Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 161 · 19. november 2010 6 VIKUSKIFTI avbera langur, meðan tann negativi var næsta einki, sigur Terji Rasmussen Umvent setti hann eisini upp, hvat var gott við forholdinum og hvat var ringt, og har var positivi listin næpstan ikki at fáa yga á, meðan tann negativi var alinlangur. – So tað kundi líka so væl havt verið eg, sum endaði forholdið. Men kenslan av at verða kasseraður er gyselig, sjálvt um tað, at forholdið ikki er meir, er ikki so ræðuligt. Tá man hugsar aftur á støðuna í dag, má man siga, at tað var útmerkað, at hon valdi so, sum hon gjørdi sigur Terji Rasmussen. Tað var eitt sindur rokaligt at koma til Nólsoyar. Hann kendi ongan, og hevði ikki so ógvuliga lætt við at koma í samband við nólsoyingar at byrja við. Integreraður Tað var eitt sindur trupult at gerast partur av bygdarlívinum í Nólsoy. – Eg havi vanliga ikki ilt við at koma í samband við fólk, men fyrstu tíðina keddi eg meg. Men so fór eg at tosa við teir eldru og gomlu menninar, sum sótu á Kaffisotvuni um kvøldarnar. Onkuntíð drakk eg eina øl, onkuntíð kaffi og onkuntíð bara vatn, bara fyri at fáa selskap, sigur Terji Rasmussen. Og tað vísti seg at vera eitt gott hugskot. – Tað, sum eg fekk at vita um Nólsoy og tað, ið har gongur fyri seg, var frá teimum, so tá eg so skuldi tosa við aðrar nólsoyingar, hevði eg eina vitan um tingini, og tað haldi eg, teir gjørdust eitt sindur ovfarnir av, sigur Terji Rasmussen. Nakrir nólsoyingar settu sær so fyri at gera ein rættan mann burtur úr hes­ um mannliga pedagoginum úr Havn, sum var komin til Nólsoyar at búgva. – Eitt var at fáa meg við til haru­ skjóting, og ein hálaði meg so norður á oynna at læra meg at skjóta til máls eftir fløskum. Eg fór so við, men eg eri so ringur av hæddarræðslu, og tí vónaði eg at sleppa upp á oynna beinanvegin, tí so kundi eg ganga á sløttum, men eg endaði suður eftir síðuni, og tað gekk væl, til vit komnu til Gjógvará og skuldu upp gjøgnum hana, sigur Terji Rasmussen Tá gekk ikki longur, og hann vendi við aftur – haruleysur. – Men tað var eitt ótrúliga gott ball um náttina, og eg lærdi eisini at fletta harur. Fletti tvær ella tríggjar harur, og tað var eg ótrúliga stoltur av, sigur Terji Rasmussen. Hann hevur kortini ongantíð aftur verið so skotið harur, og hann er ong­ antíð heldur biðin á fjall. – Eg haldi at teir uppgóvu tað bara – Teir søgdu bara sum so, at har er einki mannfólk í honum, sigur Terji Rasmussen. Hann heldur kortini, at nólsoyingar eru fittir upp á nógvar mátar, og hann heldur eisini, at nólsoyingar duga ógvuliga væl at gera gjøldur burtur úr fólki upp á tann fitta mátan, ein prik­ utan og stuttliga máta. – Við Nólsoy er tað so, at antin tekur tú allan pakkan, og so trívist tú, ella setur tú teg at grenja og flytir tú eftir stuttari tíð, sigur Terji Rasmussen. Like father... Trubadururin sigur, at børn í mangar mátar verða eins og foreldrini vóru. – Pápi mín eigur fýra børn við fýra ymiskum konum, og mamma eigur tvey børn við tveimum ymiskum monn um. Og eg, eg eigi fimm børn við fýra ymiskum kvinnum, sigur Terji Rasmussen. Forholdini eru tó ikki farin fyri bakka við hansara góða vilja hvørja ferð. Og tað ber heldur ikki til at tosa um konur. – Eg havi ikki havt so nógvar konur, faktistk havi eg aldrin verið giftur. Men eg havi bygt hús saman við einari, sum eg fekk ein son við, sum í dag er 21 ár. Tað gekk tó galið eftir 6­7 ár, sigur Terji Rasmussen. Sama var galdandi við henni, sum hann helt saman við, áðrenn hann flutti til Nólsoyar. – Eg geri altíð upp har. The Seven Year Itch. Ná, men so fór eg á pedagog­ skúla, og har møtti eg einari damu, men vit fluttu ongantíð saman. Tað var meira eitt slag av jólaævintýri, og har tað so spurdist so ein dóttir burturúr, sig ur Terji Rasmussen. Hann hevur tó ongantíð havt nakað samband við hana yvirhøvur, uttan tá tey møttust av tilvild. – Hon var so inni á gólvinum hjá nær, akkurát tá eg var fluttur til Nóls­ oyar. Tá var hon 10 ára gomul. Eg helt kanska, at tað fór at gerast eitt forhold tá, men so var ikki. Tað er altíð nakað, ið liggur og nívir. Aftur fokkað eitt barn upp. Og so ikki samband við tað, elendigt, altso. Men so kom hon aftur, tá hon var 15 ár, so nú hava vit regluligt samband aftur, sigur Terji Rasmussen. Besta avgerðin Hann kom so til Nólsoyar á sumri 2002, nýliga narraður. – Men eg haldi, at longu sama heyst­ ið dukkaði Margreth so spakuliga upp. Hon er nokk so nógv yngri enn eg, 17 ár. Tað er nokk so stórur munur. Men siga vit, at vit komu rættiliga saman um várið 2003, so eru vit í hvussu er komin upp um hasi sjey árini, og vit eru ikki komin í nakað runukastarí enn, so kanska heldur tað nú forever, tað trúgvi eg upp á, sigur Terji Rasmussen. Tá hann nú hyggur í bakspeglið, so heldur hann, at týdningarmestga av­ gerðin í lívinum var at flyta til Nóls­ oyar. Tað tóktist langt frá soleiðis, tá hann tók hesa avgerðina, men nú ivast hann ikki. – Eg havi ongantíð verið so glað ur og havt so nógv yvirskot. Tá eg tók av­ gerðina, tyktist hon ikki so týdn ingar­ mikil, men tað hevur síðani víst seg at vera tað týdningarmesta. Eftir tvey ár keypti eg hús her úti, og tað havi eg ikki angrað, eri faktist ómetaliga glaður fyri tað, sigur Terji Rasmussen. Fyri stuttum fekk Terji Rasmussen eina dóttir saman við Margreth, og tað heldur hann kann fáa tað kreativa fram í honum aftur. – Tá eg flutti til Nólsoyar, steðgaði alt mest sum upp, og eg havi einki fram­ leitt í eini tíggju ár. Men nú kann eg seta meg framman fyri Sóley (dóttrini, red) at klimpra, og hon er mest sum tvangs innløgd at lurta – kann ikki flýggja, sigur Terji Rasmussen. Hann heldur, at hann nú endiliga er komin á rætta hill, bæði so og so, og tað er nógv við Margreth, hann hámetir. – Tað, sum eg hámeti mest við konu­ fólki, er teirra eginleiki at bera yvir við mínum idiotisku tingum, og at taka mínar veikleikar við einum smíli. Og har er Margreth meistari, meistari á økinum. Ótrúligt, at hon heldur meg út, sigur Terji Rasmussen. Verja um málið Fyri at venda aftur til tónleikin, so er tað serliga eitt, ið eyðkennir Terja Ras­ mussen, og tað er, at hann altíð syngu á føroyskum. – Tað er komið við tíðini. Fyrstu sang irnir, eg gjørdi, vóru á donskum, og teir vóru heilt víst gjørdir við íblástri av Gasolin. Størri kundi tað ikki gerast tá. Men við tíðini gjørdist mær greitt, at tað var neyðugt, at onk ur tók ábyrgd viðvíkjandi føroyska mál­ inum í føroyskum tónleiki, sigur Terji Rasmussen. Hann sigur, at burtursæð frá Kára P. var lítið av mergjaðum føroyskum máli í sangtekstunum. – Eg gjørdist meiri og meiri til vit­ aður um at syngja føroyskt, eisini tí at eg sá, at nógv av tí føroyska sum kom út – undantikið Kára P. – var ógv uliga vánaligt. Málsligt út av lagi. Har vóru sjálvandi gomlu vísurnar hjá Harka­ liðnum, men so kom slíkt undarligt í 80’unum, sum var tað reina fjas og tvætl, sum tað sjálvandi eisini skal vera pláss fyri, sigur Terji Rasmussen. Føroyski teksturin var ringur at innføra, so hann byrjaði at gera løg til sangir úr Føroya Fólks og annað, og eitt tað fyrsta var lagið til yrkingina Eystein hjá Róa Patursson úr yrkingar­ savninum Á alfara vegi, sum kom út umleið 1972. – Hann var 16 ár, tá hann skrivaði yrk ingina um beiggja sín, sum druknaði í Sandá, og eg var 16 ár, tá eg gjørdi lagið, sigur Terji Rasmussen. Tað fall honum lætt og væl at syngja føroyskt, og á fyrstu føstufressum var til dømis eitt lag, sum kallaðist Ljóðmynd, sum fyrst hevði ein enskan tekst. Tá kom Anker Eli inn í myndina. Síðani kom hann upp í Frændur, og teir sungu jú bara føroyskt. – Men Kári P. gav einki út, og Frændur var bara politiskt, so eg var ógv uliga tilvitaður um, tá samstarvið við Anker Eli byrjaði, at nú skuldi tað vera føroyskt, og tað skuldi vera nakað, ið fólk kendi aftur. Tað skuldi vera frá gerandis degnum, og tað skuldi vera nakað, sum fólk kundu kenna aftur í dag eins væl og um 100 ár, sigur Terji Rasmussen. Yesterday Tónleikarar tosa javnan um at skriva sín Yesterday. Sipað verður til sangin hjá The Beatles, sum av mongum verð­ ur mettur sum teirra besti. – Tað er ringt at siga, hvør mín Yesterday er. Fleiri halda, at Yesterday hjá Beatles als ikki er teirra Yesterday. Ein sangur, har orð og lag ganga upp í eina hægri eind, er »Handan mjørkan«, meðan Anker Eli Mortensen heldur, at »Tíðartónar« á nýggju fløguni er okkara Yesterday, sigur Terji Rasmussen. Skal hann nevna onkran sang, sum fær tað at renna kalt niður eftir rygg­ inum og fær tár í eyguni á honum, so skiftir tað ógvuliga nógv. – Sangir, sum fáa meg at tára, skifta við tíðíni. Tann fyrsti var »What a wonderful world« hjá Luis Arm­ strong, ein annar var »Tak er kun et fattigt ord« hjá Poul Bundgaard. Seinni er tað Weather Report við ein­ um instrumental lagi, sum eitur »A remark you make« og »A Whiter Shade of Pale« hjá Procol Harum. Tað er so ymiskt, og »Tíðartónar« hjá okkum sjálv um á nýggju løguni er eisini ein, eins og »Í tínum tonkum« hjá Eyðun Nolsøe. Tónleikur er so kensluborin, so hann skal helst raka eitt ella annað í okk um, sigur Terji Rasmussen. Fyribils má so sigast, at Terji Rasmussen hevur rakt plett. Við Terji og Føstufressar og við Terji og Føstufressar tvey. Og kastar klimprið framman fyri Sóley nakað av sær, ganga í hvussu er ikki 10 ár til vit fáa Terji og Føstu ­ fressar trý. mynd: álvur haraldsen Øll mannfólk áttu at roynt ein tríkant, áðrenn tey doyggja