Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160 26 Sosialurin Bøkur Hon er kanska ikki so smart og nútímans, sum fleiri nýggjari bøkur, men eftirspurningurin hevur verið stórur og javnur, síðani seinasta upplagið varð útselt fyri fleiri árum síðani. Og tað prógvar ein tørv á eini tílíkari bók. Tí umframt at vera ein kókibók við fleiri enn 300 uppskriftum, so er siðsøguligi parturin eisini ein varði í føroyskari mentan. Marius Johannesen greiðir væl frá um siðirnar í sambandi við korn, fisk, grind, seyð og annað, og tað hevur stórt virði í dag. Tað er jú eingin loyna, at matmentanin er broytt bæði nógv og skjótt seinastu árini, og tað munnu vera fleiri ungfólk, sum noyðast at leita sær hjálp og ráð, tá serføroyski maturin skal á borðið. Eitt dism Í fororðinum stendur, at høv­ undarnir Óluva Skaale og Marius Johannesen við fyrstu bókini vildu "fylla tað pláss út, sum leingi hevur verið tómt á júst hesum økinum". Men meðan hópatals føroyskar kóki bøkur eru lagdar afturat síðani 1974, tá fyrsta útgávan av Matur og Matgerð kom út, so er tað framvegis bara einans kókibók, sum viðger siðsøguligu matmentan okkara og sum hevur uppskriftir uppá allan hugsandi føroyskan mat. Aftarliga í bókini er eisini hent vitan, til dømis ein frágreiðing um gram í mun til desilitrar, ella súpu skeiðir, kaloriutalva, umframt daglig kaloriunýtsla hjá monnum og kvinnum. Mangan hevur verið smílst at mátum í bókini, sum til dømis: "eitt sindur", "ein neva" ella "eitt dism", sum í dag verða mett at vera óneyvar frágreiðingar, tí hvussu nógv er eitt sindur? Men hetta vísir í stóran mun ein serligan hugburð til matgerð, har tú verður noydd/­ ur at smakka teg fram, og har matgerðin er ein náttúrligur partur av gerandisdegnum. Hóast tað kanska serliga eru eldru ættarliðini, sum gleðast um, at Matur og Matgerð nú er endur­ prentað, so er hon minst líka so aktuel hjá unga ættarliðum, sum nú skal seta føtur undir egið borð. Hetta ættarliðið hevur lættari við at gera eina thailendska karrywok, eina japanska sushi crabroll ella ein franskan búff enn at steikja lippur, fylla lundar ella gera garnatálg, og til tað nýtist teimum eina kókibók við føroyska matinum ­ eitt eintak av Matur og Matgerð. snorri@sosialurin.fo Klassikarin í føroyska køkinum BÓK Matur og Matgerð er tann góða gamla kókibókin, sum við tíðini hevur vunnið sær hevd sum ein klassikari í føroyska køkinum. Um tað seinasta mund­ ið – í 1996/97 – tá ið Hans Holm, lektari, og eg gjørdu tær mongu send ingarnar fyri Útvarp Føroya um øll heimsins lond og fólk, komu vit ásamt um at fremja eitt fleiri ára gamalt hugskot í verki: Søguna um jødarnar. Hans Holm hevði nevnt hetta rættiliga ofta, og eg gjørdi so av eftir eina víð fevnda eftir­ meting at fara undir røðina, tí at eg staðfesti, at við teirri miklu og objektivu vitan, Hans Holm hevði um evnið, fór hetta at verða tað higartil einasta før oyska væl skjalfesta, søguliga tilfarið, vit fóru at eiga um ta ótrúligu søguna um jødarnar heilt frá teirri løtu, patriarkurin Ábraham fór úr Ur í Kaldea í núverandi Irak við sínum fólki og fæ, og til okkara dagar. Søgan um jødarnar varð endursend í 2009 í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, og mong spurdu meg tá, um eg kanska ikki átti at roynt at givið tilfarið út í bók. Frásøgnin er skrivað niður og kemur nú út í bók. Teksturin er so nær við frásøguformin sum til ber, tó at eg havi gjørt eftir málsligum tilmæli og málsligari ráð geving. Tær bíbilsku endurgevingarnar eru úr týðingini hjá Dahl. Bókin er styðjað við mongum myndum og viðkomandi mynda teksti. Søgan um jødarnar er ætlað sum undirvísingartilfar og skjalsannað, áhugavert, hugtakandi og spennandi søguligt tilfar, sum øll kunnu ogna sær. Alla halgannadag 2010 Sonne Smith Sosialurin 341800 Mær er sagt um ein stað eftir Petur Jacob Sigvardsen Í hesi nýggju bókini, sum er 432 síður, eru 278 sálmar og sangir. Av teimum eru 149 upprunaligir og 129 týddir. Um leið 230 hava ikki áður verið á prenti. Teir eru yrktir til kend løg og tí lættir at syngja. Aftast í bókini eru 42 stuttlestrar. Hon er hent jólagáva, nú nýggjur sálmasongur hevur tikið seg upp her á landi. Bókin, ið kostar 350 kr., fæst til keyps í handlum kring landið. Til ber eisini at ogna sær hana beinleiðis frá forlagnum, ið sendir hana – uttan meirkostnað – beinleiðis til tygara. Forlagið Búgvin tlf. 214719/314719 · teldupost pjs@post.olivant.fo Sosialurin 341800 Óluva Skaale