mikudagur 17. november 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160
22
Sosialurin
Bøkur
Seinasti róðurin
Lag: Alt, hann átti á fold, var ein koyggja.
Amerikanskt fólkalag.
Lat meg rógva mín seinasta róður,
nú ið Norðhavið randað er reytt;
her eg bíði á bekkinum móður,
til í havsbrúnni sólin er sett.
Niðurlag:
Læn mær lummin* á seinasta sinni,
lat meg damla í Gjónna í dag,
- skjótt við støðna so eri eg inni,
nú mær Norðhavið svanasong kvað.
Lat meg enn hoyra fuglarnar láta,
síggja Búgvan og Bugin í kvøld;
mangan minnist meg róðurin váta,
– nú mær hondin um lummin er køld.
Lat meg enn nema náttúru fríðu,
skoða heimbygd í setandi sól,
nú eg berist á báruni blíðu
heim til hana, ið alva sín ól.
Nú so korkareyð fjøllini standa,
og víst vøkkult er áralag mítt;
brátt ei nakað kann meira meg granda,
tí til lands eg meg skjótt havi strítt.
* lummur er handfang á ár.
Yrktur 28. juni 2009.
Petur Jacob Sigvardsen
Yrktur um abba, ið kom deyðsjúkur aftur av Klaks
vík ar sjúkrahúsi við Pride, og sum ynskti at rógva
sín seinastu róður inn í Gjónna við Gjógv.
Petur Jacob dugir sjáldsama væl at greiða frá
barnaminnum sínum. Hesi minni gevur hann
sera gott pláss í bókum sínum í teirri deildini, sum
hann kallar “Barnsins gaman”, har hann lýsir bæði
dreingja- og gentuspøl.
Eitt av hesum minnum er frá fyrstu tíðini undir
2. veraldarbardaga, har hann serliga væl minnist ta
einu løtuna:
Hann hevði verið og fiskað síl, og var næstan
komin heim undir Skarð, tey siga. Væl hevði honum
gingist, og fongurin var góður. Tá var friðurin
brádliga burtur av einum taktføstum ljóði, ið kendist
so fremmant.
– Eg hugdi niðan eftir bygdargøtuni og síggi, at
nú kemur ein flokkur av skotskum hermonnum í
hergongu tveir og tveir við hjálmum og byrsum
gangandi út um skarð. Slíkt hevði eg ongantíð sæð
áður, og eg gjørdist hjartkiptur og tók til beins í
stundini heim til húsa. Eg haldi ikki, at eg nakrantíð
havi runnið so skjótt sum hesa ferðina, sigur Petur
Jacob við einum brosi.
Men hermenninir høvdu tó ikki illverk í
kvittanini, men vóru bæði blíðir og týðir - og eisini
gávumildir. Við sær høvdu teir sjokulátu, sum ikki
var hvønndagskostur tá í bygdini, og hana fingu
børnini so eisini at smakka.
– Seinni, vit stóðu uttan fyri Fornhúsini, tók ein
teirra ein lut úr skjáttuni. Hann trýsti á ein knøtt,
og so kom eitt út, ið síðan vísti seg at vera ein
sleingitráða.
– Eg átti eina tráðu, sum eg helt vera fína, men
har fekk eg annað at síggja. Hann koyrdi síðani hjól
á tráðuna, bant flugur á dorgina og fór so at fiska. Og
mín sann, um hann ikki syfti eitt sílið fyri og annað
eftir, meðan vit smábørn stóðu staroygd og hugdu
at hesum fremmanda undurtóli, ið so snildisliga
lokkaði øll hesi heimføddu sílini í felluna.
– Á Harragud, sum eg tráaði eftir at eiga eina
slíka tráðu.
Trá(ð)an
Barnaheimið
- Mær dámdi sera væl at
lurta eftir tí, sum tey gomlu
bóru fram her í barnaheimi
mínum, sigur Petur Jacob
Sigvardsen. - Hetta vóru løtur
sum ein ongantíð gloymir!
At fara undir at skriva eina sam-
fulla bygdarsøgu var ikki bara sum
at siga tað. Petur Jacob fór undir
arbeiði sítt við stórari virðing og í
eyðmýkt, og farast mátti miðvíst
til verka.
– Eg hugsaði við mær sjálvum, at
her vóru so nógv onnur lærd fólk,
sum saktans kundu skriva eina
slíka. Men tá ið tað sást at vónin
bliknaði, setti eg meg við telduna,
tí eg helt, at tey ið undan gingu,
høvdu so vissuliga uppiborið, at
okk urt varð fest á blað teimum til
heið urs, vísir Petur Jacob á.
Tann, sum hevur lisið í ella
blað að
gjøgnum
bøkurnar
úr
Gjáar søgu, kann skjótt sanna, at
her er talan um eitt meistaraverk.
Eitt verk, sum Hans Jacob Debes,
professari, javnmetti við líknandi
stór verk aðrastaðni í Europa.
Í sínum nærlagda arbeiði við
bóka verkum sínum hevur Petur
Jacob lagt dent á, at tað, sum
skrivað og útgivið var, skuldi vera
rætt. Hann hevur tí lagt stóran
dent á at hava samstarv við holl
heimildarfólk í bygdini.
Tað er helst so, sum hann sjálvur
tekur til: – Eg havi roynt at vera
varin við at seta nakað á prent, sum
eg ikki hevði fingið vissu fyri. Men
lýtaleyst er einki mannaverk – og
heldur ikki mítt!
– Tí kendi eg meg, hóast alt,
rætti liga tryggan við tilfarið, tá ið
tað varð givið út. Alt kann jú ikki
rúmast í einum høvdi, og tí var tað
gott, at eisini onnur høvdu lisið tað
frammanundan.
snorri@sosialurin.fo