Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 19. november 2010 · Nr. 161 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen Aftaná eina keðiliga byrjan við tveimum ósigrum upp í slag, hevur H71 spakuliga otað seg nærri odd­ inum. Nú eru hoyvíkingar nummar trý. Í morgin vitjar Neistin í Hoy vík. Tað verður sanniliga ein styrki­ roynd hjá hoyvíkingum, sum við ein um sigri kunnu fáa spenning í aftur kappingina millum ovastu lið ini, ið Neistin og KÍF hava verið á sein astu vikurnarn. Team Klaksvík aftur Team Klaksvík fær vitjan av koll­ firðingum í morgin. Klaksvíkingar hava tapt stórt og sannførandi í øllum lands kapp­ ingardystunum higartil, og tað er millum lítið og einki sum bendir á, at teir brádliga fær at stjala stig frá KÍF. Sunnudagin spæla Kyndil og VÍF í Havn. uni@sosialurin.fo ÍTRÓTTURIN UM VIKUSKIFTIÐ: Leygardagin, 20. november: FLOGBÓLTUR KÍF – ÍF Kollafjørður 15.00 Kvinnur FLOGBÓLTUR Ternan – Dráttur Toftir 15.00 Kvinnur HONDBÓLTUR Team Klaksvík – KÍF Klaksvík 17.00 Menn HONDBÓLTUR H71 – Neistin Hoyvík 18.00 Menn Sunnudagin, 21. november: FLOGBÓLTUR TB – Fleyr Trongisvágur 13.45 Menn FIMLEIKUR FM í amboðsfimleiki Tórshavn 14.00 Kvinnur HONDBÓLTUR Kyndil – VÍF Tórshavn 14.30 Kvinnur FLOGBÓLTUR Mjølnir – SÍ Klaksvík 14.30 Menn FLOGBÓLTUR TB – Fleyr Trongisvágur 15.00 Kvinnur HONDBÓLTUR Stjørnan – VB Klaksvík 15.00 Kvinnur HONDBÓLTUR Tjaldur – Neistin Runavík 15.00 Kvinnur HONDBÓLTUR Kyndil – VÍF Tórshavn 16.00 Menn FLOGBÓLTUR Mjølnir – SÍ Klaksvík 16.30 Kvinnur Uni Holm Johannesen Neistin hevur vunnið á Tjaldrinum og Stjørnuni á heimavølli. Nú skulu blálittu kvinnurnar úr høvuðsstaðnum royna seg á útivølli móti Tjaldrinum. Trygvi Mortensen er nýggjur í venjarastarvinum í Runavík. Hann skal nú standa á odda fyri Tjaldr­ inum fyri fyrstu ferð. Eitt venjaraskifti plagar at gera mun, og spurningurin er, um kvinn urnarn í TJaldri ikki fáa lyft sítt støði longri upp enn tað hevur verið seinastu dystirnar. Dysturin verður torførur hjá Neistanum, sum hevur møguleikan at staðfesta, at tær standa einki aft­ an fyri Stjørnuna, sum er oddalið. VB í Klaksvík Stjørnan kann – og er favorittur – at reisa seg aftur sunnudagin. Greipuvinnararnir taptu á Neist­ anum týskvøldið, og nú VB vitjar er kravið heilt einfalt tvey stig. Svein Rógvi Nielsen, venjari, segði í sjónvarpinum í gjár, at tapið fyri Neistanum var eitt spark í afturpartin og ein ávaring, at hini liðini ætla sær at koppa klaks víks­ kvinnunum. Kyndil og VÍF spæla í høllini á Hálsi sunnudagin. uni@sosialurin.fo Tíðindaskriv Tað verður kappast á økinum kring Føroya Studentaskúla í Hoydølum. Hesa ferð verður kappast í FM í greinini MTB Criterium, sum er ein fjallasúkklukapping, har koyrt verður á einum lítlum øki í tildømis ein tíma, pluss eitt umfar. Í samlaðu støðuni hjá teim­ um vaksnu er Gunnar Dahl­ Olsen á odda við 22 stigum. Í hølunum á honum eru Andrass Joensen og Torkil Veyhe. Tað eru bara fýra stig, sum skilja nummar eitt og nummar tvey. Torkil Veyhe hevur vunnið eina kapping, og Gunnar Dahl­ Olsen hevur vunnið tríggjar. Andrass Joensen hevur verið við í oddinum og vunnið silvur og bronsu higartil. Torkil Veyhe, sum flutti til Danmarkar aftaná summar­ steðginum, er í Føroyum í hes­ um døgum, og hann verður vænt andi við leygardagin. Ein av sterkastu súkklarunum í Før oyum, Guðmundur Joen­ sen, hevur eisini ætlanir at royna seg innan MTB, og tað verð ur væntandi eisini við leygar dagin. Neistin skal aftur í eldin Hondbóltur Neistakvinnurnar fáa seg av álvara royndar um vikuskiftið, tá tær vitja í Runavík. Tað verður fyrsti dysturin hjá Tjaldrinum við Trygva Mortensen sum venjara H71 skal standa sína roynd Hondbóltur Í morgin vitjar Neistin í Hoyvíkshøllini. H71 er nummar trý undan dystinum Mynd: Álvur Haraldsen Savnsmynd Nú skal føroya- meistarin finnast Fjallasúkkling Leygardagin verður fjallasúkkling á skránni. Hetta er 5. og seinasta umfar í ár av fjallasúkklukappingini H&G Cup 2010