Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-17, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 2010síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

47 Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Hóast føroyski veturin kanska ikki altíð er tann veðurbesti, tá talan eru um at íðka ítrótt uttandura, so heldur tað ikki teimum mongu rennarunum aftur. Hetta gekk sjón fyri søgn, tá tann fyrsta av teimum tilsamans fimm vetrarrenningunum var leygardagin runt Agnið. Fleiri og fleiri rennarar hava verið við til hesa kapping hvørt árið, og hesa ferð var heldur einki undan tak, tí tað er nýtt met, at ikki færri enn 73 gjøgnumførdu. Av hes­ um vóru sjey dreingir, 20 kvinn ur og 46 menn. Hesa ferð var heldur einki at siga til veðrið, ið onkuntíð hevur argað júst hesa kappingina, tí frá tí at rennararnir startaðu við Tofta skúla og til teir komu á mál niðri á Toftagjógv, vóru líkindini at renna av besta slagi. Dreingirnir, ið vóru sjey í tali, runnu ein tein upp á fimm kilo­ metrar, og ikki óvæntað gjørdist Marnar Djurhuus vinnari við einari góðari tíð, sum var 15 minuttir og 40 sekund. Hann var tríggjar min­ uttir framman fyri Steffan Klein Poulsen, og á triðja plássi kom Einar Gregersen. Teir eru allir í Treysti. Nógvir vinnarar Tey vaksnu runnu øll ein longri tein, sum var 10,3 kilometrar. Hjá kvinn­ unum gjørdist Rebekka Fuglø í Treysti vinnari við tíðini 45 minuttir og 42 sekund. Hon var næstan fimm minuttir framman fyri Ellu Áarstein íTreysti, sum gjørdist nummar tvey, og nummar trý var Lydia Gardar í Bragdinum. Rebekka vann eisini hjá kvinnuunglingum, har hon var einasti rennari, og Ella og Lydia gjørd ust somuleiðis nummar eitt og tvey í bólkinum kvinnuveterar. Hjá monnum vann Sam Vang í Bragdinum við tíðini 38 min uttir 43 sekund, men tað var í harð ari kapping við Guttorm Sørensen í Treysti og Henry Olsen í Bragd­ inum, sum vóru ávikavist 14 og 28 sekund aftan fyri hann. Henry gjørdist samstundis bestur í bólk­ inum mansveteranar, har Borgar Biskop stø í Treysti og Andrass Joensen í Bragdinum vóru teir næstu. Aðrir bólkar, ið kunnu nevnast, eru mansunglingar, har teir tríggir bestu rennararnir gjørdust Ólavur Egholm í Hvirluni, Hans Jacobsen í Bragdinum og Dávid Johannesen í Hvirluni. Og hjá superveteranunum, ið taldu ikki færri enn níggju, vóru tríggir teir fremstu Óli Olsen í Bragdinum, Jens R. Weihe í Frælsi og Gunnar Simonsen í Treysti. Næsta renningin í Vetrar kapp­ ingini verður í Havn leygar dagin 11. desember. hilmarjan@sosialurin.fo 73 runnu runt Agnið Renning Rebekka Fuglø og Sam Vang vunnu ávikavist hjá monnum og kvinnum, tá vetrarkappingin í renning byrjaði leygardagin við kapprenningini Runt Agnið Marnar Djurhuus vann ikki óvæntað kappingina hjá dreingjunum, ið runnu helvtina av tein inum, sum tey vaksnu runnu Mynd: Sølvi R. Hansen Starturin í kapprenningini Runt Agnið var við Tofta skúla og málið á Toftagjógv. Her standa rennararnir klárir at fara avstað Mynd: Sølvi R. Hansen UngUR VinnARi KLÁRiR RennARAR