mikudagur 17. november 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160
Sosialurin
Bøkur
ringunum, og tú tevjaði royk av
nýbakaðum breyði. – Tað vóru løtur,
tú ongantíð gloymir!
– Her varð eisini tosað um, hvat
bátarnir høvdu fingið; hvussu
nógv kúgvin hevði mjólkað; hvat
dags arbeiðið hevði verið og onnur
daglig viðurskifti. Her varð alt
bygdarlívið – øll arbeiðsmentanin
á landi og sjógv havd til umrøðu,
greiðir Petur Jacob frá.
Undir hesum mannborna vís
dóm inum sat tann lítli og hugagóði
unglingin og lýddi á. Hetta hevði
kveikt áhuga hansara almikið, ja,
meiri enn tað: Hann var evnagóður,
hevði gott minni og fór so smátt
at skriva alt hetta niður, – fyrst á
smærri lepar, men seinni í tjúkka
bygdarsøgu í 4 bindum á 1328 síð
um.
Tað var tó ikki bert heima við
hús, at fólk soleiðis komu saman.
Handlarnir tá í tíðini í bygdini vóru
sannir mentanarberar, tí eisini har
komu fólk, helst eldri menn, saman
at tosa.
Eldorado
Ymiskt var sjálvandi, hvussu menn
dugdu at práta og gera burturúr.
Har sótu álvarsamir og fámæltir
menn, ið næstan ikki gloppaðu
munnin, men sótu bert og lýddu á.
So vóru tað aðrir, ið høvdu góðan
hug at práta. Men tú gavst tær far
um, at tað valdaðist, hvat ið prátað
varð um.
– Summum dámdi væl at tosa
um seyð, neyt, eplagrøði, hoygging
og tílíkt. Øðrum dámdi betur at
tosa um útróður og bjargaferðir.
Tað barst tær fyri, at har sótu skila
menn hvør á sínum øki og greiddu
frá, og at allir hinir, ið hetta vistu og
viðurkendu, sótu líkasum bert og
lýddu á og samtyktu tigandi, sigur
Petur Jacob.
Handlarnir lótu seint aftur, og
onkuntíð gekk prátið so lystiliga
til fram ímóti midnátt. Tað var ikki
hissini, sum ein fekk at vita har.
Páparnir tá á døgum vóru
hálvt árið á sjónum; men Petur
Jacob, hann var so heppin at eiga
eina mammu, ið var ófør at siga
frá, og ein abba, sum var sannur
barnavinur. Hann tók seg við sær
bæði til fjals, fjøru og at dyrgja,
og allastaðni royndi hann at læra
seg alt tað, ið har var at síggja í
bø og haga, fram við landi og ikki
minst um Búgvan, har hann var so
kunnigur sum fáur.
– So tú skilir, at Gjógv var eitt
satt eldorado hjá okkum børnum.
Ja, bygdin og øll tann fríða náttúran
var sum ein ovurstórur leikvøllur,
greiðir Petur Jacob íðin frá.
Á barnaárum hansara vóru har
aftrat nógv fólk í bygdini 283 í tali,
og ikki færri enn 53 skúlabørn.
Fjarstaddur
Tíðin við Gjógv fekk tó ein bráðan
enda, tí longu sum 14 ára gamal fór
Petur Jacob til Havnar. Men hóast
fjarstøðuna gloymdi hann tó als
ikki heimbygd sína.
– Tað var líkasum, at tá fekk at
síggja bygdina við øðrum eyg um,
og eg fekk eina sjónskari mynd
av henni. Ja, sjálvt um eg var fjar
staddur, so var eg kortini í huganum
helst nógv nærri bygdini enn
bygdar fólkið tey árini, eg skrivaði
Gjáarsøgu, greiðir hann frá.
Við sær í viðførinum út í ta stóru
verð kann ein siga, hevði hann ein
hóp av lyklaorðum frá barnaárum
sínum, og áhugan fyri tí fjølbroytta
bygdarlívinum varðveitti hann væl
og virðiliga í starvi sínum innan
skúlans gátt og fyrisiting restina
av lívinum.
Tað skuldu tó ganga mong ár,
áðrenn fólk skuldu fáa kunnleikan
um – og ikki minst gleðina av –
hesum stóra ríkidøminum um eina
farna tíð á bygd, sum hann nú hevði
fest á blað. Tí longu á ungum árum
týddi Petur Jacob fleiri bøkur.
At Petur Jacob hevur góðar gávur
at málbera seg skrivliga, kom eisini
til sjóndar fyrst í 80’unum, tá ið
hann vann 1. virðisløn í eini kapping
hjá Fróðskaparsetrinum um torv og
torvarbeiði. Tað var tó kortini ikki
fyrr enn í 1997, tá ið hann fór úr
starvi í Landsskúlafyrisitingini, at
hann av álvara fór at skriva.
At hann síðani ikki fekk aftur
hald, hava mong fólk kunnað glett
seg um í stóru bókaverkum hansara
um bygdarlívið, torvarbeiðið og
sjáldsamar hendingar hesi seinastu
10 árini. Tá eru ikki allir teir hundr
að tals sálmarnir og sangirnir taldir
við, sum hann eisini hevur latið úr
hondum í sínum langa lívi.
Full vissa
Tað man kortini vera stóra, áhuga
verda og rúgvismikla verk hansara
um heimbygdina, sum á mangan
hátt hevur skapt fyridømi fyri tí
líkar bygdarsøgur.
Sum nevnt omanfyri, hevur
Petur Jacob valt eina aðra leið í
hesum verkum sínum. Men størsta
ynski hansara er at lýsa kærleika
sín og vísa áhuga fyri bygdini og
fólkinum, sum har hevur búð og
framvegis býr.
Gjógv var eitt satt
eldorado hjá okkum børnum.
Ja, bygdin og øll tann
fríða náttúran var sum ein
ovurstórur leikvøllur
Framhald á næstu síðu
1328 síður
Tað er ikki hissini bókaverk, ið Petur Jacob Sigvardsen hevur latið úr hondum. Bara søgan um heimbygd hansara, Gjógv, telur fýra bind og fevnir um 1328 síður.
– Eg havi longu skrivað 120 síður í teirri fimtu og seinastu bókini. Henda setir spurningin: Hví ið heimbygd mín fúnaði burtur, sigur 78 ára gamli rithøvundurin