Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 161 · 19. november 2010 5 VIKUSKIFTI Samrøða Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hann byrjaði longu frá heilt ungum at hava áhuga fyri tónleiki. – Mamma flutti saman við Jóan Jakku Guttesen, sum spældi tónleik. Vit búði í einum lítlum kamari í Klokk ara gøtu tá við atgongd til køk og WC, og Jóan Jakku flutti inn við gigant iskum bassforsterkara, gitt­ ara og bandupptakara, sigur Terji Rasmussen. Lítla familjan hevði tað ógvuliga trongligt, men níggju ára gamli Terji gjørdist beinanvegin bergtikin av gittarspælinum hjá stjúkpápanum, og tað vardi ikki leingi, fyrr enn hann fekk Jóan Jakku at læra seg nøkur greb. – Hann lærdi meg so eini fýra­ fimm greb, men tað var so eisini tað. Vinmenninir vóru longu byrjaðir at klimpra upp á gittar og tosaðu um, hvussu kool tað hevði verið at havt eitt orkestur, sigur Terji Rasmussen. Sum sagt so gjørt. Tað var so skjótt, at eitt orksetur varð skavað saman og han var ikki meir enn 11­12 ára gamal, tá Rockboys var sett á stovn. – Vit fluttu so yvir á Reyn har vit búðu í nokk so nógv ár í eini íbúð í Klett garðinum. Eg fekk so eitt trummu sett, tí nú skuldi eg verða trummu sláari. Har var eisini trongligt, men hóast alt tvey rúm umframt ein lítil køkur. Eitt WC var eisini, men eingin brúsa, og niðri í gonginum stóð so trummusettið. Reynafrensarnir komu inn har og vóru vilt imponeraðir yvir øll instrumentini, og eg føldi meg sum ein kong. Og har byrjaði tað av álv ara, sigur Terji Rasmussen. Sera aktivur Nú var hann við til at stovna ein ann­ an bólk, ið kallaðist Funkies. Og teir spældu so saman í nøkur ár. – Vit spældu fyrstu ferð á Sandi í 1979, og so gek tað bara slag í slag. Vit spældu so at siga hvørt einasta viku skifti, og vit vóru bara 14­15 ára gamlir, tá vit áttu útgeð fyri út móti 300.000 krónum. Tað var alt upp á borg og tað var ótrúligt, at tað gekk. Men Simme var lagaligur, og Alfred, sum hevði musikkhandil inni á Skála­ fjørð inum, var eisini sera lagaligur, sigur Terji Rasmussen. Tá teir so góvust at spæla, var út­ gerð in mest at kalla útgoldin, so tað var ein rættiliga fitt upphædd í part, tá teir so seldu instrumentini. Síðani tað hevur Terji Rasmussen verið nógv úti um seg innan tónleik. – Vit góvu Terji og føstufressar út fyri 20 árum síðani, men ímeðan havi eg gjørt tvær fløgur við Moirae og tvær við Eyðun Nolsøe, og eg havi gjørt eina barna fløgu, Kettlingarnir, sum er nokk so apropos føstufressar, sigur Terji Rasmussen, sum eisini eitt tíðarskeið spældi við Frændum. Nú er so Terji og føstufressar tvey kom in á gøtuna, og meginparturin av løg unum eru komin í prosessini at framleiða fløguna. – Eg hevði eini tvey løg liggjandi, og Leivur kom við enum og Arnold við einum øðrum, og hini eru so kom­ in, meðan vit hava framleitt fløg una, sigur Terji Rasmussen. Nú er skuffan so mest sum tóm, men Anker Eli Mortensen, ið hevur verið sangskrivari hjá Terja í mong Harrans ár, hevur eina rúgvu av tekstum liggjandi. – Eg klári slett ikki at fylgja við har, sigur Terji Rasmussen. Endaði í Nólsoy Í 2001 var Terji Rasmussen, sum tá búði í Keypmannahavn við unn­ ustuni, Anniku, sum hann eigur tvær døtur saman við, í Føroyum. Tá var mest sum vónleyst at fáa børn inn á ansingarstovn, og tí var hann í Nólsoy at hyggja eftir einum húsum, sum tá stóðu til sølu. – Mær dámdi tey húsini sera væl, men eg bjóðaði so ongantíð upp á tey, sigur Terji Rasmussen. Tey bæði tosaðu so aftur og fram um, hvat frægast var at gera, og endin var so, at Terji setti seg í samband við barnaansingina í Nólsoy, og har var leyst og liðugt beinanvegin. – Ikki bara kundu vit fáa døturnar inn á ansingarstovnin, men eg kundi eisini fáa arbeiði har, so tað kundi ikki verið betri, sigur Terji Rasmussen. Tey tosaðu so um hetta aftur og fram, og meðan Terji hevði sera góðan hug at royna Nólsoy – í hvussu er eina tíð – so var daman eitt sindur meiri ivasom. – Hetta fór ikki úr høvdinum á mær, so eg bleiv við at tosa um, »hvat við Nólsoy«, men tað var »tað visti hon ikki«. Hon var Havnarteys – akkurát sum eg, sigur Terji Rasmussen. Tey samdust so um at royna tað, tey kundu jú altíð fara aftur til Havnar, um tað skuldi verið. Hann fekk ar­ beiði, døturnar sluppu í barnagarð, og hartil fekk hann so leiga eini hús. – Tað var fínasta slag, tað var bíligt, so man kundi rættiliga koma fyri seg, sigur Terji Rasmussen. Narraður Hetta var eitt hálvt ár framman undan, og ímeðan tey so bíða at flyta til Nólsoyar, fann hon sær so ein annan mann. – So stóð eg har. Hon kom upp tað summarið, men hon gekk og vur­ deraði, hvat hon skuldi gera og hvar hon skuldi fara. Tað endaði so við, at hon valdi hin, og tey búgva nú niðri í Danmark við báðum døtrum okkara, sigu Terji Rasmussen. Hann sigur, at man kann siga heldig vís í dag, valdi hon sær hin, sjálvt um tað ikki var so stuttligt akk urát tá. – Tá ein tíð so var gingin, so kundi eg skiva ein lista við positivum ting­ um og negativum tingum, og tað vísti seg, at tann positivi listin gjørd ist so Hann er fløguaktuellur við føstufressum aftur eftir 20 árum. Hann er bersøgin og ikki bangin fyri at úttaLa seg. Hann Hevur Havt fLeiri damur og er narraður einaferð. nú er Hann faLLin til í nólsoy og er nóLsoyingur við stóra H. og so Heldur Hann, at øll mannfóLk eiga at royna ein tríkant, áðrenn tey doyggja gyseligt at verða kasseraður mynd: álvur haraldSen