mikudagur 17. november 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160
14
Sosialurin
Bjørt Samuelsen
Tjóðveldi
Kjak
Sunnudagin
7.
november
runnu vit marathon í New
York, saman við okkurt um
20 øðrum føroyingum.
Tað
fekk
Miðlahúsið
nógv
burturúr.
Tíðindini
um tingfólkini, sum fingu
"tingløn
fyri
at
renna
marathon",
vórðu
borin
og uppafturtikin á Rás2. Á
Portalinum. Í Sosialinum.
Og mánadagin var aftur
ein grein í Sosialinum, sum
líkasum perspektiveraði og
analyseraði hetta stórmál.
Sum
høvuðspersónar
roknaðu vit við at frætta
frá Miðlahúsinum, so at
tey kundu hoyra okkara
grundgeving fyri, hví vit -
óheft hvørt av øðrum - høvdu
valt ikki at taka farloyvi
dagarnar, okkum barst undan
at møta til løgtingsfundir.
Men tað tóktist Miðlahúsið
ikki hava áhuga í.
Sostatt visti Miðlahúsið
og Eirikur Lindenskov, stjóri,
einki um hvar vit vóru,
hvat vit gjørdu ella í hvønn
mun vit røktu okkara polit-
iska starv dagarnar eftir
sunnudagin 7. november.
Hann kundi fingið uppspurt,
hvørt vit hava skrivað álit
ella gjørt annað politiskt
arbeiði í sambandi við tey
málsøki
og
nevndarmál,
vit sum framsøgufólk hava
ábyrgdina av. Tí Eirikur veit
við vissu, at politiska arbeiði
er ógvuliga nógv annað, enn
at sita á tingfundi.
Vildi hann, kundi hann
eisini funnið útav, at einki
týðandi mál, vit sum fram-
søgufólk varða av, var fyri á
tingi hesar dagarnar. Og hevði
Eirikur viljað, hevði hann
eisini vitað, at vit ikki vóru
einastu tingfólk, sum vóru
burtur nakrar dagar í síðstu
viku uttan at kalla varafólk
inn. Hetta kunnu øll lesa í
løgtingsins gerðabók, sum
Miðlahúsið hevur kagað í.
Sakligur
journalistikkur ...?
Vit halda tað avgjørt vera
gott at pressan varpar ljós á,
hvørt tingfólk, sum eru lønt
við skattaborgarans pengum,
røkja sítt starv. Og tað er heilt
rímiligt at spyrja, um ikki vit
áttu at farið í farloyvi, tá vit
vóru burturstødd í nakrar
dagar.
Men tá blaðstjórin nú
mánadagin
aftur
skrivar
at “Sjúrður Skaale og Bjørt
Samuelsen eru farin til New
York at renna marathon”, og
hesaferð við at vísa til røðu
hjá Tórbirni Jacobsen rør
uppundir, at eitt uppskot
er fallið, tí tingmanning
Tjóðveldisins ikki varð full-
mannað, so stendur greitt, at
endamálið als ikki er at fáa
lýst, í hvønn mun tingfólk
røkja sín sess.
Tí blaðstjórin eigur at vita,
at uppskotið at burturvísa
mál 40/2010 hevði fallið,
uttan mun til um hesi bæði
tingfólkini
ella
varafólk
teirra høvdu atkvøtt. Og
hvussu við hinum ómannaðu
liðunum? Einans 23 atkvøddu
– ergo vóru 10 tinglimir, sum
sambært
logikkinum
hjá
Eiriki, ikki røktu sítt arbeiði
henda dagin.
Annars er vanligt, at
samgonga og andstøða gera
avtalur um "clearing" t.e. at
andstøðan letur eina atkvøðu
færri, um ein samgongulimur
ikki fær verið á fundi - og
øvut.
Hevði
Miðlahúsið
viljað, høvdu tey vitað, at vit
bæði tvey høvdu gjørt slíkar
avtalur
við
samgonguna.
Og tey kundu eisini sagt
fólki, at ein undirskrivað far-
loyvisumbøn lá klár at leggja
fram, um politiska støðan
kravdi tað.
Men Eirikur Lindenskov
tykist halda seg til fremstu
regluna hjá skandalujourna-
listinum, sum sigur: “Never
research a good story”.
Í staðin fyri at geva sínum
lesarum vitan, borðreiðir
Eirikur mánadagin við eini
illgiting um, hví vit ikki tóku
varafólk inn - nevniliga at
“... tingmanningin hjá Tjóð-
veldinum ikki orkar fyri Páll
á Reynatúgvu.” Heldur ikki
hesaferð hevur hann tosað
við okkum ella forkvinnuna
fyri tingbólkin hjá Tjóðveldi.
Ikki fyrr enn í gjár - eftir
at Miðlahúsið hevur pumpað
hesa søguna upp í eina viku
- ringdi ein journalistur til
annað okkara.
Niðurstøðan, sum Eirikur
mánadagin ger av sínum
egnu gitingum, er, at "seriøsur
andstøðupolitikkur, tað er
tað so í øllum førum ikki".
So kann mann spyrja
seg sjálvan, hvussu seriøsur
journalistikkurin hjá Eiriki
Lindenskov hevur verið í
hesum máli.
Marathon í Vágsbotni
Sjúrður Skaale
Tjóðveldi
I eina viku hevur Miðlahúsið tosað um okkum. Høvdu tey eisini havt
tosað við okkum, hevði søgan ikki verið so góð...
Ingeborg Vinther hevur í
eini blaðsamrøðu fornermað
Bergtóru Høgnadóttir Joen-
sen, tí hon hevur dittað sær
at siga, at tey veiku og annars
minni mentu eiga ongan
góðan í løgtinginum.
Hesum finnur Bergtóra
seg ikki í, og vísir á alt tað
góða, sum Tjóðveldi hevur
roynt at gjørt (í hvussu so er
meðan flokkurin hevur verið
í andstøðu), og so sigur hon
eisini, at bleytu virðini hava
onga raðfesting fingið frá
sitandi samgongu.
Eg veit ikki, hvat Bergtóra
skilir við orðið raðfesting,
men vanliga merkingin er,
at tú hevur eina samlaða
peningamongd, sum tú býtir
ímillum samfelagsøkini eftir
tørvi. Har kann eg heilsa og
siga, at hóast sparingarnar
í almanna- og heilsumálum
hava verið nógv útskeldaðar
í hesum valskeiðinum, so
fáa hesi málsøki størri part
av køkuni nú, enn tey fingu
í 2008, tá Bergtóra og CHE-
samgongan sótu við valdið.
Í krónum og oyrum tosa
vit um eina økta játtan til
almanna- og heilsumál, sum
er omanfyri 300 mió. krónur.
ABC-samgongan
hevur
altso raðfest almanna- og
heilsumál munandi hægri
enn CHE-samgongan gjørdi.
Eingin vil øðrum ilt
Eg skuldseti ongan politikara
fyri at vilja teimum veikastu
í samfelagnum nakað ilt,
men vit hava ein fíggjarligan
veruleika, sum vit ikki kunnu
renna undan.
Spurningurin,
síðani
hendan samgongan tók við,
hevur ikki verið, hvussu
vit skuldu raðfesta, men
spurningur hevur heldur
verið, hvussu nógvar pengar
vit hava havt at ráða yvir. Og
júst her er Tjóðveldi tann
stóri syndarin. Við sínum
fullveldispolitikki,
hevur
flokkurin tveitt stóran part
av teimum inntøkunum burt-
ur, sum annars skuldu verið
brúktar til millum annað
at hjálpa teimum veikastu
bólkunum við.
Bergtóra skrivar, at Tjóð-
veldi hevur roynt at funnið
alternativar
loysnir,
lagt
upp til semjur og enntá víst
á, hvar peningurin kann
finnast ístaðin. Men tað er
ikki allur sannleikin, tí hevði
CHE-samgongan hildið fram,
so høvdu 117 mió. krónur
afturat
verið
tiknar
av
inntøkusíðuni í 2009.
Fullveldi ella vælferð
Eg
havi
onkuntíð
spurt
Bergtóru í løgtinginum, hvat
hon raðfestir hægri, um hon
skal velja ímillum fullveldi
ella vælferð. Svarið er sjálv-
andi, at hon velur bæði.
– Jú vit kunnu uttan iva tosa
okkum burturúr nógvum,
men í tí veruliga lívinum er
tað einki sum eitur bæði. Tað
ber ikki til, í óendaligar tíðir,
at raðfesta pengar, sum ikki
eru til.
Tí er tað beinleiðis ósmæð-
ið, tá Bergtóra Høgnadóttir
Joensen skrivar: “Tað er
samgongan og samgongan
einsamøll,
sum
hevur
knúskað gerandisdagin hjá
mongum.” So einfaldur er
veruleikin nevniliga ikki.
So einfaldur er veruleikin ikki
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður