mikudagur 17. november 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160
20
Sosialurin
Bøkur
Smáu Seðlarnir
gjørduSt til Stóra
bygdarSøgu
BYGDARSØGA Veitst tú hvat, Petur Jacob: Tú ert ein dummur hundur. Soleiðis ljóðaði skoðsmálið um
bókarøðina »Úr Gjáar søgu« hjá Petur Jacob Sigvardsen. At tað var bygdarmaður hansara, Hans Jacob Debes,
professari, sum átti tey, gjørdi ikki støðuna betri. Petur Jacob stóð sum kánus, tí beint framman undan hevði
hin gjáarmaðurin róst bókunum upp til skýggja. Nú fekk hann ístaðin eina slíka skortfleingju. – Hvat meinar
tú við?, mátti eg so spyrja afturímóti, greiðir 78 ára gamli, men framvegis virkni rithøvundurin frá.
Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Gjógv: Pallurin fyri hesi sjáldsomu
hendingini við teimum ógvusligu
orðunum var heima við hús hjá pro
fessaranum í Havn.
Hans Jacob Debes hevur júst tá
ummælt báðar tær fyrstu bøkurnar
um søguna hjá heimbygd teirra.
Hetta hevði hann gjørt við stórum
áhuga og mestu lovorðum. Men
eftir gjøllari umhugsan var tó eitt
lítið MEN ein lítil, men kortini væl
meint viðmerking komin aftrat:
– Tað, sum tú, Petur Jacob, hevur
skrivað, er ikki bara søgan hjá eini
fjarskotnari føroyskari bygd. Heitið
á bókini er fullkomiliga skeivt. Tí,
tað sum tú í roynd og veru hevur
skrivað, er als ikki bert søgan hjá
Gjáar bygd. Hetta er einki minni
enn tann føroyska bygdarsøgan í
einum ávísum tíðarskeiði.
– Sært tú. Eindarmentanin og
bygdarlívið á Viðareiði, í Sumba
ella í Vágum var neyvan nógv
øðrvísi, enn tað var norðuri við
Gjógv. Tað eru kanska 70 prosent
av innihaldinum, ið er føroysk
bygdar søga, meðan restin er tað, ið
sermerkir ta einstøku bygdina, vísti
Hans Jacob Debes á.
– Ja, sigur Petur Jacob. Hann
hevði helst grein í sínum máli. Itu
bøkurnar kanska “Føroyska bygdar
søga tá og tá”, so høvdu tær helst
verið skjótari keyptar, hóast tær
nú mestsum eru útseldar.
Bygdin fúnar
Síðan fyrsta bókin um Gjáar søgu
kom út í 1997, eru fleiri komnar
henni á baki, har barnaminni og
tann gamla tíðin eru umrødd bæði
væl og virðiliga.
Men Petur Jacob gevst kortini
ikki á hondum. Hann arbeiðir nú
við teirri fimtu og helst seinastu
bókini í teirri røðini.
– Ja, henda bókin skal lýsa ta
nýggju tíðina; um hvat er broytt
við bygdarlívinum; hvar fólkini
eru farin; hví tey fluttu, og hvørja
av leiðing tað hevur havt fyri
bygdina.
– Hetta er kanska tann mest
spennandi bókin, tí hon fer at lýsa,
hvussu ein bygd fer, og hvussu hon
spakuliga sovnar og fúnar burtur.
Eg havi longu skrivað 120 tær fyrstu
síðurnar, staðfestir Petur Jacob.
Fyri veruliga at lýsa hetta áhuga
verda evnið hevur hann mestsum
longu gjørt av, hvør mynd skal
verða á permuna: Myndin skal vera
av tí nýggja býlinginum við teimum
mongu
summarhúsunum,
sum
ætlanin er at byggja við Gjógv.
Nýbakað breyð
Petur Jacob er borin í heim í eini
tíð, har fólk veruliga hildu saman
og brúktu tíð saman við hvørjum
øðrum, serliga í eini so fjarskotnari
bygd sum við Gjógv.
Barnaheim hansara var eitt
teirra, har nógv fólk komu á gátt
skýmingarsetur og um kvøldarnar.
Har búðu trý ættarlið undir sama
taki, og tað skapti sum vera man
ein serligan dám innanveggja.
– Mær dámdi sera væl at lurta
eftir og leggja mær í geyma tað,
sum tey gomlu bóru fram á manna
munni. Ja, tað kendist, sum var alt
dagsverkið eftirmett í køkinum
tær hugnaligu løturnar, tá ið breyð
eldurin brimaði í komfýrinum,
nátturða potturin kókaði á 1. holi,
ketilin stóð og fossfeldi á 2. holi,
meðan bláa tekannan stóð heit á
Hetta er kanska tann mest
spennandi bókin, tí hon fer at
lýsa, hvussu ein bygd fer, og
hvussu hon spakuliga sovnar
og fúnar burtur. Eg havi
longu skrivað 120 tær fyrstu
síðurnar
Errin gjáar
maður
Hans Jacob Debes hevði, eins og Petur Jacob stóran áhuga fyri
søguni um heimbygd sína.
Tá tær báðar fyrstu bøkurnar komu út, gav hann teimum eitt
sera gott ummæli. Her nevndi hann millum annað, at tær høvdu
tey eyðkennini, sum kravdust fyri einari lokalsøgu.
Undan útgávuni av Barnaminnum 1 og 2 læt Petur Jacob vinmann
sín lesa handritið ígjøgnum. Tað gekk kortini rúm tíð, til hann varð
liðugur við hetta. Men ein dagin boðsendi hann høvundanum at
koma á gátt hjá sær í Torfinsgøtu í Havn.
Eg fór so út hagar og kom innar í stovuna, har Hans Jacob sat
í eini leðursofu. Handritið lá á borðinum, men hann segði ikki eitt
einasta orð. Soleiðis gekk ein góð løta í tøgn ein long og heldur
løgin tøgn.
So reisti hann seg upp, kom yvir ímóti mær tigandi, og so hendi
tað, sum eg ongantíð havi gloymt: Hann hálsfevndi meg, ógvuliga
sinnisrørdur og segði so: “Petur Jacob. Nú eri eg errin av at vera
gjáarmaður. Hetta er eitt dygdarverk, sum tú hevur gjørt. Kann eg
ikki sleppa at ummæla tær, tá tær koma út?”
Og tú kanst ætla, at eg eisini var rørdur av hesi hendingini.
Eg hevði ikki væntað, at hetta skuldi gerast ein so sinnismerkt
uppliving, minnist Petur Jacob afturá.
Nú stóð so onnur útgávan í hesi røðini fyri, – hesa ferð tey bæði
bindini um ta gomlu tíðina. Hans Jacob, ið tá var vorðin heilsuveikur
náddi at ummæla fyrra bindið og Jákup Thorsteinsson ta seinna, og
fingu tær bøkurnar sama framúr góða skoðsmál eins og tær báðar
undanfarnu.