fríggjadagur 19. november 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. november 2010 · Nr. 161
26
Sosialurin
Í framhaldi av grein míni
seinastu viku, “Eru Føroyar
spakuliga á veg hagar komm
unisman slepti”, fari eg at
geva frá mær onkrar hug
myndir av álvarseminum,
nú almennu fakfeløgini ikki
aftrað seg við at krevja hægri
lønir samstundis, sum politik
arar geva lyfti í leysum lofti.
Sera kostnaðarmikið er at
liva í Føroyum. Torført er at
reka almenna geiran, av hesi
orsøk eru skattur og avgjøld
støðugt hækkandi, tað ger,
at
framleiðslukostnaðurin
gerst vanliga alt ov tungur, ja
so tungur, at versnandi støða
er í kapping til útflutnings,
harafturat er lítil peningur til
marknaðføring og fjarlagni
vigar nógv.
Almenni lønmóttakarin
átti at tikið hetta í nógv
størri álvara. Torført er at
vera politikari í dag við
stórum krøvum og ongum
pengum, hóast flestu sjálvir
eru komnir sær og okkum
øðrum
í
hesa
støðuna.
– Skortað hevur ikki verið
uppá ávaringarnar.
Evropa í sama báti
Ikki bara í Føroym er hendan
næstan óloysiliga støðan,
men stórur partur av Evropa
er í sama báti.
Í tíðindabrævi frá danska
miðdeplinum fyri politiskum
kanningum CEPOS, varð víst
á víðfevndar avgerðir, sum
forsætisráðharri Onglands,
Cameron, er noyddur at
taka.
Henda ætlanin er, at í
2015 skulu 490túsund alment
lønt verða tikin úr alemenna
geiranum. Hetta svarar til
eini 44túsund í Danmark, ella
89túsund árliga sjálvboðin
nátúrliga fara av almenna
arbeiðsmarknaðinum.
Føroyar sleppa
ikki uttanum
Taka vit nú rokniarkið fram,
sum okkara akademikarar
ofta eru óførir til, tá teir skulu
sannføra onnur, so skuldi
hetta í Føroyum svara til
íalt eini 400 fólk úr almenna
sektorinum, tá 2015 er runnið.
– Hetta kann uttan iva gerast
við nátúrligari frágongd.
Núverandi
fíggjarmála
ráðharrin var løgmaður, tá
“Visjón 2015” var kjølsett, og
sera errin av henni. Sjálvur
var eg ongantíð heitur tals
maður fyri henni, tí sum eg
tá segði, eitt er at hava eina
dreymasjón, annað er eina
visjón, sum drúgvt, áhald
andi og nærlagt arbeiði skal
leggjast í.
Tað sum Cameron nú ger
í Bretlandi, metir CEPOS er
neyðugt at gera í Danmark,
tað hevði spart Danmark fyri
einar 22 milliardir krónur. ella
brúka vit aftur rokniarkið,
so hevði hetta spart minst
200 mió. krónur í Føroyum.
– Hetta sleppa Føroyar í
longdini ikki uttanum. Tess
skjótari hetta verður framt,
so mikið lættari, heldur enn
at “tosa” um flosklarnar “bygn
aðarbroytingar”, sum hava
verið uppi og vent seinastu
25 árini, tá onki annað er at
taka til, og sum um tað við
teimum henda undurverk.
Sjálvandi eru hesar eisini
neyðugar, men muna onki
einsamallar.
At almennu fakfeløgini
krevja lønarhækkan í hesum
døgum, er vandamikið, tey
fáa lítið og onki burtur úr, tá
skattur og avgjøld eru tikin
av, men lyftini í leysum lofti,
serliga frá “nýuppkomlingum”
av
politikarum,
er
óða
mannaverk..
Jógvan við Keldu
Kjak
Cameron-ætlan í Føroyum hevði givið
400 færri í almenna geiranum
At almennu fakfeløgini krevja lønarhækkan í hesum døgum, er vandamikið, tey
fáa lítið og onki burtur úr, tá skattur og avgjøld eru tikin, men lyftini í leysum lofti,
serliga frá “nýuppkomlingum” av politikarum, eru óðamannaverk
Nú gerst meir og meir við
komandi, at neyðugt verður
serliga hjá smærri komm
unum at leggja saman í
størri eindir.
Samfelagsumstøðurnar
hava lagað tað so, at so
hvørt, kommunurnar ynskja
at taka í sítt vald almennar
umsitingar, ið landið higartil
hevur havt um hendi, so skal
ein ávísur førleiki til á lokalu
økjunum.
Hjá lítla økinum "Sand
oyar Sýsla" hevur hetta
kenst avmarkandi. Fólkatal
og skattaborgarar eru heldur
fá, og tí er fíggjarorkan av
markað. Men sjálvt um fólkini
eru fá, so er umsitingarliga
uppgávan ikki minni av tí.
Tær einstøku uppgávur
nar skulu røkjast eins fyri
hundrað sum fyri túsund!
Tí setir tað eisini nøkur
krøv til politikkarar í hesum
lítla øki, um lítla samfelagið
skal yvirliva!
Fyri umleið 10 árum síðan
var eg virkin í kommunu
politikki. Bar mangan fram
um kommunusamanlegging,
bæði her í oynni, og á fundum
hjá t.d. kommunufelagnum.
Her á oynni komst ikki
longur tá, tí allar komm
unurnar, uttan Sands, vildu
ikki leggja saman. Hinar sóu
ongan fyrimun!
Tosað varð um stóru
skuldina hjá Sands komm
unu, men ikki tey gagnligu
virðini, ið treytaðu hesi lán!
Sjálvsagt havnin á Sandi.
Minnist, at Gerhard segði
mær, at eitt samt bygdarráð
í
Skopun
ikki
ynskti
samanlegging!
Nú byrjar at treingja
saman um. Kommunur verða
helst innan stutta tíð noydd
ar at leggja saman í størri
eindir.
Um eg var virkin komm
unalpolitikkari í dag, so
hevði eg havt somikið av
"ambitiónum" at vilja gjørst
komandi
felagsformaður!
Men tað setti sjálvsagt sum
treyt, at eg hevði ætlan
og vilja til framtíðina hjá
felagskommununi,
hvussu
hetta økið skuldi skipast. Ikki
bert fyri størru bygdirnar,
men fyri alt økið!
Sandoyar sýsla er jú eitt
náttúrligt og samanhangandi
øki.
Nú síggi og hoyri eg, at
formenninir á Húsavíkar
og Skúvoyar kommunum
heldur vilja skilja seg frá
okkum og fara inn í Havnar
kommunu!
Ikki fyri at "fáa frá Havn
ini"?? at hon gjalda nakað
fyri hesar, men tí hesar
smáu bygdir annars verða
gloymdar av størru bygdu
num í Sandoy!?
Báðar smáu kommunur
hava gjørt ella eru í gongd
við at fáa hóskandi lógilt
vatnverk, kloakskipan v.m.,
so har hava tær ikki fyri
neyðini at "fáa" nakað!
At vera virkin í politikki
er altíð ein avbjóðing.
Ongin er fullkomin, men
tá tú bjóðar teg fram, so hevur
tú ávís mál í samfelagnum, tú
ætlar at náa!
Formenninir í lítlu komm
ununum hava innanhýsis
ongar fíggjarligar trupul
leikar, sum ein komandi
innliman í Havnar kommunu
skal loysa!
Sjálvur siti eg eftir við
ásannan um, at er politiskur
vilji og ábyrgd so einfald, so
má ásannast eins og við báti
á sjónum: Er ongin framdrift,
so er heldur ongin róðurmegi,
og so stýrist ikki!
Eyðun Mohr Viderø
Kommunustýrisformenn við ongari framdrift!