingi sum
helst lyfti kann geva um,
hvussu verður við hesum í
kom andi ári.
– Nú mugu vit fyrst
síggja, hvat úrslitið verður
av sam ráðingunum millum
stranda londini, og hvussu
stór ur okkara partur av
heildar kvotuni verður, tá
sam an um
kemur,
sigur
lands stýrismaðurin.
Ísfiskaflotin
heldur fast
RÆTTINDI – Eg havi einki hoyrt um, at ísfiskaflotin
ætlar sær at seta fram nøkur krøv um rættindi,
sum reiðaríir fingu í ár, nú føroyska makrelkvotan
gjørdist so stór, sigur Jacob Vestergaard
Ísfiskaskip og fiskimenn, sum fiska undir Føroyum, vilja
eisini hava lut í makrelveiðini í komandi ári
ar, at makrelurin er besta
boðið, um avtalan við russar
skal haldast á einum líkinda
støði.
– Men her eru vit í teirri
støðu, at vit í løtuni ikki vita,
hvussu stórur okkara partur
av makrelinum verður, tí enn
eru samráðingarar millum
strandalondini ikki komnar
á mál.
Hann vísir á, at nýggjar
sam ráðingar verða um býtið
av heildarkvotuni av makreli
í Oslo hin 27. november, men
at ógjørligt er at siga longu
nú, um hesar samráðingar
fara at bera á mál.
– Tað positiva er, at ICES
sigur makrelstovnin vera
sera væl fyri, og hóast veiðan
í ár hevur verið størri, enn
felags skapurin
mælti
til,
metir ICES tó framvegis, at
640.000 tons kunnu fiskast í
2011. Tilmælta heildarkvotan
komandi ár verður soleiðis
nakað størri enn í ár, leggur
hann aftrat.
Stórur áhugi
Spurningurin er so, hvussu
stórur føroyski parturin av
heildarkvotuni verður, og
hvussu nógv av hesum kann
takast burtur úr til at keypa
tosk
úr
Barentshavinum
fyri.
– Vit hava skilt, at russar
hava
stóran
áhuga
fyri
makreli, nú lítið og einki er
av svartkjafti, men hvussu
nógvan
makrel
Føroyar
kunnu lata í býti við tosk,
veldst sjálvsagt um, hvussu
stór ur okkara partur verður,
sigur landsstýrismaðurin.
Jacob Vestergaard sigur,
at neyvan verður nøkur løtt
loysn í samráðingunum við
russar, og spurningurin er
sjálvandi eisini, um støðið
í kvotuni skal haldast á tí
støði, tað er.
– Í seinastu samráðing
um við russar fyrst í hesum
ár inum fingu Føroyar væl
burtur úr teimum seinastu
tonsunum av makreli, sum
vit lótu russum. Í løtuni vita
vit ikki, hvussu »svangir«
russar eru, og tað kann bert
tíðin fara at vísa, nú sam ráð
ingar verða um tvær vikur.
Stóran týdning
Landsstýrismaðurin ásannar,
at nú fundur skuldi verða
í morgun við umboð fyri
uppi sjóvarflotan og teir, sum
umboða
flaka trolararnar,
verður tað kortini altíð upp
til myndug leikarnar í lond
unum at gera av, hvussu
býtið – og lutfallið í býtinum
– verður millum londini.
– Men vit í landsstýrinum
vilja gjarna hoyra sjónar
miðini hjá vinnuni, sum
er partur av hesum máli,
áðrenn farið verður til sam
ráð ingarborðið, sigur lands
stýris maðurin.
Jacob Vestergaard sigur,
at nógv tann størsti part urin
av toskinum, sum Føroyar
kunnu fiska í Barents hav
inum, eru í avtaluni við
Rusland.
vilmund@sosialurin.fo