fríggjadagur 19. november 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 19. november 2010 · Nr. 161
Sosialurin
Postboks 104 . FO-110 Tórshavn . Tel 350 250 . Faks 350 251 . info@vh.fo . www.vh.fo
Vinnuháskúlin er ein nútímans skúli við serkønum lærarum í øllum lærugreinum, eins og skúlin hevur allar teir hentleikar og útbúnað, sum skulu til
fyri at gera útbúgvingina áhugaverda og góða. Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum eru góðkendar av Føroya Landsstýri, Søfartsstyrelsen og IMO.
Hevur tú hug at gerast maskinistur, maskinmeistari, skipari ella skipsførari ?
Set teg so í samband við skúlan, so senda vit tær upplýsingar um upptøku-
treytir og lesturin saman við umsóknarblaði.
Umsóknarblað kann eisini heintast á heimasíðu okkara: www.vh.fo
Spennandi útbúgvingar
- eitt hav av vinnumøguleikum
Nýtt skúlaár byrjar 3. januar 2011. Umsóknarfreistin er 1. desember 2010
Maskinmeistari
Maskinmeistaraútbúgvingin er mest
fjølbroytta og hægsta tekniska yrkis-
útbúgving, sum kann takast í Føroyum.
Útbúgvingin gevur sera stórar møgu-
leikar, bæði á sjógvi og landi, líkamikið
um tað er í Føroyum ella úti í heimi.
Maskinmeistaraútbúgvingin gevur
eisini møguleikar fyri at blíva
elinnleggjari. Eisini í oljuvinnuni eru
maskinmeistarar størsti einstaki yrkis-
bólkurin. Útbúgvingin tekur 3 ár.
Upptøka til maskinmeistaraútbúgving-
ina verður í januar og í august í 2011.
Maskinistur
Maskinistútbúgvingin gevur møguleikar
fyri at vera maskinstjóri á flestu veiðufør-
um, sum fiska á føroyskum sjóøki.
Útbúgvingin gevur t.d. eisini rætt til at
vera maskinstjóri á skipum við
maskinorku upp til 3000 kW í altjóða
sigling. Útbúgvingin tekur 9 mánaðir.
Upptøka til maskinist verður í august
í 2011. (Umsóknarfreist er 1. juni 2011).
Skipari
Vinnuháskúlin bjóðar altjóða góðkendar
útbúgvingar til skipara og skipsførara,
sum geva vinnumøguleikar á sjógvi og
landi um allan heim. Sum skipari kanst
tú føra øll fiskiskip um allan heim, eins
og farmaskip, upp til 3.000 tons.
Skiparaútbúgvingin tekur hálvtannað ár.
Tá ið tú hevur staðið skipara, kanst tú
fara beinleiðis til skipsførara.
Upptøka til skipara verður í januar og í
august í 2011.
Skipsførari
Skipsføraraútbúgvingin tekur tilsamans
3 ár; 3 hálvár til skipara og síðani 3 hálv-
ár til skipsførara. Sum skipsførari kanst
tú føra øll skip á øllum høvum.
Upptøka til skipsførara verður í
januar og í august í 2011.
Maskinmeistara-, skipara og
skipsføraraútbúgvingarnar
eru moduluppbygdar.
krea . tel 60 80 80
Maskinmeistari Maskinistur Skipari Skipsførari
Maskinmeistari Maskinistur Skipari Skipsførari