hósdagur 14. februar 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 14. februar 2002
25
Starvið sum deildarstjóri fyri Eftirlits- og innheintingar-
deildini í Stýrinum á Argjum verður hervið leyst at seta í
seinasta lagi 1. apríl 2002.
Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:
• dagliga leiðslan av deildini við ábyrgd yvir fyri stjórnini,
• umsiting og serkunnleiki í eftirlits- og innheintingar-
málum,
• at gera og leggja til rættis vegleiðingar- og rundskriv
um krøv til skattaroknskapin, meirvirðisgjaldsrokn-
skapin, og tollfakligar spurningar í samband við eftirlit,
• at geva fakliga leiðbeining til økini í sambandi við
roknskapareftirlit og innheinting,
• vinnugreinaeftirlit og grannskoðan av truplum málum
og av málum, sum økini vegna lokalpolitiska orsøk
ynskja at flyta til Stýrið,
• at undirvísa starvsfólkum í nýggjum reglum og
arbeiðshættum í virkiseftirliti og innheinting
• at skifta upplýsingar við útlond,
• at gera úrvalsmøguleikar og hjálpiamboð til økini og
• at umsita og menna vegleiðing til samskipað eftirlit og
innheinting.
Førleikakrøv
Vit kundu hugsað okkum, at tú hevur roknskaparliga út-
búgving, eitt nú cand. merc. ella aðra hægri roknskapar-
ella revisiónsútbúgving. Tú skalt hava góð leiðaraevnir,
kunna arbeiða saman við øðrum og eisini sjálvstøðugt.
Arbeiðsroyndir við tolli-,mvg- og skattamálum er ein fyri-
munur.
Vit kunnu bjóða
Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum,sum sam-
stundis eisini er fakliga krevjandi og við møguleikum fyri
eftirútbúgving, v.ø.o. eitt sjálvstøðugt starv í góðum
arbeiðsumhvørvi, har tú sjálv/sjálvur leggur dagliga
arbeiðið til rættis.
Vit hava flextíð á arbeiðsplássinum.
Setanartreytir
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmála-
stýrið og avvarandi fakfelag.
Núverandi setanarøki er í Stýrinum á Argjum, men fevnir
annars um aðalstýrini, løgmansskrivstovuna og deildir
teirra, og tann, ið settur verður, skal kunna røkja tænastur
á hesum støðum, um tað verður kravt.
Á eftirlitsdeildini eru í løtuni 4 starvsfólk,sum tú kemur at
hava eitt tætt samstarv við.
Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til
Stýrið, Regin Thomsen ella Óla Heinesen, tlf. 35 26 00.
Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvum og upplýsing-
um um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Stýrinum í
hendi í seinasta lagi
25. februar 2002
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið
Postsmoga 2151
FO-165 Argir
Deildarstjóri
Toll- og
Skattstova
Føroya
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálastýrinum.
Uppgávur stovnsins eru
m.a. at fyrisita
• skattalógina
• tolllógina
• mvg-lógina
• kolvetnisskattalógina
• avgjaldslógirnar,
eins og alla skuldarinn-
krevjing hjá landinum.
Stovnurin hevur 150
starvsfólk og er skipaður
soleiðis, at planlegging
og menning fer fram í
Stýrinum á Argjum. Tær
seks økisskrivstovurnar,
ið eru á Tvøroyri, í
Skopun, Sørvági,
Tórshavn, Saltangará og
Klaksvík røkja
raksturin.
Í Stýrinum, har
viðkomandi kemur at
starvast, eru 30
starvsfólk.
Lýsingin finst eisini á
heimasíðu okkara
www.tollskatt.fo
E-mail:
tollskatt@tollskatt.fo
FÍGGJAR- OG
FYRISITINGARLEIÐARI
E L E K T R O N
Til fíggjar- og fyrisitingardeild
okkara, leita vit eftir einum
sjálvstøðugum og væl skipaðum
leiðara, sum er opin
og samstarvssinnaður.
Á deildini starvast 4 fólk og
uppgávurnar fevna um:
- Dagligu roknskaparføringina
- At gera roknskapin fyri fyritøku-
na, bæði tann leypandi
roknskapin og ársroknskapin
- At gera rakstrar- og gjaldføris-
ætlanir
- Rakstur av ognum
- Rakstur av móttøku og mat-
stovu
- At menna mannagongdirnar á
fíggjarøkinum
Um tú hevur áræði at arbeiða
undir skiftandi umstøðum, og
hartil hevur yvirskot at hugsa
fram eftir og vera við til at seta
í verk ábøtur í innanhýsis arbeiðs-
háttum, ert tú kanska rætti per-
sónurin til starvið.
Talan er um eitt avbjóðandi og
krevjandi starv, sum krevur
munagóða útbúgving og við-
komandi starvsroyndir.
Tú verður partur av leiðslubólki-
num og kemur at luttaka í áhald-
andi menningini av Elektron.
Setanar- og lønarviðurskifti verða
ásett eftir nærri avtalu.
Starvið verður sett skjótast til ber,
men vit eru sjálvsagt sinnaði at
bíða nakað eftir rætta persóni-
num. Umsøknir við avritum av
prógvum og møguligum viðmæl-
um skulu stílast til Niels Chr.
Nolsøe, og vera okkum í hendi í
seinasta lagi 25. februar 2002.
Hevur tú spurningar, ert tú
vælkomin at seta teg í samband
við Niels Chr. Nolsøe, á telefon
314505 ella 316658 ella við e-
brævi til ncn@elektron.fo.
P/F Elektron er edv-veitari til almennar stovnar, peningastovnar, tryggingar og grunnar. Vit
veita nærum allar tænastur innan edv til kundar okkara, herímillum kanningar av ymiskum
tekninskum og handilsligum viðurskiftum, skipanarmenning og rakstur av edv-skipanum.
Størstu partaeigararnir eru Føroya Banki, Føroya Sparikassi og Føroya Landsstýri. Á P/F
Elektron starvast umleið 60 fólk og nettoumsetningurin var umleið 46 mió. kr. í 2001.
P F E L E K T R O N
S T A R A V E G U R 9 · P. O . B O X 3 2 1 9
F O - 1 1 0 T Ó R S H A V N
T E L . : + 2 9 8 3 1 4 5 0 5 - F A X : + 2 9 8 3 1 6 3 8 4
stephanssons hús
Føroya Psykiatrifelag
- Eykaaðalfund
Eykaaðalfundur verður í dag 14. februar 2002.
Fundarskrá: Lógarbroyting.
Nevndin
Í Býin
- Hvønn hósdag
25
24
Nr. 31 - 14. februar 2002
Um vikuskiftið hevði
fimleikafelagið Ljósið
stóran fimleikadag
fyri teimum yngstu í
felagnum. Dagurin
var samstundis eitt
framhald av 25 ára
degi felagsins
FIMLEIKUR
Jákup Mørk
Tað var í fjør, at fimleika-
felagið, Ljósið, í Havn
kundi halda 25 ára føð-
ingardagin, men hóast hetta
varð hildið í nógvar mátar,
so tykist føðingardagurin at
halda fram.
Tað var nevnliga soleiðis,
at meðan nógv varð gjørt
burtur úr vaksnu fimleik-
aranum hjá felagnum í fjør,
millum annað við galla-
veitslu og fimleikafram-
sýnin, so varð lítið gjørt,
fyri at tey yngstu skuldu
kenna, at hetta eisini var
teirra føðingardagur.
Ætlanin hevur tó alla
tíðina verið, at eisini hesi
skuldu hava okkurt at
síggja fram til, og seinasta
vikuskiftið skipaðið Ljósið
so fyri einum sokallaðum
fimleikadegi, sum serliga
varð
ætlaður
teimum
yngstu í felagnum.
Hugnaðu sær
Fyri tað mesta, fór tiltakið
fram í Badmintonhøllini,
har hópin av børnum í
aldrinm 4-10 ár vóru
savnaði. Fleiri spæl vóru á
skránni hjá hesum, og ikki
minst var spenningurin
stórur, tá tey fóru at kappast
á sonevnda rasarabreytini.
Talan var her um eina breyt,
sum varð gjørd við ymsum
forðinum í formi av fim-
leikaamboðum á vegnum.
Til ein rasarabana hoyrir
sjálvsagt eisini eitt pit-stop
til, og eisini her skuldu lut-
takararnir, tó at tað ikki var
dekk- og oljuskift, sum her
vóru á skránni.
Tey eitt sindur eldru
hugnaðu sær samstundis
uttanfyri. Bæði á fótbólts-
vøllinum í í Viðarlundini,
og tó at tað var heldur kalt í
veðrinum, so tóktist hetta
ikki at bila tað stóra. Ikki
minst tí allir luttakararnir
fingu bæði pylsur og sun-
kist aftaná.
Hesum seinasta høvdu
foreldur og onnur avvar-
andi syrgt fyri, og sjálvsagt
var eisini hópur av køkum
bakaðar, eins og kannur við
kaffi og the vóru frammi,
soleiðis at dagurin alt í alt
kundi gerast ein veruligur
hugnadagur
fyri
alla
familjuna.
Samstarvið við Zuma
riggaðu framúr væl,
tá tað týsdagin varð
tikið uppaftur í
Suðurafrika
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Tað var sum í tíðini upp-
undir, at FCK vann nógvu
stigini, sum bóru meist-
araheitið við sær fyri einum
stórum hálvum ári síðani.
Tá var tað serliga álops-
parið Todi Jónsson og Si-
busisu Zuma, sum gjørdi
um seg og skoraði flestu
málini. Soleiðis var tað
aftur, tá FCK týsdagin
spældi venjingardyst í Port
Elizabeth í Suðurafrika.
Mótstøðuliðið var Hellen-
ics. Venjari hjá hesum lið-
num, sum verður roknað at
vera millum fýra tey bestu í
bestu deildini, er Bruce
Grobleaar. Hann var í síni
tíð málverji hjá Liverpool,
tá teir fyri einum 15–20
árum síðani vunnu so nógv
gull og skreyt..
FCK vann 5–0. Todi
Jónsson hevur ikki verið á
liðnum í tað nógva av
einum ári. Zuma hevur ikki
verið við í fyrstu fyrireik-
ingunum til nýggja kapp-
ingarárið. Hann hevur verið
á suðurafrikanska lands-
liðnum, sum rakk fjórð-
ingsfinaluni í kappingini
um afrikanska meistara-
heitið.
Týsdagin vóru Zuma og
Todi aftur fremstu FCK
menninir, og tað hilnaðist
so væl, sum tað gjørdi
síðsta vár. Úr Suðurafrika
verður sagt, at FCK í 1.
hálvleiki spældi við bestu
uppstillingini: Den gamle
angrebskonstellation med
Zuma og Todi var utrolig
giftig og voldte modstand-
erne store problemer, verð-
ur sagt.
Todi Jónsson spældi bara
1. hálvleik. So loysti Peter
Møller hann av. Tá Todi
varð skiftur út, hevði hann
skorað eitt mál. Støðan var
2–0. Hitt málið hevði
Morten Bisgaard skorað. Í
2. hálvleiki skoraði Zuma
tvær ferðir, og Thomas Røll
skoraði eitt mál.
Spardu Toda
Tað tykist sum um FCK og
Todi gera alt fyri at sleppa
undan møguligum nýggj-
um lærskaðum. Sum sagt
so spældi Todi bara við í 1.
hálvleiki í Port Elizabeth.
Mánadagin spældi FCK
fyrsta venjingardystin á
ferðini í Suðurafrika. Tá
taptu teir 1–0 ímóti Park
United. Tá var Todi ikki
við. Á heimasíðuni hjá
FCK varð upplýst, at teir
spardu Toda, tí hann hevði
verið eitt sindur eymur í
lærinum.
FCK verður í Suður-
afrika eina viku afturat, og
teir skulu spæla fleiri venj-
ingardystir, áðrenn teir
skulu flúgva longu leiðina
úr afrikanska summarhit-
anum og frá grønu og sløttu
fótbóltsvøllunum og norður
í europeiska veturin og til
hørðu og skallutu grasvall-
irnar í Danmark.
Todi millum málskjúttarnar
Hugnaligur fimleikadagur
Millum mongu
kappingarnar,
sum tey yngru
høvdu á
skránni, var
sjálvsagt eisini
togtugan
Myndir: Álvur
Haraldsen
Badminton
høllin var
stúgvandi full
av ungum
fimleikarum
og foreldrum,
og einki var at
ivast í, at
talan fyri øll
var um ein
sera
hugnaligan
dag
So er at
kvika sær
víðari til
næstu
forðing...
Talan var jú
eisini um
føstulávint, so
sjálvandi
skuldu
andlitini hava
eitt sindur av
máling
C
M
Y
K
24