Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-17, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 2010síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160 46 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen Føroyska landsliðið, og føroyingar sum heild, tosa altíð um, at lands­ liðið fær óheppin mál ímóti sær, og at verjuparturin skuldi verið meira ansin. Øll mál í fótbólti verða helst skotin, tí verjuparturin ger mistøk. Men í gjár skuldi føroyski verju­ parturin av álvara at ansa betri eftir. Øll málini, sum skotar fingu, var eftir innlegg úr føroysku vinstru síðu. Í brotsteiginum vóru før oy­ ingarnir lítið avgjørdir og góvu mót støðumonnunum ov nógv pláss, og so var eingin trupulleiki hjá skotum at senda bóltin framvið Gunnari Nielsen. Nógvar útskiftingar Føroyska liðið var væl við fyrstu løt una og legði bragdliga fyri. Um­ framt frísparksroyndina hjá Jann Inga Petersen, var nógv veiggj í framrættaða føroyska spælinum. Men tá Skotland kom á odda, gekk bara ein veg. Danny Wilson legði heimaliðið á odda, Erling Jacob sen gjørdi sjálvmál, og Jamie Mackie skoraði til 3­0. Skotland var við yvirlutan aftaná hvíldina, men dysturin var nógv merktur av nógvu út skift­ ingunum, sum venjararnir framdu í seinna hálvleiki. Tórður Thomsen, Levi Hanssen, Christian Mouritsen, Pól Jóhannus Justinussen og Rógvi Poulsen vóru skiftir inn í seinna hálvleiki. Føroyska liðið royndi at hóra undan sum frægast í seinna hálv­ leiki, og tað eydnaðist so mikið, at Skotland fekk ikki fleiri mál. Craig Levein, skotski lands liðs­ venjarin, er nøgdur við dystin og úrslitið móti føroyska landsliðnum í gjár. Tað skrivar teamtalk.com. – Úrslitið er umráðandi, tí vit vildu fremst av øllum vinna dystin. Eg eri serliga fegin um, at fleiri av yngru spælarunum stóðu seg væl, sigur Craig Levein. Barry Bannan var helst mest eyðsýndur í gjár. Darren Fletcher úr Manchester United, og liðformaður á skotska lands liðnum, var fegin um avrikið hjá Bannan. uni@sosialurin.fo Trý innlegg góvu trý mál Uni Holm Johannesen Neistin hevur ikki verið so væl fyri seinastu árini, sum júst nú. Blálittu høvuðs staðar kvinn­ ur nar vunnu í gjár móti Stjørn­ uni, sum hevði fult stiga tal und an dystinum. Neistin er nummar tvey í løtuni, eitt stig aftan fyri Stjørn una. Høvuðsorsøkin er góðu gongd ina er Barbara Brauer. Hon skifti til Neistan undan kapp ingarbyrjan, og hon hevur gingið fremst, síðan liðini løgdu frá landi. Hon skeyt 12 mál í gjár. Brauer var serliga eyðsýnd í seinna hálvleiki. Neistin hevur ikki vunnið fleiri av slíkum oddadystum seinastu árini, men Tjaldrið og Stjørnan hava tapt í høllini á Hálsi í hesum kappingarárinum. Tá tú eina ferð venur teg við at vinna toppdystir, so ert tú komin langt. Neistin var frammanfyri Neistin var við yvirlutan so at siga allatíðina. Munurin var tvey til trý mál í stórum løtum av dystinum, og hóast Stjørnan rann aftaná, so skrædnaði ongantíð av álvara millum liðini. Dysturin var serliga merktur av stríðsvilja og avgjørdum verjuspæli. Stjørnan javnaði til 25­25, tá 21 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. So fór Neistin avstað aftur, og gestirnir úr Klaksvík megn­ aðu ikki at vinna leiðsluna aftur. Neistin koppaði oddaliðnum Hondbóltur Stjørnan tapti fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, tá greipuvinnararnir vitjaðu í høvuðsstaðnum í gjár Neistin – Stjørnan 30-28 (13-12) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen 10 min.: 7-3 20 min.: 9-9 40 min.: 19-15 50 min.: 25-23 Neistin: Barbara Brauer 12, Bára Hansen 5, Marjun Danberg 5, Jacklin Durhuus 4, Rakul Magnussen 3, Birita Wardum 1. Stjørnan: Durita Christophersen 7, Durita Ljósstein 6 (3), Valentina Suciu 6, Una Olsen 4, Nicolette R. Hansen 3, Edith Hansen 1, Ella Petersen 1. Skotland – Føroyar 3-0 (3-0) Dómari: Paul van Boekel 1-0: Danny Wilson, 24. 2-0: Erling Jacobsen, sjálvmál, 30. 3-0: Jamie Mackie, 44. Føroyar: Gunnar Nielsen (Tórður Thomsen) – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Erling Jacobsen – Bogi Løkin (Levi Hanssen), Daniel Udsen (Pól Jóhannus Justinussen), Jann Ingi Petersen (Christian Lamhauge Holst), Hjalgrím Elttør – Christian Lamhauge Holst (Rógvi Poulsen) – Jóan Símun Edmundsen Mynd: Álvur Haraldsen Fótbóltur Jann Ingi Petersen sendi bóltin avstað við fullari ferð eftir lítlari løtu. Bólturin brast í tvørtræið. Annars setti føroyska landsliðið ongantíð skotska málverjan undir trýst, tá Skotland vann 3-0 á Føroyum. Trý innlegg vóru orsøkin til trý mál Tó nakrir glottar vóru, runnu føroysku leikararnir mest aftaná skotum Mynd: Polfoto landsliðið