fríggjadagur 19. november 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 161 · 19. november 2010
12
VIKUSKIFTI
føroyskur
Vápna-
smIðUr
23 ára gamlI Bergur Mikladal úr KlaKSvíK er FyrSTI føroyingur aT Fáa
Sær úTbúgvIng Sum vápnasMiður. Og Tað gOngur SO mIKIð væl, aT eITT av
hanSara kikarasiktuM TryggjaðI danSKa evropaMeistaranuM eITT 3. pláSS í
heiMsMeistarakapping. FyrI berg mIKladal er Tað sjálvt handverKIð, Ið drívur
verKIð, Og vitanini um handverkið, hann æTlar Sær aT FlyTa heiM aFTur vIð
Vápnasmiður
Eilen Anthoniussen
post@sosialurin.fo
Bergur Mikladal hevur altíð havt
áhuga fyri vápnum. Riflum, byrsum,
revolvarum. Tó eru tað hvørki
Termi nator, Rambo ella nakar John
Wayne, sum hava givið honum
íblást ur til at fara undir útbúgving
sum vápna smiður, men í staðin
áhug in fyri at veiða.
- Sum yngri var eg ofta við, tá teir
fóru at veiða fugl og harur, og mær
dámdi væl mekanikkin í vápnunum.
Og tá eg so sá eina íslendska sjón-
varps sending um vápnasmíð, tók
eg avgerðina um at útbúgva meg til
vápna smið.
Tað var í 2007, og er Bergur
Mikla dal sostatt komin væl áleiðis
at blíva vápna smiður. Útbúgvingin
er soleiðis saman sett, at hon er ein
blanding mill um skúlagongd og
praktiskt arbeiði, og Bergur er í
læru hjá Vaaben smeden í Roskilde.
Útbúgv ingin tekur fýra ár, og 14.
desember 2011 roknar Bergur við
at standa við pappír unum í hondini.
Hvat hann ætlar at brúka tey til, er
hann ikki í iva um.
– Tá ætli eg mær heim aftur til
Føroya. Tað manglar ein vápnasmiður
í Føroyum, og harafturat ein handil,
so man kann hava sølu og umvæling
av vápnum á einum og sama stað,
sigur hann.
kríggið setir krøv
Árliga verða bert tveir vápnasmiðir
avlærdir í Danmark, og Vaaben-
smeden er ein av teimum níggju
fyri tøk unum í Danmark, ið átekur
sær at útbúgva vápnasmiðir. Dagliga
arbeiðið fevnir um alt frá at reinsa
vápn og finna feilir við tí, samla
lutirnar til vápnið, at tillaga vápnið
til kvinnur og lágvaksin fólk, til
umvæling av antikkum vápn um.
- At framleiða ymsu lutirnar kann
vera nakað drúgt. 1-2 mánaðir. Vit
fáa blokkar av stáli til vápnini, sum
vit so slípa og dreya. Tað sama við
brók og skefti úr træ. At samla sjálvt
vápnið tekur onga tíð, ein hálvan
tíma kanska, greiður Bergur frá.
Tey fýra starvsfólkini hjá Vaaben-
smeden halda til í einum kjallara, ið
er 70 fermetrar til støddar, men kom-
andi ár flytur verksmiðjan í nýggj
hølir, har nýggja støddin kemur at
eita 300 fermetrar.
- Hetta er ein vinna í rúkandi
ferð, og vit fáa alsamt meir at gera.
Ein stórur partur av okkara arbeiði
er uppgávur at gera fyri herin og
løgregluna, og tað merkist, tá landið
er í kríggj. Krøvini til vápnini gerast
størri, tey skulu vera kraftigari,
effek tivari og so beinrakin sum
møgu ligt.
Harafturat koma umvælingar til
ítróttar- og veiðuskjúttar, og tað, ið
verður umvælt fyri viðskiftafólk í
Noreg og Svøríki.
við alarmi til arbeiðis
Tað er eingin loyna, at arbeiðið við
vápn um er eitt vandamikið starv.
Starvs fólkini á Våbensmeden ganga
altíð við álopsalarmi uppi á sær, sum
hevur eina beinleiðis linju til løg-
regluna, ið er á staðnum innan 10
minuttir. Enn hevur tað ikki verið
neyð ugt at boðsent løgregluni, men
verk staðið tekur sítt fyrivarni og
loyvir ongum inn, uttan at viðkom-
andi vísir fram vápnaloyvi frá løg-
regluni.
- Man má ansa eftir í hesum tíðum
við bandakríggi, og vit hava havt
vitjan av onkrum illgrunasomum
typum. Men treytirnar fyri at keypa
í vápn í Danmark eru strangar, so vit
selja ikki til hvønn sum helst. Fyrst
og fremst krevst eitt vápnaloyvi
frá løgregluni, og harafturat skal
keyparin hava verið limur í einum
skjóti felag í minsta lagi tvey ár,
greiðir Bergur frá.
Harafturat skal ein av við ein
størri bunka av pengum, um ein
ætlar sær eitt ordiligt vápn. Prísurin
fyri ein revolv ara liggur millum 5 -
20.000 krónur, meðan prísurin fyri
riflur og byrsur liggur millum 2.000
og 1 millión krónur.
kikarasiktið triðbesta
í heiminum
Tað hevur gingið væl hjá 23 ára
gamla Bergi í Roskilde. Hann hevur
klárað seg væl í royndunum og
hevur framleitt og ment mekaniskar
lutir, millum annað eitt nýtt snið til
mundingsbremsu, sum verður sett í
hópframleiðslu á verkstaðnum.
– Harafturat hevði eg gjørt
kikara siktið til pistólina hjá Ralf
K. Jensen, evropameistaranum í
IPSC-skjóting, sum er pistól- og
rifflu skjóting. Hann bleiv nr. 3 í
heimsmeistarakappingini.
Bergur hevur fingið tilboð um
at halda fram á verkstaðnum, men
hann er avgjørdur í tí málinum, og
vil heim aftur til Føroya skjótast til
ber eftir at lærutíðin er liðug.
– Eg rokni við, at eftirspurningurin
eftir eini vápnasmiðju í Føroyum er
stórur. Tað er øðrvísi í Føroyum,
við tað at har er einki kríggj. Øll í
Føroyum kunnu ogna sær eina høgl-
byrsu, bara tey eru yvir 18 ár. Tað
einasta sum krevst, er at hvørt selt
vápn verður skrá sett hjá løgregluni.
Og tað er í fín asta lagi. Eg vil bara
syrgja fyri, at fak liga vitanin flytur
heim, og at fólk verða betur upplýst
um góðsku vápn.
Sum umvælari av nøkrum so
kontroversiellum sum vápnum,
slepp ur Bergur ikki undan spurn-
ing inum, um hví hann hevur valt
akku rát hatta.
– So svari eg, at tað fyrst og
fremst er mín áhugi fyri vápninum
sum veiðiamboð, og tá tað kemur til
onnur vápn, so hjálpi eg løgregluni
og ikki ”teimum óndu”.
Sjálvur eigur hann einki vápn.
Hann tímir ikki í holt við alt pappírs-
arbeiðið.