fríggjadagur 19. november 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 161 · 19. november 2010
2
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Ein hugtungan mánadag í januar leitaði
Hanus G. Johansen sær inn á gólvið hjá
Jónas Bloch Danielsen, sum fæst við
at taka tónleik upp og ljóðblanda live-
framførslur.
– Eg gramdi meg um, at eg hevði so
nógv tilfar, sum eg ikki fekk brúkt til
nakað, sigur Hanus.
Teir báðir drukku ein góðan kaffi-
munn, og Jónas helt, at tað kundi ikki
bera til, at Hanus ikki slapp út við sín-
um tónleiki.
– Dagin eftir ringdi hann til mín
og segði, at hann hevði skipað fyri
konsertum fyri meg. Hann hevði
funnið spælistað og tónleikarar, og tvær
vikur seinni høvdu vit tríggjar útseldar
konsertir í Havn, sigur Hanus.
Hetta gjørdist startskotið til nýggju
fløguna, sum kom út í gjár. Yrkingarnar
eru eftir Pól F. Joensen, og Hanus hevur
sett løg til. Hetta er onnur útgávan
hjá Hanusi, har hann syngur orð hjá
Pól F.
Hugsa eins
Hanus G. Johansen hevur skrivað løg
til eini 70 yrkingar hjá Pól F. Joensen,
og nú eru væl yvir 20 yrkingar komnar
út á fløgu.
– Mær dámar sera væl yrkingarnar
hjá Pól F. Tær passa væl til mítt
temprament, og vit eru líkir í hugsanar-
hátti, so tað kennist ofta lætt at gera løg
til hansara yrkingar, sigur Hanus.
Hetta er onnur útgavan hjá Hanusi
í hesum ári. Fyrra útgávan kom, tá ið
hann fylti 60.
– Eg havi ikki gjørt so nógvan
tón leik í ár, sum eg havi gjørt onkur
onn ur ár, men tað hevur verið nógvur
aktivitetur rundan um meg. Tað hava
verið tvey stór hátíðarhald í sambandi
við føðingardagin hjá mær, eg havi
givið tvær fløgur út, og eg havi havt
nógv ar framførslur, sigur Hanus.
Stóra útgávukonsertin hjá Hanus
verður í Norðurlandahúsinum tann 9.
desember.
Agurkutíðin
er avlýst
redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Bergur Mikladal / Ditte M. Joensen
2 KluMMa: Agurkutíðin er Avlýst
4 IntEvIEw: terji rAsmussen
8 tIPS: FilmAr
9 90 SEKunD: jákup sverri kAss
10 BaKgrunD: Fyrisiting
12 IntErvIEw: Bergur miklAdAl
14 tIl arBEIðIS: AnnA jAkoBsen
15 uMafturafturuM: Høgni djurHuus
16 BóKaútgáva: HAnn kemur í lýsingini
22 MIðlaMJarr: tAð sigA tey á FAceBook og í miðlunum
23 tað hEnDIr: konsertir, tiltøk, Bøkur og AnnAð
24 vIKuMynDIn: ZlAtAn er suvernur í svøríki
Agurkutíðin 2011 er avlýst. Summartíðin, tá
ið einki hendir, og miðlarnir mugu vera sera
kreativir fyri at fáa tilfar, var heilt øðrvísi
komandi ár. Paul Watson hevur boðað frá,
at hann kemur til Føroya komandi summar
at steðga grindadrápinum, og ein annar
umstríddur umhvørismaður arbeiðir eisini
við eini ætlan at koma hendan vegin í somu
ørindum.
Lagt er upp til eitt hendingarríkt summar,
har Føroyar enn einaferð koma í miðdepilin
fyri grindadrápið. Ja, vit skulu rokna við
meira umtalu og størri trýsti á okkum enn
nakrantíð áður.
Nýggju miðlarnar fáa søgurnar at ferðast
skjótt og víða, og tiltiknu orðini hjá Mark
Twain um, at ein lygn kann ferðast hálva
leið kring heimin, meðan sannleikin letur seg
í skógvar, eru sum gjørd til internetið – og
grindadrápið.
Fólk frá Sea Shepherd vóru í summar í
Føroyum, og reaktiónirnar eftir átøkini vóru
sum skilst so nógvar, at felagsskapurin av
álvara hevur fingið eyguni upp fyri Føroyum
aftur.
Tí hetta snýr seg ikki bert um at arbeiða
fyri djórunum, tað snýr seg sanniliga eisini
um at hava eina forrætning koyrandi, og Sea
Shepherd hevur brúk fyri blóðugum søgum,
sum kunnu skaffa pengar í kassan.
Tað er tí ikki av tilvild, at felagsskapurin
aftur nú setir kós í ein norðan. Watson og
hansara fólk hava í fleiri ár serliga livað av
stríði í Suðurhøvum, har japanarar hava
verið mótstøðufólk. Sjónvarpsrøðin um
hvalakríggið hjá Sea Shepherd hevur givið
pengar í kassan, og nú ræður um at investera
í eitt nýtt stríð. Og tað er í Føroyum.
Og vit kunnu rokna við einum ordans
stríði hesaferð. Sjónvarpslið fara at taka upp
og klippa sannleikan í Føroyum, og myndir
– blóðugar og ræðandi – verða sendar um
allan heimin. Í hesum spæli hava føroyingar
ongan kjans at verja seg við fakta og siðsøgu.
Vit kunnu royna og vilja, men pr-dysturin
ímóti Watson og hansara fólki er taptur.
Halda vit fast um, at vit skulu drepa
grind, eisini fyri eygunum á útlendsku
umhvørvisfólkunum, so kunnu vit eisini
rokna við, at tað kann fáa avleiðingar fyri
okkara útflutning og búskap.
Og kanska fara vit komandi summar at
leingjast eftir agurkutíðum.
INNIHALD
klumman
Eyðun
Klakstein
myND: jens kristian vang
pól F passar
væl til mín
– Mær dáMar sera væl yrKINgArNAr hjá PóL F.
Tær passa væL Til MíTT tEmPrAmENt, og viT eru
LíKIr í hugsanarháTTi, so Tað KENNIst ofTa læTT
aT gera Løg Til hansara yrKINgAr, sigur HANus g.
JoHANsEN, suM er akTuellur við NýggJArI fløgu
– Eg havi ikki gjørt so nógvan tónleik í ár, sum eg havi gjørt onkur onnur ár, men tað hevur
verið nógvur aktivitetur rundan um meg, sigur Hanus G. Johansen