mikudagur 17. november 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160
Sosialurin
Bøkur
Birgir W. Høgnesen
Ein annar starvsfelagi í Miðla
hús inum, sum ikki er blaðmaður,
men marknaðarmaður, er Birgir
W. Høgnesen, sum er føddur og
uppvaksin í Klaksvík, men giftur
og búsitandi í Vestmanna.
Hann hevur eisini givið út bók.
Hetta er bókin ”Teir tóku kjansin”,
sum kom út í 2005.
Bókin er um fyrsta hekkutrolara
føroyinga, Kap Farvel, sum vest
menningar keyptu úr Týsklandi hin
5. mai í 1966.
Í bókini eru samrøður við
meklaran, sum stóð fyri keypinum,
og har eru eisini fleiri samrøður við
menn, sum vóru við skipinum.
Aftast í bókini er frágreiðing
um, hvar Kap Farvel endaði sínar
dagar, og har eru eisini flestu
mann ingarlistar og avreiðingar,
sum skipið hevði undir føroyskum
flaggi.
Vit skulu einki avdúka her, men
vit hava skilt, at hetta neyvan
verður seinasta bókin hjá Birgiri W.
Høgnesen, sum arbeiðir við onkrari
skipasøgu aftrat.
Áðrenn hann fór at selja internet
fyri Tele Tech og seinni kom í
Miðlahúsið, var Birgir sølumaður
hjá Føroya Lívstrygging í 12 ár.
Hann hevur eisini fingist við
annað søluarbeiði og hevur soleiðis
eisini selt bilar. Tilsamans hevur
Birgir W. Høgnesen arbeitt sum
sølumaður ymsastaðni í samfull 21
ár út í eitt.
Magnus Gunnarsson
Magnus Gunnarsson skrivaði í 2002
bókina “Auto altíð til tænastu”.
Bókin varð skrivað í sambandi
við, at bilstøðin Auto í Havn hevði
fimmti ár á baki í 2002.
“Auto altíð til tænastu” er í
fyrsta lagi um bilstøðina Auto, sum
var stovnað í 1952. Bókin byrjar við
søgubrotum um fyrstu bilarnar í
Føroyum og um bilkoyring í Havn
og út frá høvuðsstaðnum.
Í bókini verður eisini skrivað
um aðrar bilstøðir í býnum, eins og
myndir eru av bilum, bilførarum og
støðgentum á bilstøðini Auto.
Nógv
verður
eisini
gjørt
burtur
úr
rutukoyring
eftir
Oyggjarvegnum og um bilførarar,
sum koyrdu hesar rutur.
Magnus Gunnarsson er útbúgvin
bilmekanikari og arbeiddi í fleiri ár
sum slíkur. Í ár 2000 byrjaði hann
at skriva um bilar í Sosialinum, her
hann kom í fast starv í 2003.
Hann tekur sær eisini av ”Nøvn
um í vikuni”, umframt at hann
hevur fastan tátt á Rás2, sum nú
kallast Vinnu & Bilradio.
Áðrenn Magnus Gunnarsson
kom í fast starv á Sosialinum,
arbeiddi hann hjá Posta í eini seks
ár.
Vilmund Jacobsen
Hann telist eisini millum ”rotturnar”
í føroysku blaðverðini gjøgnum
mong ár. Áhugamálini eru serliga
fiskivinna, arbeiði á landi og lívs
søgur.
Leiðin innan blaðmannayrkið
byrj aði á 14. September, og í nøkur
ár var hann blaðstjóri á floks
blaðnum.
Í meiri enn 10 ár stóð hann fyri
útgávuni av FFblaðnum hjá Føroya
Fiskimannafelag, og síðan í mars
2002 hevur hann verið í føstum
starvi á Sosialinum.
Í endanum av 2008 gav Vilmund
Jacobsen út bókina ”Umborð –
søgur um siglandi”, sum í fyrsta
lagi byggir á samrøður við umleið
50 sjófólk, sum hann hevur havt
í Sosialinum gjøgnum nøkur ár.
Onkur samrøða er tó við, sum ikki
hevur verið á prenti áður.
Hvør persónur er ein søga í sær
sjálvum, men tað er ikki altíð, at
fólk sjálvi halda, at júst teirra lív
hevur verið nakað serstakt.
Í bókini ”Umborð – søgur um
siglandi” verður dentur lagdur á
sjólívið, men onnur viðurskifti eru
eisini tikin við, sum í stuttum lýsa
lívið hjá hesum fólkum.
Ein av søgunum í bókini er um
Hans Magnus Hansen, sum á vári
í 2004 mundi doyð á Norðhavinum,
tá bátur hansara fekk ein sjógv og
sakk upp á onga tíð.
Tað var eitt Guðs undur, at ein
maður umborð á einum øðrum báti,
sum var á veg til lands hesa løtu, sá
Hans Magnus, sum tá stóð uppi á
forrútinum á sokna báti sínum –
við ongari vón um bjarging.
”Umborð – søgur um siglandi” er
út við 300 blaðsíður.
Óli, Óli og Eyðun
Óli Jacobsen, sum eisini er knýttur
at Miðlahúsinum, skrivaði í fjør
bók um Elsu Jacobsen, trúboðara.
Bókin, sum kallast ”Mítt Etiopia”,
er um lív hennara í Etiopia sum
trúðboðari og sjúkrasystir, og tað
var Kirkuliga Missiónsfelagið, sum
stóð fyri útgávuni.
Síðst í oktober í ár kom Óli við
nýggjari bók, hesaferð um havnar
mannin, Daniel Jacob Danielsen,
vanliga róptur Dollin.
Dollin var trúboðari í Kongo
190103, ið tá varð stýrt sum eitt
blóðugt einaræði av belgiska kong
inum Lepold II. Byrjanin til endan
á valdinum hjá Leopold varð ein
kanningarferð eftir Kongoánni hjá
bretska konslinum Roger Casement,
har Dollin var skipari.
Komin heim til Bretlands á
heysti 1903 fór Dollin undir eina
fundarrøð um støðuna í Kongo.
Henda fundarrøð var byrjanin til
eina fólkarørslu, sum var beinleiðis
orsøkin til, at Leopold mátti lata
Kongo frá sær í 1908 til belgiska
statin.
At føroyingur hevði lyklaleiklut í
hesum verður prógvað við skjølum
úr bretskum søvnum.
Men Óli Jacobsen er ikki liðugur
enn og kemur við einari bók aftrat
fyrst í desember í ár.
Hetta er ein bók um Petur Alberg,
ið gjørdi lagið til tjóðsangin.
Hin 15. desember í ár eru liðin
125 ár, síðan hann var føddur, og
tað er í hesum sambandi, at Óli
kemur við hesi bókini, har søgan
um tjóðsangin eisini er við.
Sum skilst, er ætlanin at halda
125 ára dagin í Müllers Pakkhúsi.
At enda í hesi umrøðu av rit
høvundum, knýttir at Miðla hús
inum, kunnu vit nevna Óla Petersen
og hansara mongu tekningar í
Sosialinum, sum eisini eru útgivnar
í bók.
Ein ungur maður, sum ikki skal
verða gloymdur í hesum umfari,
er Eyðun Klakkstein, dugnaligur
journalistur, sum fyri nøkrum árum
síðan gav út bøkur um tónleik.
Til allar seinast skulu vit nevna,
at ábyrgdarblaðstjórin, Jan Müller,
sum í løtuni er í farloyvi, eisini
er í holt við at savna tilfar, hann
gjøgnum árini hevur skrivað um
olju, og tað hevur hingið í luftini, at
hann ætlar sær at geva hetta tilfar
í bók ella bókum.
vilmund@sosialurin.fo
Felags fyri teir allar er, at teir arbeiða fyri Miðlahúsið og hava givið út bøkur, fv.: Árni Joensen, Vilmund Jacobsen, Birgir W. Høgnesen, Magnus Gunnarsson og Snorri Brend
Mynd: Jens Kristian Vang