Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 161 · 19. november 2010 23 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein hallur og nikolina á hálsi leygarkvøldið verður triðja konsertini í røðini hjá hallur Joensen og nikolinu Jacobsen. Tey hava spælt konsertir í klaksvík og Vágum, og nú fara tey á pall í høvuðsstaðnum. Tey syngja og spæla sangir, sum tey eru kend fyri. Hallur og NikoliNa høllin á hálsi í havn leygarkvøldið 20/11 kl. 23.00 71 brøV Til M danski rithøvundin Christina hagen eina søgu á brævaskifti, sum hon sjálv hevur havt við fangar í donskum fongslum. søgan er um ein rithøvund, sum byrjar at skriva til ein drápsmann. hon vil sannføra heimin um, at eisini menniskju, sum hava framt ræðuligar gerðir, skulu uppfatast sum menniskju. CHristiNa HageN 71 breve Til M gyldendal kann h71 hóTTa neisTan higartil í ár hevur neistin verið sterkasta liðið í mans­ kappingini í hondbólti. neistin hevur spælt ein javnleik og annars vunnið allar hinar dystirnar. ein av avbjóðarunum hjá neistanum er h71, og um leygardagin bresta liðini saman í grannauppgerð í høvuðsstaðnum. h71 kann við sigri toga seg nærri neistanum, meðan neistin veruliga kann leggja sjógv millum seg og hini liðini við einum sigri H71-NeistiN hoyvíkshøllin leygadagin 20/11 kl 18.00 Meira PoTTer Í gjárkvøldið var nýggi filmurin um harry Potter frumsýndur kring heimin. Fjepparar hava bíðað í spenningi eftir filminum harry Potter and the deathly hallows: Part i. harry og vinfólkini ron og hermione fara á eina vandafulla ferð fyri at taka stríðið upp við Voldemort. Tey skulu finna fram til, hvussu Voldemort kann tileinkisgerast. Harry Potter aNd tHe deatHly Hallows: Part i biograffilmur havnar bio 18/11­ Lokalbrak í London leygardagin bresta tvey av sterkastu feløgunum í onglandi saman í Premier league. arsenal hevur í nógv ár havt munin á tottenham á stigatalvuni, men nú er tottenham komið við í Champion league kappingina og vil blanda seg millum tey fremstu í onglandi. Hetta er ikki bert ein dystur millum tvey av sterkastu liðunum í onglandi – hetta er eisini ein kensluríkur grannadystur. arseNal-totteNHam Premier league leygardagin 20/11 kl. 12.45 Leygarkvøldið verður stór konsert í Reinsarínum í Havn. 25 bólkar og einstaklingar fara at framføra, og allur ágóði frá konsertini fer til arbeiðið hjá felagsskapinum Mentón, sum arbeiðir fyri at betra um korini hjá føroyskum tónleikarum. Tey, sum fara at spæla, eru Terji Rasmussen, Guðrið Hansdóttir, Kim Hansen, Uni Arge, Katrina Petersen, Lív Næs, Elin Heinesen og fleiri. meNtóN koNsert Reinsaríið í Havn Leygarkvøldið 20/11 kl. 20.00 25 bóLKAR á PALL