fríggjadagur 19. november 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. november 2010 · Nr. 161
24
Sosialurin
Kjak
Sjúrður Skaale
Endamálið við at politiskir
flokkar skipa seg í blokkar
áðrenn val er, at veljarin kann
fáa eitt veruligt og realistiskt
politiskt programm at taka
støðu til. At veljarin kann
fáa tað, sum hann velur. Og
at veljarin kann halda givin
lyfti beinleiðis upp ímóti
førdum politikki.
Men hetta ber ikki til í
Føroyum, siga summi, tí vit
eru ikki búgvin til tað. Og
vit hava so nógv politisk
stríðsmál. Aðrastani hava
tey bara høgra og vinstra. Vit
hava eisini loysing og sam
band. Og útjaðara mótvegis
høvuðsstaði. Og tey etisku
málini. Flokkarnir kunnu
ikki semjast um alt hetta
áðrenn val, verður sagt.
Men sannleikin er, at
vit HAVA blokkpolitikk í
Føroyum. Vit GERA semjur
nar. Vit skipa okkum í blokk
ar, sum nevnast samgonga
og andstøða.
Men í mun til alla aðra
staðni gera vit tað EFTIR
valini. Í mun til aðrastaðni
sleppur veljarin ikki at velja
blokkarnar. Veljarin hevur
onga ávirkan á, hvør skal
vera løgmaður. Onga ávirkan
á, hvør politikkur skal rekast.
Onga ávirkan á nakað sum
helst. Alt verður avgjørt í
einum bardaga, sum fer fram
EFTIR valið altso eftir, at
veljarin er skeklaður burturúr
teirri politisku prosessini.
Spurningurin
er
altso
ikki UM vit skulu hava
blokkpolitikk. Tí tað hava vit
inntil tann dag, tá ein flokkur
fær meiriluta einsamallur.
Og tað verður ikki í bræði.
Spurningurin er bara, um
blokkarnir
skulu
skipast
áðrenn ella eftir valini. Um
veljarin skal sleppa at taka
støðu til teir ella ikki. Um
veljarin skal hava nakra
ávirkan, ella um hann, sum
nú, onga ávirkan skal hava.
Neyðugar samrøður
Jóannes Eidesgaard heldur,
at vit eiga at skipa blokkar
áðrenn val, so veljarin veit
hvat hann fær, um hann
t.d. velur Javnaðarflokkin.
Tað er helst eitt tekin um,
at hann ikki trívist í ABC
blokkinum.
Men borðið fangar. Til
tess at vita um Jóannes
meinar hetta, hevur Annita
á Fríðriksmørk boðið honum
til eina óbindandi samrøðu
um, hvat E og C møguliga
kundu samst um.
Hetta er eitt stórt framstig.
Hevði tað eydnast tveimum
ella trimum flokkum undir
skipaðum
viðurskiftum
at funnið saman um eitt
politiskt programm, hevði tað
verið fyrstu ferð í nýggjari
søgu Føroya, at veljarin kundi
fingið tað, hann valdi. Fyrstu
ferð, at vallyfti høvdu verið
politiskt bindandi.
Hjá
Tjóðveldinum
eru
fleiri møguleikar fyri slíkum
samstarvi og ein óbindandi
samrøða við Javnaðarflokkin
útilokar ongan teirra.
Nøkur vilja hava kaos
Tað eru sjálvandi tey, sum
ræðast hesa gongd. Nøkur
stórtrívast í tí ósiviliseraða
kaos, sum føroysk valstríð
eru: Øll eru móti øllum, og
gylt vallyfti verða givin út
í tóman heim, uttan minsta
atlit til, hvat ber til og ikki.
Tað er sjálvandi bæði
lættari og stuttligari at vera
valevni, tá mann veit, at
mann kann lova fólki akkurát
hvat mann vil, tí einki lyfti er
bindandi kortini.
Tað er so herligt at vita,
at "talvan verður vaskað
rein" (t.e. at vallyftini verða
strikað), so skjótt samgongu
samráðingarnar byrja.
Tað er so deiligt at kunna
siga við veljaran, at mann ikki
kundi halda tað, mann lovaði,
tí mann kom í samgongu við
tann og tann.
Men hóast hetta er "so nogv
lettare" so er tað ikki rætt.
Vónandi er kjakið farnu
dagarnar tekin um, at tíðin
er farin frá hesum slagi
av politikki í Føroyum, og
vit flyta okkum móti fólka
ræðinum.
Skipan ella kaos
Antin skipa vit blokkar áðrenn val - ella eftir val. Antin fær veljarin ávirkan - ella ikki. Antin selja
vit eina vøru, sum vit kunnu levera - ella bluffa vit fólk. Antin hava vit fólkaræði - ella ikki
SEV sóknast eftir einum dugnaligum maskinmeistara at
byrja skjótast til ber á elverkinum á Strond í Klaksvík.
Elverkið á Strond hevur um hendi rakstur og hald av sjálvum
elverkinum á Strond, viðlíkahald av mobilaggregatum eins
og viðlíkahald av teimum fimm smáverkunum á Fugloynni, í
Mykinesi, á Skúvoynni, í Koltri og á Stóru Dímun, ið til-
samans hava 14 framleiðslueindir. Hartil eru 3 eykaverk,
sum eisini hoyra til starvsøkið. Á elverkinum á Strond
starvast í løtuni 2 fólk umframt verkmeistaran.
Starvið
Tann, ið settur verður, verður settur í fast starv hjá SEV og
fer fyrst og fremt at arbeiða á elverkinum við Strond, og út
frá hesum arbeiðisstaði til hini elverkini eftir tørvi. Talan er
fyrst og fremst um dagarbeiði, men talan kann blíva um
nakað av vaktararbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Førleikakrøv
Tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað
maskinmeistaraprógv ella 3 ára maskinmeistaraskúlaprógv.
Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir á økinum ella á
líknandi øki.
Løn
Starvið er lønt sambært sáttmála millum SEV og Maskin-
meistarafelagið. Starvið er flokkað í lønarflokki 12. Byrjunar-
og endalønin í 12. lønarflokki er í løtuni netto ávikavíst
kr. 28.686,33 og kr. 29.898,81 um mánaðin. Harafturat
verður goldið í eftirlønargjaldi tilsamans ávikavíst kr.
3.872,65 og kr. 4.036,34 um mánaðin.
Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum
verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av
fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá.
Umsóknir
Vinaliga send umsókn saman við prógvum og møguligum
ummælum til Elfelagið SEV, Postrúm 319, 110 Tórshavn.
Umsóknarfreistin er mikudagin 10. november 2010.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hans Jákup
Petersen, verksmeistara ella til Anders Nedergaard-Hansen,
leiðara á Framleiðsludeildini, báðir á telefon nr. 346800.
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
stuðlar tiltøkum í
Miðlahúsinum