Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160 30 Sosialurin Bøkur Nú jólini nærkast, fara bóka­ vørðirnir á býarbókasavninum í goymsluna at finna fram jólabøkurnar. Tað eru bøkur um jólaprýði, jólasangbøkur og bøkur við jólasøgum, sum eins og vættrarnir ikki eru frammi summarhálvuna. Í desember er jólastova á barnabókasavninum, har øll kunnu koma inn at gera jóla­ prýði. Tilfar liggur frammi all­ an jólamánaðin. Í sambandi við at Býar bóka­ savnið verður víðkað niður í gøtu hædd, er inngongdin fyri bils flutt í Sverrisgøtu. Tá nýggja hæddin verður tikin í nýtslu, verður tað ætlandi við sjálvgreiðslu til lánararnar, og við íblástri úr grannalondunum verður ein café í sama húsi. Tá gøtuhæddin er innrættað, fer bókasavnið at vera munandi størri, og víðkaðu karmarnir geva møguleika fyri tiltøkum og framsýningum. snorri@sosialurin.fo Snorri Brend Fyri mong kann hetta tykjast óveru­ ligt at gera: At kunna skriva eina heila bók? Hvussu nógvar síður snýr tað seg so um? Kanska 200.000 bókstavir í rættari raðfylgju. – Tað megni eg í øllum førum ikki, hugsa mong. Men her kemur Britt Malka við góðum ráðum, til teirra sum ganga við somu hugsan, og ikki vita, hvussu tey koma víðari. Hvussu fer ein undir hetta? Og síðst, men ikki minst, hvussu ger ein hesa bókina lidna? – Fyrsta bók mín tók mær nakrar mánaðir at skriva, og um eg ikki hevði havt eina deadline og alt tað, hevði eg helst ongatíð havt skrivað hana. – Eg lærdi her, at ein skal ikki hugsa um, at ein skal skriva eina bók við 200 síðum. Tú skalt heldur hugsa um, at tú skalt skriva 20 kapitlar sum hvør hevur 10 síður. Ella enn betri, – tú skalt bara hugsa um, at tú skalt skriva ein kapittul um vikuna, um mánaðin, ella eina síðu um dagin. Fólk megna uttan iva at skriva eina síðu um dagin, tí 2000 orð eru skjót at fella niður á blað. Hugarok Men áðrenn tú fert undir hetta, er tað eitt gott hugskot at hava eina ætlan. Byrja við at skriva alt niður, sum tær kemur í huga; alt tað sum hevur við evnið at gera, og alt tað sum kanska skal við í bókina. Aftaná kanst tú strika tey notatini, sum kortini ikki hoyra við til evnið. Síðani kanst tú bara byrja har, sum tað kennist lættast. Tað er ikki vist, at tú skalt byrja við 1. kapitli. Málið Set tær eitt mál, og far ikki frá telduni, fyrrenn málið er rokkið. Málið nýtist ikki at vera so stórt. Tað var kann snúgva seg um 100 orð, 200 orð, 1000 orð ella 2000 orð. Ella dámar tær betri at rokna alt út í síðum, vel so eina hálva síðu, eina síðu, tvær síður, fimm síður ella 10 síður. – Tað týdningarmesta er, at tú setur tær eitt mál ­ og røkkur tí. Skriva Í fyrstu kladduni skalt tú bara skriva so skjótt sum tú yvirhøvur kanst. Hugsa ikki um, hvussu orðini verða stavað, ella hvar komma’ið skal standa. Tað ræður um at festa alla tína hugsan á blað so skjótt sum møguligt, og um hon koyrir teg um koll, tak so bara notatir. Á sama hátt skalt tú hava pappír og blýant við hondina, um tú kemur at hugsa um okkurt, tú eigur at hava við í einum øðrum kapitli, enn honum tú beint nú arbeiðir við. Aftaná kanst tú lesa alt ígjøg­ num, gjarna nakrar dagar seinni, og rættar í tí sum skal rættast. Og áðrenn tú gevur tí gætur er bókin skrivað ­ nærum av sær sjálvum. snorri@sosialurin.fo Soleiðis skrivar tú eina bók SKRIVA – Hevur tú luttikið á skeiði fyri rithøvundar fekst tú helst at vita, at tú uttan iva hevði skrivað tína fyrstu bók, áðrenn skeiðið var liðugt. Hesa uppliving var danski rithøvundurin, Britt Malka eisini fyri. Nú býtir hon út av royndum sínum. Tað er bara at fara í gongd við at skriva. So koma bókstavirnir av sær sjálvum, og áðrenn ein grunar tað, er bókin liðug. – Tað hendir næstan av sær sjálvum, sigur rithøvundurin Britt Malka (innfeld) Ígongd Set tær eitt mál, og far ikki frá telduni, fyrr­ enn málið er rokkið Jólastova á býarbóka­ savninum Snorri Brend USA: Sambært New York Times dámar teimum lesandi betri bøkurnar, tí tað er lættari at leypa fram og aftur millum kapitlarnar. Og tí at ein kann skriva í breddan. Josephine Mollerup, ið lesur danskt á Københavns Uni­ versitet, tekur pappírini fram um telduna. – Tað er lættari at brúka eina bók. Tað er lættari at strika undir; tað er lættari at blaða, og tað er haraftrat lættari at skriva eina lítla viðmerking í eina bók, sigur hon, sambært dr.dk. Broyting í Á Danmarks Pædagogiske Uni versitet váttar Søren Kruse, prodekanur, at teimum lesandi dámar betri pappírið enn skíggjan. Men nýggjar tíðir eru áveg ­ is. Tað sær ein longu nú í fólka­ skúlanum og studenta skúl un­ um. – Tey ungu og børnini hava heilt aðrar vanar við at brúka teir elektronisku miðlarnar. – Um vit tosa um sama evnið um fimm ár, so trúgvi eg at alt er broytt, sigur hann. Bókin vinnur á telduni Trý av hvørjum fýra lesandi vilja heldur hava pappírsbøkur enn ein skíggja, vísir ein kanning frá Student Public Interest Research Group. Børn og bøkur finna hvørt annað á Býarbókasavninum nú jólini standa fyri framman