Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160 16 Sosialurin Bergtóra Høgnadóttir Joensen Kjak Skilji avbera væl, at fak­ feløgini eru stoytt og hørm, sum støðan er. Samráðing­ arnar eru slitnaðar og fak­ feløgini síggja aftur og aftur, at gerandisdagurin hjá fleiri limum gerst alsamt tyngri vegna væntandi raðfesting av bleytu virðunum. Einki at siga til, at yrkis­ feløgini kenna seg bæði sperd og órættvíst viðfarin. Flestu okkara finna upp á at glepsa, tá vit eru ørkymlað – fult forstáilsi eisini fyri tí. Havi stóra virðing fyri konubrotinum Ingeborg Winther, sum á nógvar hættir er ein fyrimynd hjá mínum ættarliði. Men eg góðtaki ikki, at hon uttan at undirbyggja sítt páhald, í samrøðu í Sosialinum miku­ dagin í farnu viku sigur, at tey veiku og annars minni mentu ongan góðan eiga í tinginum. Tað undrar meg veruliga, at hon sigur slíkt uttan nakra grundgeving. Tjóðveldi ­ ja, øll andstøðan í felag ­ hevur atkvøtt ímóti harðrenda sparipolitikkinum á almannaøkinum og øðrum vitleysum uppskotum. Hin­ vegin hava vit í Tjóðveldi uttan himpr tikið undir við ópopulerum uppskotum, sum vit hildu vera neyðug. Eitt nú at skerja rentustuðulin. Knúskað bleytu virðini Vit kunnu skjótt semjast um, at bleytu virðini onga raðfesting hava fingið hjá ABC samgonguni. Og at veikastu samfelagsbólkarnir eru sleptir upp á fjall. Tað er rætt, at tikið er frá pensjónistum, steinur er lagdur oman byrðu hjá fleiri veikum samfelagsbólkum og familjur sum hava børn, ið bera brek hava truplari við at fáa endarnar at røkka saman, familjupolitikki kunnu vit skjóta ein hvítan píl eftir og eg kundi hildið áfram.... Men lat meg undirstrika – við feitum – at tað er sam­ gongan sum hevur framt allar hesar sparingarnar. Ikki alt tingið, men samgongan. Uttan mál og mið, og við áhaldandi at nartla og skerja hjá teimum, sum longu høvdu tað truplast í gerandisdegnum. Umframt at atkvøða ímóti meiningsleysu sparingunum hevur Tjóðveldi roynt at funnið alternativar loysnir, lagt upp til semjur og enntá víst á, hvar peningurin kann finnast ístaðin. Tjóðveldi virkið Tjóðveldi hevur lýst, kjakast, skrivað álit og ikki minst lagt fleiri uppskot fram, sum veru­ liga endurspegla hugburð floksins um javnbjóðis møgu­ leikar til øll í Føroyum. Lat meg nevna nøkur fá av uppskotunum vit hava lagt fyri tingið í andstøðu: • Átøk at minka um ung­ dómsarbeiðsloysið • Skuldarráðgeving til fólk sum eru fastlæst í fíggjar­ ligari skuldarfellu • Átøk í mun til rúmliga arbeiðsmarknaðin • Hækkaðan útbúgvingar­ stuðul til stakar uppi­ haldarar • Uppskot at skapa fjøl­ broyttari eldrabústaðir • Uppskot um nýggja for­ sorgarlóg Grundgevingar, takk Uppskotini eru øll feld við tunnum og ónøktandi grundgevingum, tað sama um talan hevur verið um uppskot til samtyktar ella lógaruppskot. Tó so at lestrar­ stuðulin til stakar uppi­ haldarar er hækkaður. Helt tað var neyðugt við hesum reglum fyri afturvísa einoygda hugburðin í greinini. Kritiskar, sakligar røddir eru vælkomnar og alneyðugar, men ábyrgdin av førda politikkinum er hjá tí ábyrgdarhavandi. Í hesum førinum samgongan. Tað er samgongan og samgongan einsamøll, sum hevur knúskað gerandisdagin hjá mongum – ikki allir 33 ting­ limirnir. Tað er í lagi at vera ósamdur og hava ymsar fatanir. Ingeborg Winther er vælkomin at siga ítøkiliga: Hvat saknar hon frá and­ støðuni? Hvat ger andstøðan nóg væl sum er? Hvat skal til, fyri at Ingeborg evnar at síggja mun á samgongu og andstøðu? Annars góða eydnu við semingini! Skjót samgonguna, Ingeborg! Nú tosað verður um at opna tveir handlar, ein í Tórshavn ella uppi í SMS og ein í Norðurstreymi, har rúsdrekka skal seljast, fyri at geva rúsuni betur inntøkugrundarlag, so má eg siga, at tað er langt úti. Hetta er í ansøgn við tann rúsdrekkapolitikk, sum tosað verður um. Vit eiga ikki á nakran hátt at fara út til brúkaran av rúsdrekka, fyri at fáa eitt hall burtur. Mín greiða fatan er, at landið má bera tað hall, sum stendur av hesum ella gera onkrar sparingar. Men nú er málið vent nakað, nú eru fólk farin at ganga ørindi fyri handlar, nú uppskot er lagt fyri tingið at flyta handilin úr Miðlon. Tá eitt stað skal brúkast, kann handil ikki tað sama vera har sum aðrastaðnni, eg spyrji. Um man vil hava egna inngongd til handilin, so ber tað til, nei hetta virkar sum onkur gongur ørindi fyri onkran, ella taki eg feil!? Rúsdrekka og spekulatión Gerhard Lognberg løgtingsmaður Hvat er trupulleikin við teimum góðkendu revisoru­ num, jú teir hava ikki staðið royndina til sítt fag. Hvat hevði hent á sjó­ mansskúlanum, um tú ikki stóð royndina, ja so fekk tú ikki prógvið. Sjálvsagt er tað harmuligt fyri tann, sum hevur havt ambisjónir um at gerast skipari. Sjálvur hevði eg ein spurn­ ing í løgtinginum til løgmann. Helt ikki at tað tænti nøkrum at fara at gjalda 1 ella 2 mió til kanningina, eg helt heldur at fólkini skuldu koyrast upp til nevndu roynd. Hvat segði løgmaður. Jú, segði løgmaður, vit skulu gjalda nakað fyri sann­ leikan, sum um eg ikki hevði hug til at fáa sannleikanum fram. Samstundis vaskaði hann hendur og segði víðari, eg sá helst at 33 atkvøddu fyri at reisa ákæru. Høgni Hoydal skein sum ein sól, nú løgmaður bað hann vera ein av teimum 33, sum skuldu døma í hesum nevninga­tingi løgmans. Høgni helst so smílandi fyri at hann vildi gjarna hjálpa samgonguni at »læsa upp fyri hesum máli«. Hví setur løgmaður ikki sjálvur tað í verk, sum skal gerast, hann tosar um hans­ ara tíð sum løgmaður. Tað er ikki talan um persónin Kaj Leo Johannesen, men um løgmansembætið. Hvat ger landsstýrið. Vit høvdu ein landsverk­ frøðing, sum bleiv so ella so ábyrgdaður fyri Hovsskúla, jú hann fekk 14 mánaða uppsagnartíð, also 9 mánaðir eyka kanska 55.000,00 kr. pr. mánað, knappa hálva mió í premiu. Hetta er skatt­ gjaldarans pengingur sum verður brúktur. Hvussu hongur hetta saman, eg spyrji, vit hava ikki pening so tey gomlu kunnu fáa nøktandi hjálp. Men at gjalda fyri kanningar, sum skattgjaldarin skal gjalda, tað er í lagið. Úrslitið av kanningunum kenna við sjálvi, ein slutur fyri ein slatur, sum kostar nógvan pening. Nei koyrið tey, sum hava fingið prógv av órøttum, upp til eksamiu, so er tað gjørt. Nei løgmaður ikki vaskað hendur og kasta frá tær til tjóveldi at spæla sær við, men vís løgmansembatinum tað tygn hon eigur, avgerðin liggur hjá tær. Nei eg hoyri einki annað í samgonguni at vit mugu spara, so lati okkum gera tað. Jú løgmaður latið okkum gjalda fyri sannleikan, til dømis hvussu tey gomlu hava tað, ella hvussu barna­ familjurnar hava tað, flaka­ fólkini hava tað, útróðrar­ menn og ein partur av okkara sjófólki, tað kundi eisini verið rættvíst. Um skopari verður av­ koyrdur ella onnur, sum ikki megna uppgávuna, ja so er ongin premia. Men tað fínara slagið, tá skal gjaldast og ongantíð ov nógv eftir uppsagnir. Hvør vaskar hendur Gerhard Lognberg løgtingsmaður