mikudagur 17. november 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160
28
Sosialurin
Bøkur
Vilmund Jacobsen
Nú blaðið í dag snýr seg um bøkur,
hildu vit, at tað kundi verið eitt
íkast til stuttleikar at tikið fram, at
fleiri, sum arbeiða í Miðlahúsinum
ella eru knýtt at húsinum, hava
skrivað og útgivið bøkur.
Nógv ymisk tiltøk eru í Miðla
húsinum millum ár og dag, og fleiri
høvundar hava eisini lagt fram
sínar bøkur í hugnaligum umhvørvi
í húsinum.
Seinasta bókaframløgan í Miðla
húsinum var seinasta fríggjadag, tá
ein av okkara starvsfeløgum, Árni
Joensen, legði fram sína nýggju
bók, sum kallast ”Góðan morgun,
tað er politiið”.
Undan eini slíkari framløgu ein
fríggjadag ganga kanska fýra fólk
niðri á kaffistovuni, sum øll hava
tað til felags, at tey hava givið út
bøkur. Tá kann onkur í skemti
hava tikið til, at ”tú arbeiðir ikki í
Miðlahúsinum uttan so, at tú hevur
givið eina út...”
Tað er so tað.
Men ein sannroynd er, at til
samans átta fólk, sum í dag eru
knýtt at húsinum, hava givið út
eina ella fleiri bøkur.
At hesi eru so mong í tali, komst
eisini til sjóndar mánadagin, tá vit
skuldu taka eina felagsmynd av
teimum øllum.
Umframt teir fimm, sum eru
á felagsmyndini, vistu vit, at Óli
Jacobsen og Óli Petersen ikki vóru
tøkir til myndatøku tíðliga seinna
partin hendan dagin.
Eyðun Klakkstein, sum hevur
givið út tvær bøkur um tónleik, er
heldur ikki við á felagsmyndini.
Árni Joensen
Taka vit fyrst Árna Joensen, sum
júst er komin við nýggjari bók,
kunnu vit siga um mannin, at
hann hevur fingist við tíðinda
arbeiði í ein hóp av árum. Í fleiri
ár tilsamans hevur hann verið
knýttur at Sosialinum, men hann
hevur eisini gjørt ein hóp av
útvarpssendingum.
Fyrsta bókin hjá Árna kom fyri
seks árum síðan. Tað var bókin
"Við úthavsins strendur" fyrra
bók. Hin seinna kom árið eftir.
Hesar bøkur eru um vanlukkur í
Norðuratlantshavi síðani 1950, og
tær fingu góða móttøku.
”Góðan morgun, tað er politiið”
snýr seg um mikumorgunin hin 16.
november í 1994, tá politiið bankaði
á dyrnar á skrivstovum og heima
hjá privatfólki í Føroyum. Fólk
fingu at vita, at tey vóru handtikin,
skuldsett fyri at hava svikað ímóti
landinum, og at politiið hevði fingið
loyvi til at rannsaka skrivstovuna
ella húsini fyri at fáa fatur á skjølum
um skipabygging. Tá dagurin var av,
hevði politiið skuldsett 46 fólk fyri
svik ella roynd at svika og hevði
lagt hald á fleiri tons av pappíri.
Bókin er um tað, sum hendi upp
undir hendan dagin, sjálvan dagin
og um tað, sum hendi aftaná.
Árni Joensen og húski hansara
fluttu Danmarkar at búgva í 1997 og
búsettu seg í Esbjerg. Har búgva tey
framvegis, og tað er haðani, hann so
trúliga skrivar tilfar til miðlarnar í
Miðlahúsinum.
Snorri Brend
Hann hevur drúgvar royndir sum
blaðmaður á ymiskum bløð um í
Føroyum, seinastu árini á Sosial
in um. Árini 19811982 gekk hann á
Gimle kollen Midia senter í Kristian
sand, og árini 19911993 arbeiddi
hann sum samskiftisráðgevi hjá
Heimamissiónini í Nesvík.
Snorri er annars útbúgvin pleyg
ari í Viborg í 1991.
Bókin ”Hon fór út” er søgan
um Kaju Nemuel úr Rituvík, ið
virkar sum trúboðari í afri kanska
landinum Nigeria fyri danska
missiónsfelagsskapin Sudan missi
ónina.
Tað var Heimamissiónsforlagið,
sum stóð aftanfyri bókina, ið kom
út í oktober í 1999. Bókin kom út júst
30 ára dagin fyri, at Kaja Nemuel
varð send út sum trúboðari.
Snorri var sjálvur og vitjaði í
Nigeria á heysti 1997, har hann
hevði samrøður við Kaju og fólk í
hennara umhvørvi.
Kaja Nemuel er framvegis í
tænastu sum trúboðari í landinum.
Sama ár, sum bókin kom út, fóru
Snorri og familja hansara sjálvi
avstað sum trúboðarar til Mali, sum
eisini liggur í Afrika.
”Hon fór út” gevur eisini eitt
innlit í andaliga lívið í Rituvík í
fimmtiog sekstiárunum og av
teimum persónum, sum høvdu
avgerandi týdning fyri andaliga
lívið hjá Kaju Nemuel.
Í 1996 umsetti Snorri bókina
“Hin vænasta rósan” eftir Dorthe
Vestergaard Stieper, og her var tað
eisini Heimamissiónsforlagið sum
gav út.
Bókin er um eina unga trúgvandi
gentu sum fær staðfest krabbamein,
og sum at enda má geva upp stríðið
ímóti hesi herviligu sjúku.
Í 1996 kom út “Missións sang bókin”,
ið er sangbókin sum verður nýtt í
samkomum hjá Heima missiónini
og Kirkjuliga Missións felagnum. Ein
serstøk sangbóka nevnd fyrireikaði
hesa bókina, og við í hesi nevnd var
eisini Snorri Brend.
So hevur tú Skrivað
eina ella fleiri
Onkur hevur í skemti tikið til, at ”tú arbeiðir ikki í Miðlahúsinum í Vágsbotni uttan so, at tú
hevur givið eina bók út...” Tað er nú ikki heilt rætt, men hinvegin er tað ein sannroynd, at í
minsta lagi átta fólk, sum arbeiða í húsinum ella hava tilknýti til húsið, hava givið út bøkur. Vit
hava í hesi greinini hugt eitt sindur eftir, hvørjar bøkur hesi fólk hava latið úr hondum
Tað eru ikki bara teir fimm á høvuðsmyndini, sum arbeiða fyri Miðlahúsið og hava givið
út bøkur. Tað hava Óli Jacobsen, Óli Petersen og Eyðun Klakkstein eisini