mikudagur 17. november 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160
Sosialurin
Nicolina Dahl
Felagið fyri hoyribrekað
Kjak
Týsdagin 9. november samtykti Løgtingið
endaliga, at brúkaragjald skal leggjast á øll
hoyritól. Líka til tað síðsta vónaðu vit, at vit
og skil fór at rína við á tingi, men so varð
tíverri ikki.
Samtyktin í dag brýtur við alla siðvenju
á heilsuøkinum. Tann, ið hevur brúk fyri
heilsuverkinum, eigur at fáa ókeypis
hjálp. Men vit, ið eru hoyribrekað, eru nú
minni verd enn øll onnur. Vit skulu sjálvi
gjalda fyri ta hjálp, vit skulu hava. Tað er
mannamunur so tað forslær og tað er ilt at
skilja, hví vit hava uppiborið at vera soleiðis
viðfarin.
Vit kunnu ikki gera við, at vit fingu
hoyribrek at bera. Ongin okkara hevur
biðið um brekið og enn minni ynskt tað.
Nógv okkara fáa tað av arvaligum orsøkum,
meðan onnur fáa hoyrn sína skadda av
gangi. Tey, sum dagliga starvast í nógvum
gangi, eitt nú maskinmenn, flakakvinnur
og pedagogar, hava tænt samfelagnum við
sínum arbeiði og hava ofrað sína hoyrn,
men samfelagið vil ikki veita teimum hjálp.
Tað er so órættvíst, sum tað kann vera.
Og bíða bara – ein armóðin rættir aðrari
hondina. Tá hetta gekk í gjøgnum, at vit
skulu gjalda fyri okkara hoyritól, hvør er tá
tann næsti til at eiga tørn til brúkaragjald?
Sum
hoyribrekað
fær
ein
dyggar
lúsingar í lívinum, men nú hava vit fingið
fíggjarligan lúsing á hin vangan. Tað máttu
landsins kosnu ikki komið sær.
Frammanundan eru vit, sum brúka
hoyritól, nóg hart rakt. Vit hoyra ikki
fuglasangin ella áartutli, ikki smábørn
tosa, ikki útvarp ella sjónvarp (men fult
kringvarpsgjald skulu vit kortini av við),
vit hava ilt við at taka lut í familjuveitslum
og øðrum samkomum, hoyra ikki prædikur
ella talur, ikki sjónleik og skemt, ikki sang
og tónleik og klára ikki væl at fylgja við í
samfelagskjakinum.
Hoyritólið er lívlínan – uttan tað er hjálp
arloysi og einsemi.
Hoyritólið gevur okkum møguleika fyri
at vera verandi virknir samfelagsborgarar.
Hoyritólið er so sanniliga ikki til pynt!
Tænastan til hoyribrekað her á landi er
á lægst hugsandi støði. Har kundu nógvir
batar verið, men vit fáa bara afturstig. Tað
má sigast at vera sera hugstoytt. Har fingu
vit hoyribrekaðu stein oman á byrðu.
Steinur oman á byrðu
»Visjónin er, at Føroyar í 2015 verða millum
bestu lond at virka og liva í. Vit ynskja, at
Føroyar skulu verða eitt samfelag við strek
um búskapi, har arbeiði er til allar hendur,
og har dygdargóðar sosialar skipanir tryggja
okkum eitt virðiligt lív. Skulu vit røkka hesum
máli, er neyðugt við greiðum og framsóknum
ætlanum« (Visjón 2015 – Mál og vegir, 2007)
Líka greið, sum visjónin hjá táverandi
samgongu var á Ólavsøku 2005, líka greið
er tann nýggja visjónin, sum núverandi
samgonga hevur sett sær, at landskassahallið
skal verða burtur í 2015, also á null! Tað er eisini
ein góð visjón at hava, men samstundis sum
man setti nógvar bólkar at útgreina visjónina
»Heimsinis besta land«, so er ongin, sum
kannar hvørjar avleiðingarnar vera av visjón
»Null«. Hvørjar vælferðartænastur skulu ikki
vera at bjóða føroyingum? Hvørjar verða
avleiðingarnar fyri vælferðarsamfelagið,
ella skulu vit hava eitt vælferðarsamfelag?
Kunnu vit ikki liva við einum halli, meðan
vit bíða eftir at inntøkusíðan veksur aftur....
ella skulu vit til at endurbyggja vælferðina,
tá vit aftur hava yvirskot?
Vit hava tørv á politikarum, sum síggja
møguleikar fram um forðingar! Sum ikki
bert sita og eru afturlítandi, og grenja um
tað, sum var. Sum gremja seg um ein niður
skurð av blokkinum fyri 10 árum síðani, sam
stundis sum somu politikarir hava sitið við
ábyrd, meðan risastóra landskassa yvirskotið
er vent til eitt risahall. Bara tí vit hava politik
arar, sum ikki hava torað tikið neyðugu av
gerðirnar fyri at fremja visjón 2015 í verki. Vit
mangla politikarir, sum vilja taka ábyrgdina
av at vera landspolitikarir, og sum hugsa um
hvat tænir landinum best, og ikki hvat tænir
sær sjálvum til næsta val!
Skulu fakfeløgini ikki vísa samfelagssinni
og slaka í lønarkrøvum í ringum tíðum?
Stutt sagt NEI! Fakfeløgini hava ikki ábyrgd
av hvussu fíggjarpolitikurin verður førdur!
Fakfeløgini eru til fyri sínar limir, og er
endamálið at bøta um lønar og sáttmála
korini hjá sínum limum. Í eini tíð har
landsins politikur bert snýr seg um at økja
um avgjøld og annan kostna fyri einstaka
borgaran, er tað skyldan hjá fakfeløgunum
at betra um lønarviðurskiftini hjá limunum.
Pástandurin um, at tey alment løntu eru
tey ríku í samfelagnum heldur ikki. Ein
tann lægst lønti lønarbólkurin í Føroyum
eru hjálparfólkini á dagstovnum, sum á
fyrsta lønarstigi hava tað lægstu tímalønina
sambart nøkurum sáttmála her í Føroyum...
og tað sigur ikki so lítið.
Fakfeløgini gera rætt, tá ið tey standa fast
við útsøgnina: Vit krevja nakað og vit fáa
nakað. Einki annað kann góðtakast.
Heimsins besta
samfelag ella ...?
Elin N. W. Tausen
Samstarv.org
Las áhugaverda grein hjá
Eyðgunn
Samuelsen,
har
hon kemur við boðum uppá,
hvussu samfelagið framyvir
skal fáa endarnar at røkka
saman fíggjarliga.
Samfelagið Føroyar valdi
fyri rúmari tíð síðan, at basera
alla vælferð uppá skatt av
lønarinntøkum. Ein skipan,
sum vit hava arvað frá teim
undanfarnu, og sum í teirri
tíðini kundi brúkast, til at
byggja vælferðarsamfelagið
upp við.
Nú eru vit komin so
mikið langt, at vit vænta
øll at samfelagið tekur um
endan, um vit gerast sjúk,
um ikki brúk er fyri okkum
á arbeiðsplássinum longur,
ella vit gerast ov gomul til at
vinna okkara egna livibreyð.
Politiska skipanin hevur
skapt eina eftirlitisskipan,
sum skal tryggja at ongin
snýtir nakran, at ongin skal
sleppa at lata eina vøru út
til brúkaran, uttan eftirlit
í høvd og reyv, at ongin
skal verða betri fyri enn
ein annar. Alt byggir uppá
reinan javnaðarpolitikk, har
øll skulu verða líka fyri, og
ongin skal fáa nakran fyri
mun framum onnur.
Tað er henda skipan vit í
dag síggja kollsigla. Eftirlitið
kostar so nógv, at skipanin
ið javnaðarflokkurin hevur
verið garantur fyri, ikki
longur hevur ráð at fíggja
kostnaðin, ið stendst av sama
eftirliti. Alt skal í dag fíggjast
yvir skattin, so at tey sum
gera ein minni innsats, kunnu
njóta somu ágóðar sum tey, ið
veruliga er grundstuðlarnir
undir samfelagnum, og bera
okkum øllum uppi.
Alt
sum
eitur
lands
politikkur, byggir í dag uppá
eina parodi, har øll taka upp
eftir øðrum, at vit mugu
lesa okkum úr kreppuni ið
er íkomin. Sannleikin er, at
øll í tí politiska rúminum
krympa tærnar fyri, hvar
sparingarnar raka næstu ferð
landsfíggjarætlan skal leggj
ast, og bara av einari grund:
tí at skatturin av lønarinn
tøkunum ikki strekkir til.
Undrunnarvert
er
at
politikarar
hava
mist
orienteringina, og vita ikki
hvør rættningur ber framá.
Meiri undrunnarvert er, at
polittikarar
sýnast
eisini
hava gloymt, úr hvørjum
rættningi vit eru komin.
Tað tykist eins og ongin
politikari torir at viðurkenna,
at fiskivinna og partvís ali
vinna t.v.s tilfeingið, er tað
sum hevur borið okkum
uppi, sum ber okkum nú, og
sum kemur at bera okkum
fleiri ár fram í tíðina.
Tí er tað altavgerðandi,
at
landspolittikarar
taka
annað skinn um bak, og
gevst við at billa fólki inn,
at vit í Føroyum kunnu liva
av at klippa hvør øðrum.
Fleiri vinnur eru við at fara
fyri bakka, millum aðrar
búnaðarvinna,
ferðavinna,
fiskivinna, tí at tit sum taka
tær politisku avgerðirnar
her á landi, ikki hava dirvi
at skapa karmar til hesar
vinnur at arbeiða undir.
Antin mugu tit finna
útav at repa umsitingarligu
seglini á skútuni Føroyar,
ella mugu tit finna onnur
veiðumið, tí skatturin av
lønarinntøkunum eina, kem
ur ikki at bera allar byrðarnar
framyvir.
Brandur Sandoy
Sandi
Eg havi hoyrt teg sagt í fjølmiðlunum, at ávísir bólkar í samfelagnum ikki gjalda skatt
í Føroyum, tí teir virka undir skipanum sum: DIS, FAS, NIS og NOR.
Sjálvur eri eg ein av teimum, ið kemur undir hesar bólkarnar. Havi siglt undir DIS,
FAS, NIS og NOR síðani á heysti 2000, og havi eg goldið skatt í Føroyum til føroyska
landskassan undir FAS, NIS og NOR eftir føroysku skattalógini.
Eg fái javnan skotið í skógvarnar, at eg ikki gjaldi skatt í Føroyum, og tí ikki skal siga
mína hugsan um samfelagsmál o. a.
Spurningurin frá mær er:
Gjaldi eg óneyðugan skatt í Føroyum, ella er tað tú, ið sigur ósatt fyri Føroya fólki?
Við skattakvøðu
Einar Vang, Skipari, Bourbon Offshore
Spurningur til Jóannes Eidesgaard
Aftur í óføri