Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 14. februar 2002 23 Eins og í steypa- finaluni, so gjørdi Stjørnan ein vørr fyrstu løtuna móti VÍF, men alt í alt var meistaraliðið alt ov sterkt fyri avbjóðaran HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Tað var toppdystur á skránni í Vestmanna týs- kvøldið. Stjørnan kom á vitjan hjá VÍF, og hóast tað neyvan kundi roknast við nøkrum øðrum enn sigri til heimaliðið, so var talan um næst fremsta liðið, og tí kundi ein góður dystur kanska væntast. Vónirnar til spenningin mundu tó vera skerdar nakað, tí Stjørnan mátti vera skaddu Andrijanu Milodanovic fyriuttan, eins og topp- skjúttin á liðnum, Simona Dziugyte, ikki var 100%, tó at hon var við í hópinum. Hinvegin vóru meistararnir eisini nakað skerdir, tí Nicolina Radu ikki var við í hópinum, eins og Jórun Ludvig neyvan spælir meira í ár, men hópurin hjá teimum tykist tó vera nakað væl sterkari enn hjá øllum øðrum. Líktist finaluni Fyrstu løtuna av dystinum tóktist tað tó, sum legði Stjørnan vertin á hetta. Við ágangandi álopsspælið royndu tær at bróta ígjøg- num annars sterku VÍF- verjuna, og til tíðir eydn- aðist hetta heilt væl. Í verjupartinum løgdu tær nógv fyri í royndunum at steðga skjúttunum hjá VÍF. Nakað, sum kanska við- førdi, at tað ofta gjørdist opið inni á strikuni, men so leingi sum Stjørnan helt fast, tóktist hetta kortini ikki at bila. Eins og í steypafinaluni fyri 10 døgum síðani, so helt trýstið hjá Stjørnuni tó ikki allan dystin. Seinasta triðingin av fyrra hálvleiki hendi nevnliga akkurát tað sama, sum gjørdi seg gald- andi í finaludystinum. Luftin hjá Stjørnuni tóktist at ganga undan í mun til meistararnar, og í tølum gekk tað nett soleiðis, sum tað gjørdi í finaludystinum. Hóast Stjørnan eitt langt skifti var í yvirtali, so megnaðu tær ikki at toga seg frá heimaliðnum, og tá støðan so nakrar minuttir seinni var hin øvugta, punkteraði VÍF fullkomu- liga dystin. Seks mál á rað syrgdu fyri eini tryggari leiðslu í hálvleikinum, og í seinna hálvleiki kom hendan ongan tíð í vanda. Tvørtur ímóti hóttu tær eina lítla løtu við sonnum stórsigri, og eitt skifti vóru átta mál á muni. Spakuliga fór ferðin tó av hjá teimum, og Stjørnan slapp at pynta um úrslitið, tó at tær ongan tíð komu í nær námind einum sigri. Staðfestu gullið Var tað ikki staðfest undan dystinum, so er tað í øllum førum ein sannroynd nú, at VÍF aftur í ár verður meistari. Liðið er so væl og virði- liga hitt sterkasta í landin- um, og tó at skaðar av ymsum slag gera um seg, so tykjast tær á liðnum á ongan hátt at missa mótið. Hópurin er nóg breiður til at taka nakrar skaðar, og venjingarstøðan tykist vera somikið góð, at tað nærum ikki er neyðugt við út- skiftingum. Stigatalvan tosar eisini sítt týðiliga mál, tí hóast tær eru tað liðið, sum hevur leikt fægstar dystir, so eru tær heilti fimm stig undan næsta liðnum, so alt í alt tykist tað bert vera ein formalitetur, nær tær tryggja sær heitið við matematiskari vissu. Hjá Stjørnuni er støðan eitt sindur øðrvísi. Leingi var líkt til, at tær skuldu vinna silvurið eins trygt, sum VÍF vinnur gullið, men eftir tapið fyri VB er hetta als ikki so vist longur. Tær koma í øllum førum at stríðast fyri hesum, men stóri spurningurin tykist vera, í hvønn mun skað- arnir framvegis gera um seg, tá útidystirnir móti VB og Neistanum verða á skránni komandi tíðina. Dysturin í tølum VÍF-Stjørnan 22-18 (14-9) Málskjúttar: VÍF: Sóley Mikkelsen 5, Jacklin Durhuus 5, Ioana Rápa 5, Alis Høghamar 4, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 2, Fríða Marjunardóttir 1 Stjørnan: Simona Dziugyte 8(4), Joan M. Joensen 4(2), Anna Kristina Samson 3, Una Olsen 2, Beinta Klak- stein 1 Brotskøst: VÍF 3, Stjørnan 9 Útvísingar: VÍF 6, Stjørnan 5 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Kristian Johansen. Greiddu sum heild uppgávuna væl, tó at oyruni kanska vóru heldur stór í einstøkum førum. Hóskvøldið fara sigursvandu liðini hjá VÍF og Kyndli at takast í Ítróttar- høllini í Vestmanna HONDBÓLTUR Jákup Mørk Hóskvøldið fara bæði menn og kvinnur hjá VÍF og Kyndli at takast. Hjá monnunum er einki at ivast í, at hetta er hin stóri klassikarin í hondbólts- kappingini, men úrslitini í ár hava tó víst, at klassikarin ikki longur er tað, sum hann var. VÍF vann eisini trygt í báðum dystunum móti Kyndli í grundspælinum, og tó at Kyndil í nógv størri mun hevur fingið glið á spælið í endaspæl- inum, so eru teir á heimaliðnum at meta sum greiðir favorittar undan dystinum. Tað eru kvinnurnar á heimaliðnum eisini, og tað í nógv størri mun. Tað tykist sera ilt at fáa eyga á nakran, sum kann forða teimum í at fáa fult stigatal aftur í ár, og kanska minst av øllum, tá talan er um niðasta liðið á stigatalvuni, sum vitjar. Kvinnudysturin verður leiktur klokkan 18.30, og kl. 20.00 fara so mennin- ir í gongd. Stigatalvur 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 4 4 - 0 - 0 465 283 182 20 2 Stjørnan 5 3 - 0 - 2 434 355 79 15 3 Neistin 6 3 - 1 - 2 400 351 49 15 4 VB 5 4 - 1 - 0 397 395 2 15 5 StÍF 5 2 - 0 - 3 321 402 -81 5 6 Sóljan 6 1 - 0 - 5 330 499 -169 4 7 Kyndil 5 0 - 0 - 5 392 454 -62 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 4 4 - 0 - 0 470 386 84 19 2 Neistin 5 3 - 0 - 2 523 446 77 16 3 StÍF 5 4 - 0 - 1 470 454 16 14 4 H71 5 0 - 2 - 3 470 498 -28 8 5 Tjaldur 5 2 - 0 - 3 423 478 -55 8 6 Kyndil 5 2 - 1 - 2 395 441 -46 7 7 KÍF 5 0 - 1 - 4 447 495 -48 5 VÍF-Stjørnan 22-18 (14-9): Minti um endurtøku Eina løtu høvdu tær úr Stjørnuni tak á, men at enda gekk alt sum vant, og VÍF vann ein tryggan sigur Mynd: Álvur Haraldsen Kyndil í Vestmanna 23 Eftir at tað um viku- skiftið tóktist greitt, at nýggi fótbóltsboss- urin í Føroyum fór at eita Christian Andreasen, er støðan í dag ein heilt onnur. Christian hevur nevnliga boðað frá, at hann als ikki fer at stilla upp til formans- valið FÓTBÓLTSPOLITIKKUR Jákup Mørk Í týsdagsblaðnum skrivaðu vit, at tað næstan við vissu kundi sigast, at Christian Andreasen skuldi gerast nýggjur formaður í Fót- bóltssambandinum aftan á aðalfundin, sum verður hildin annan leygardag. Fleiri feløg høvdu um vikuskiftið fundast, og úr- slitið av hesum tóktist eftir øllum at døma at vera, at ein meiriluti av føroysku fótbóltsfeløgunum bakkaðu upp kring Christian. Sjálv- ur segði Christian tá, at hann enn ikki hevði tikið endaliga avgerð, um hann fór at stilla upp, men hann væntaði tó, at um hann kendi ein nóg stóran upp- bakning, so ætlaði hann at ganga áheitanini á møti. Og við undirtøkuni, sum tókt- ist at vera um vikuskifti, so átti hetta eftir øllum at døma ikki at veri nakar trupulleiki. Tí fóru flestu luttakararnir av fundinum við teirri fatan, at teir longu høvdu kjósað sær nýggjan formann. Stillar ikki upp Tað fór tí sum ein ylur kring leiðararnar í ymsu feløgunum, tá Christian Andreasen fyrradagin boð- aði frá, at hann ikki ætlaði sær at stilla upp. - Eg havi tikið avgerð um, at eg ikki stilli upp, og tann avgerðin er endalig, var einasta viðmerkingin, sum Christian Andreasen sjálvur hevði til málið. Tað er ikki frítt, at hetta hevur ørkymlað føroysku fótbóltshøvdingarnar. Eingin hevur alment úttalað seg um orsøkina til hetta, men tað verður teskað hart í krókunum um, at høv- uðsorsøkin til hetta er, at HB og AB hava tikið sín stuðul til hendan bólkin aftur. Formaðurin í HB váttar eisini, at feløgini hava hava tikið sín stuðul aftur, men Birgir Enghamar, formaður í felagnum, sigur, at tað á ongan hátt hevur við persónin, Christian Andrea- sen at gera. - Vit vóru sjálvandi ein partur av málinum, og saman við fleiri øðrum feløgum hava vit prátað um nakrar møguleikar í sam- bandi við formansvali. Sum tíðin hevur liðið, so er okkara støða í málinum tó broytt. Vit dugdu ikki at síggja nakrar fyrimunir í hesum, og tí gjørdu vit av at taka okkara stuðul aftur, sigur Birgir, sum annars ikki ætlar sær út í nakað víðari kjak í fjølmiðlunum um evnið. Allan týsdagin tóktist luftin annars at vera tjúkk av ákærum um, at tað ikki var formaðurin, men aðrar kreftir í havnarfelagnum, sum høvdu tikið avgerðina og onkursvegna kroyst hesa oman yvir formannin. Men hetta hevur sambært for- manninum als ikki verið upp á tal. - Tað er fyrst og fremst formaðurin, sum hevur tikið avgerðina. Í hesum førinum saman við næst- formanninum, sigur ein avgjørdur Birgir Enghamar, tá hetta verður havt at munni. Nr. 31 • hósdagur • 14. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Freistin at stilla valevni til formans- og nevnd- arvalið er úti á midnátt hóskvøldið - og ikki mikukvøldið sum vit annars hava skrivað - men í løtuni er ikki líkt til, at hetta verður av nøkrum. Einasta valevnið, sum hevur verið nevnt, tá sæð verður burtur frá valevninum hjá nevnd- ini í FSF, Dánjali An- dreasen, og so Christ- iani Andreasen, er Ísak Mikladal, men tað er tó ikki líkt til, at hann kemur upp á tal, og tað er heldur ikki víst, at hann tók av einari á- heitan, um ein slík skuldi komið við post- inum í dag. Tískil verður støðan annan leygardag helst tann, at talan als ikki verður um tann valdyst- in, sum fleiri annars høvdu væntað, eftir at Torleif Sigurðsson fyri skjótt hálvum ári síðani boðaði frá, at hann nú gavst sum FSF-formað- ur. Talan verður helst bert um tann eina kandidatin, og kann Dánjal Andreasen úr Leirvík tí helst longu byrja at fyrireika seg til eina nýggja tilveru sum formaður í FSF. Nakar óroyndur maður er Dánjal á ongan hátt í fótbóltshøpi. Hann hev- ur í drúgt áramál røkt ymsar nevndarsessir í Fótbóltssambandinum, har hann í løtuni er lim- ur í fíggjar- og lands- liðsnevndini. Seinasta orðið er tó kanska ikki sagt í mál- inum. Tað er eingin loyna, at fleiri feløg fegin hava sæð eina ávísa útskifting í nevndunum í fótbólts- sambandinum, og tað er einki at ivast í, at telefonirnar kring land- ið fara at kima dúgliga hetta fram til hóskvøld ið. Tað má tó metast sum ógvuliga ivasamt, um hetta er nóg mikið til at mobilisera kreft- irnar, sum tað so popu- lert verður sagt í hesum valdøgum. Fá ella møgulig eingi uppløgd valevni tykjast vera at taka av, og spurning- urin tykist vera, hvørt tað yvir høvur fer at eydnast teimum at finna nakran, sum torir at taka dystin upp við leirvíkingin, sum í løt- uni tykist hava besta takið á formansstólin- um. -jm Dánjal fer solo Christian stillar ikki upp Formaðurin í HB sigur, at tað hevur einki við persónin, Christian Andreasen, at gera, at HB saman við AB nú hevur tikið sín stuðul til uppstillingina aftur C M Y K 22