Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-17, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160 Sosialurin Bøkur Snorri Brend Sandavágur: – Tað hevur verið sera áhugavert at tosa við øll hesi menniskjuni, sigur 61 ára gamli John, sum er ættaður úr Skálavík. Hann hevur fingið tann ótrúliga møguleikan at tosa við fólk, sum á einhvønn hátt hava verið úti fyri skakandi tilburðum á sjógvi, á landi og í luftini. Fyri hann hevur hetta verið eitt sera gevandi og læruríkt arbeiði, tí tey hava livað seg inn aftur í til­ burðin. Hesar frásagnir hava ført til aðrar spurningar, um tað var av tilvild; ella um ein hægri hond var við, tá ið ein neyðstøða ella álvarsamur tilburður, sum átti at enda við eini vanlukku, kortini end­ aði væl. – Fólk hava verið sera beinasom og opin. Men so vil eg eisini siga, at alt er ikki tikið við sum tey hava sagt, tí okkurt er sagt í trúnaði, og her havi eg sjálvandi havt tagnar­ skyldu. – Hinvegin so prógva frásagn­ ir nar, at tað hevur mangan staðið illa til hjá fólki, og tí kunnu koma svárar kenslur fram, meðan tey siga frá. Jú, ein verður sjálvur rørd­ ur av slíkum frásagnum, sigur John Myllhamar. – Tær hava allar gjørt stórt inntrykk á meg, serliga tá ið fólk siga frá hendingu m, sum tey kanska hava hildið loyniligar í mong, mong ár. Nervøsur Tað eru liðin meiri enn fimm ár, síðani vinmaður hansara í Miðvági, Sjúrður Poulsen spurdi, um hann vildi skriva eina bók fyri forlagið “Føroya Met”. Evnið skuldi vera frásagnir um álvarsamar hendingar, sum lands­ menn okkara høvdu havt á sjógvi og landi. Hann visti sjálvur um nógvar tilburðir, ið kundu verið hóskandi til eina slíka bók. – Áheitanin var greið: Um eg vildi gera samrøðurnar og festa tær á blað, so skuldi hann samskipa alt og leggja útgávuna til rættis. – Tja, eg segði so ja, og soleiðis kom tann fyrsta bókina út í hesi røðini, greiðir John Myllhamar frá. Hann var tó fult greiður um, at hetta var ikki ein hvør­sum­helst­ uppgáva, ið hann hevði átikið sær. Hetta var eitt arbeiði, ið kravdi innlit, eyðmýkt og virðing fyri fólk­ unum, ið nú fingu høvið at siga sína skakandi søgu. Nógv fólk hava verið úti fyri ymiskum, sum tey ikki hava sagt øðrum frá tí hetta tóktist teimum ov persónligt. Tey hava tí goymt hetta sum nakað, ið tey kanska vildu hava fyri seg sjálvi. – Jú, eg var eitt sindur nervøsur við at fara út til onkran teirra, tí eg kendi tey jú ikki. Eg upplivdi kortini, at eingin teirra segði nei til at práta við meg. – Men so vil eg eisini siga, at fólk hava kent ein lætta, tá tey hava greitt mær frá teirra skakandi til­ burði, vísir John á. Á sjógvi og landi Tað krevur sín mann at skula sita saman við fólki, sum hava verið úti fyri skakandi tilburðum. Felags fyri allar frásagnirnar er, at tær skulu vera álvarsamar, men skulu kortini enda væl. Og her stendur tað í roynd og veru upp til evnini hjá tí einstaka frá søgu­ fólkinum at siga frá. – Eg haldi sjálvur, at innihaldið er rættiliga fjølbroytt, hóast flestu frásagnirnar ganga fyri seg á sjó­ num. Hetta er sjálvandi ikki uttan orsøk, tí vit jú eru so bundin at havinum. – Men tann sum lesur bøkurnar sær, at fleiri aðrir skakandi tilburðir hava eisini verið í bjørgunum, í ferðsluvanlukkum, við sjórænarum, í hertænastu og mongum øðrum av lívsins viðurskiftum, sigur John. Og hann leggur aftrat: – Um allar hesar hendingarnar ikki vórðu skrivaðar niður, var stórur vandi fyri at tær fóru í gloymskuna. Nú eru fleiri teirra savnaðar saman í hesi bókarøðini. Ikki reyp Í hesum døgum er fimta bókin í røðini komin út. Og nú ið John lítur aftur um bak, kann hann staðfesta, at bøkurnar innihalda samrøður við eini 80 fólk íalt. Hóast eingin teirra beinleiðis hevur sagt nei, tá tey vórðu spurd, hevur onkur einstakur sagt, at hann ikki helt seg til at luttaka í eini slíkari samrøðu. – Fleiri hava verið eitt sindur aftur haldandi við at siga sína søgu, tí tey kanska hava hildið, at hetta uppfatast sum reyp frá teirra síðu. – Men støðan var jú hon, at tað vóru vit sum settu okkum í samband við tey, og ikki øvugt. Og fyri at vissa okkum um at alt var rætt endurgivið, hava vit sent handritið aftur til fólkini at lesa, áðrenn tað varð prentað í bókini, greiðir John frá. Áhugin fyri bókunum var stórur, og henda fyrsta bókin lá undir mongum jólatrøum í 2006. Sam stundis fingu teir báðir, John og Sjúrður at vita um fleiri onnur, sum høvdu eina áhugaverda søgu eftir sama leisti, sum í hesi fyrstu bókini. – Vit fóru so í góðum treysti at gera ta næstu bókina. Og nú hava savna vit tilfar inn til bók nr. 6, sum kemur út næsta ár. snorri@sosialurin.fo Tað er skakandi aT skriva ÚTGÁVA – Eg dugi ikki at siga, hvør tilburður hevur verið tann mest skakandi. Kanska tann um ...., nei, eg veit ikki rættiliga, eg kann líkasum ikki taka nakran burturúr. Felags fyri teir allar er, at hesi fólkini hava verið úti fyri álvarsomum hendingum, sum hava merkt tey fyri lívið, sigur rithøvundurin, John Myllhamar í Sandavági. Í hesum døgum kom fimta bókin í væl umtóktu røðini »Skakandi tilburðir« út. Skakandi Longu frá fyrsta degi, tá henda verkætlanin fór av bakkastokki í 2006, var spurn­ ing urin tikin fram, hvat heitið bókin skuldi hava. Báðir høvdu teir síni upp skot til heiti: Skak­ andi hend ingar; skelkandi til burð ir; skelk andi hend­ ingar, ella kanska okk urt heilt fjórða. – Vit komu tó ásamt um, at mest hóskandi heitið til bókina var »Skak­ andi til burðir«, greiðir John Myll­ hamar frá. Lítið vistu teir tá, at hetta bert varð byrj anin til eina røð, sum fyribils fevnir um fimm bøkur. Og tilfar er altso longu nú fingið til vega til 6. bókina. Standmynd av Mikkjali Líkt er til, at teir báðir John Myllhamar og Sjúrður Poulsen hava tikið upp ein tátt, sum hevur verið sera væl dámdur av fólki. Væl hevur gingið at selja undanfarnu bøkurnar, og tað frøast teir báðir um. Innkomni peningurin fer ikki til teir sjálvar, tí endamálið er at savna pening inn til eina standmynd av mæta skaldinum, Mikkjal á Ryggi. Arbeiðið við hesi er komið so mikið langt, at listamaðurin, Hans Pauli Olsen er í ferð við at evna hana til. Ætlanin er, at hon skal avdúkast á Vestanstevnu 2011 sum verður hildin í Miðvági. – Vit hava sæð standmyndina, og hon líkist honum ótrúliga nógv, sigur John Myllhamar við einum brosi. Fleiri hava verið eitt sind­ ur afturhaldandi við at siga sína søgu, tí tey kanska hava hildið, at hetta uppfatast sum reyp frá teirra síðu