fríggjadagur 19. november 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. november 2010 · Nr. 161
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Eitt
oljufelag,
ið
bjóðar
kund um sínum oljusparandi
loysnir, ljóðar eitt sindur
mót sigandi, men tað er júst
hetta, ið Magn er farið undir.
Magn hevur tikið stigið
fult út og er farið inn í eitt
samstarv við Demich um at
veita allar orkuloysnir, og
hvussu er so hetta samstarvið
komið í lag?
– Vit sóu ein tørv á at hava
eitt samstarv á føroyska
marknaðinum, sum kundi
veita allar orkuloysnir á
einum stað. Tað var tosað so
nógv um ráðgeving til kund
arnar, og ofta eru tað sera
torskild og trupul viðurskifti,
vit hava við at gera, og vit
komu til ta niðurstøðu, at
tað ber ikki til at veita óhefta
ráðgeving, um vit ikki seldu
allar orkuloysnir sjálvir, sig
ur Hendrik Egholm, stjóri á
Magn.
Tað var tí við hesum fyri
eyga, at Magn setti seg í
samband við Demich.
– Saman kunnu vit veita
øll sløg av orkuloysnum, in
stallering og servicering. Tað
vil siga, at tú fært alt á einum
stað, og við hesum í rygginum
kunnu vit fara út til kundan
og við góðari samvitsku geva
eina óhefta ráðgeving, sigur
Hendrik Egholm.
Hann sigur, at fyri Magn
er tað sum so líkamikið, hvat
teir selja, bara kundin er
nøgd ur.
Samstarvið fer fram á
tann hátt, at tá ein kundi –
verandi ella nýggjur – ynskir
at fáa ráðgeving, fer fólk frá
samstarvinum út til kundan
og greiðir frá. Er talan um
ein verandi kunda verður
sjálvandi hugt eftir, hvussu
oljunýtslan hevur verið, og
síðani verða øll viðurskifti í
húsunum kannað.
– Út frá hesum verður so
mett um, hvør besta loysnin
er, og tað er ógvuliga ymiskt
frá húsi til hús. Tað kann
verða til dømis at skifta
ketilin út, ella mælt verður
til at skifta til hitapumpu.
Í øðrum førum – um fólk
eru grønt mindað – eru sól
fangarar ein loysn saman við
ketli ella hitapumpu, sigur
Hendrik Egholm.
Óheft ráðgeving
Stjórin á Magn heldur, at
hetta er eitt rák, ið kenst
aðra staðni frá, sjálvt um tað
kanska ikki er so serskilt hjá
oljufeløgum uttanlands enn,
sum tað er hjá Magn.
– Hetta er ikki nakað, vit
hava sæð uttanlands, men eg
ivist onga løtu í, at tað finst, tí
vit eru neyvan teir fyrstu, ið
hava hugsað hendan tankan,
sigur Hendrik Egholm.
Hann sigur, at hetta fyrst
og fremst er ætlað føroyska
marknaðinum.
– Tað hevur verið so nógv
tos um ráðgeving, og um hvat
tað rætta er. Sjálvur helt eg,
at tað var rættiliga tengt at,
hvat tú sjálvur seldi, og tá
tú so fer inn í eitt samstarv
sum ger, at tú sjálvur kanst
selja alt, so hevur tú eisini
grundarlagið fyri óheftari
ráð geving, sigur Hendrik Eg
holm.
Hann sigur, at tá kann
tað fyri so vítt gera tað
sama, um tú selur olju ella
eina hitapumpu, og tá kann
kundin fáa júst tað, ið dekkar
hansara tørv.
Skal eitt samstarv verða
nøktandi er neyðugt, at báðir
partar fáa nakað burtur úr,
og tað heldur stjórin á Magn,
at teir fáa.
– Vit eru teir fyrstu, ið
bjóða kondenserandi ketlar
á føroyska marknaðinum.
Hetta eru serliga oljuspar
andi ketlar, og tað merkir
sjálvandi, at vit selja minni
olju, men hinvegin er tað
jú soleiðis, at betri og olju
sparandi ketlar ofta eru
dýrari enn teir vanligu ketl
ar nir, so tá gjørt verður
upp, gongur tað ofta út upp
á tað sama, sigur Hendrik
Egholm.
Hann sigur, at Magn
sær tað sum sína skyldu at
verða við til at ávirka orku
marknaðin í Føroyum.
– Oljan fer ikki at verða
høvuðsorkukeldan til upp
hitan av sethúsum forever.
Vit síggja tað sum okkara
skyldu at verða við til at
menna marknaðin og verða
við, har tað hendir. Tá vit
so hava útvegað okkum
inn lit í øll orkuverk, sum
set hús brúka, so kunnu vit
saman við Demich veita
eina fullkomiliga óhefta ráð
geving. Og tað vænti eg fer
at broyta mátan, fólk síggja
okkum upp á og eisini hugin
at handla við okkum, sigur
Hendrik Egholm, stjóri á
Magn.
Leo Poulsen
Allir oddafiskarnir í Finansiel
Stabilitet eru í Føroyum um
dagarnar, og í gjáramorgun
nýtti setti stjórin í Eik
Banka Føroyar, Jørn Astrup
Hansen, høvið at kalla inn
til tíðindafund at greiða frá
tíðarætlanini.
Við vóru Stjórin í Finansiel
Stabilitet, Henrik Bjerre Niel
sen,
nevndarformaðurin,
Henn ing Kruse Petersen og
næst formaðurin, Jacob Bro
gaard, umframt Jørn Astrup
Hansen.
Greitt var í stuttum frá,
at hvat Eik Banka Danmark
viðvíkur, er internetbankin
áhugaverdur og fleiri liggja
framvið eftir honum. Men
restin hevur einki virðið, og
roknað verður við, at danski
parturin verður avgreiddur
fyrr enn føroyski parturin.
Henning Kruse Petersen,
nevndarformaður, segði, at
áhugi var fyri føroyska part
inum av Eik Banka, bæði
í Føroyum og uttanlands,
men hann helt tað vera meiri
real istiskt, at tað gjørdust
føroyskir keyparar, ið fara at
yvir taka bankan.
– Vísir tað seg, at eingir
keyparar eru, ella prísurin
ikki er nøktandi, kann endin
verða, at vit avvikla bankan,
og tað verður sera óheppi
fyri føroyska samfelagið, tí
tá verður bara hin eini stóri
bankin í Føroyum, segði
Henn ing Kruse Petersen.
Hann segði víðari, at sjálvt
um røddir hava verið frammi
um, at Finansiel Stabilitet
eigur at reka banka í nøkur
ár og so vita, hvussu leikur
fer, so ber hetta ikki til.
– Finansiel Stabilitet er
hvørki ein góður, rættur ella
møguligur eigari frameftir, segði
Henning Kruse Peter sen.
Hann segði eisini, at fyri
Finansiel Stabilitet er tað
líka mikið, hvør keypir bank
an.
Okkum er álagt at fáa
sum mest fyri bankan, og so
er tað líkamikið, um keyparin
er føroyskur, útlendskur ella
ein blanding av báðum, segði
Henning Kruse Petersen,
nevndarformaður í Finansiel
Stabilitet.
Eik Banki seldur hálvan desember
Á tíðindafundi í gjáramorgunin legði Finansiel Stabilitet fram eina tíðarætlan fyri,
nær miðað verður eftir, nær Eik Banki skal vera avhendaður frá teimum.
Frá vinstru Henrik Bjerre Nielsen, stjóri í Finansiel Stabilitet, Jacob Brogaard, næstformaður,
Henning Kruse Petersen, nevndarformaður, og Jørn Astrup Hansen, stjóri í Eik Banka
Mynd: Jens Kristian Vang
Magn brýtur burtur
úr nýggjum
Ásannandi, at oljan ikki fer at verða álítandi orkukelda til allar ævir hevur oljufelagið Magn gjørt samstarv við
Demich um orkuloysnir av øllum slag, og í dag fær tú hesar oljusparandi orkuloysnir hjá Magn eins væl og olju
Hendrik Egholm, stjóri á
Magn, brýtur burtur úr
nýggjum innan føroyska
orkumarknaðin