Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-17, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 2010síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160 42 Sosialurin Bøkur Virkin John Myllhamar (1949) hevur týtt fleiri bøkur, skrivað tvær lestrabøkur, hevur skrivað og umsett ein hóp av sálmum og sangum, og hevur nú skrivað hesar fimm bøkurnar í røðini við skakandi tilburðum. Í 1990 týddi hann bókina “Tá ið vit missa ein kæran” eftir Fredrik Wisløff. Í 1992 “Hvíld á sjúkraleguni” eftir H.E.Wisløff. Í 1995 “Í góðum hondum” eftir Georg S. Geil, og í 2006 “Náttin verður morgun” eftir Georg S. Geil. Í 2006 gav hann haraftrat út fyrru lestrarbókina “Orð títt er sannleikin”, og fyrr í ár næstu lestrabókina “Í fyrstuni var orðið”. VÆL UMTÓKTAR Bøkurnar við skakandi tilburðum hava verið sera væl móttiknar av fólki. Teir hava selt bókina í bókhandlum og við at ganga frá húsi til hús. Úrslitið er, at bókin hevur ligið ovarlaga á sølulistunum. - Vit eru sera fegnir um undirtøkuna, sigur John Myllhamar Mynd: Jens Kristian Vang Um allar hesar hend ing arnar ikki vórðu skrivaðar niður, var stórur vandi fyri at tær fóru í gloymskuna. Nú eru fleiri teirra savnaðar saman í hesi bókarøðin