fríggjadagur 19. november 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 161 · 19. november 2010
14
VIKUSKIFTI
Arbeiðsdagurin hjá Onnu Jakobsen er langur.
Handilin letur upp klokkan 10 og er opin til
klokkan 17.30 allar vanligar yrkadagar. Allar
hesar tímarnar er hon fyri tað mesta einsamøll
í handlinum. Annan hvønn leygardag kemur
Snæbjørn Hansen, sum eigur handilin saman
við Onnu, heim úr Havn og tekur yvir. Snæbjørn
er annars í fulltíðarstarvi hjá Vøruhúsinum í
Havn, har hann hevur arbeitt í mong ár.
– Eftir at Vøruhúsið í Saltangará hevði verið
stongt í eina tíð, stovnaðu vit bæði Sp/f Jakobsen
& Hansen við tí endamáli at lata Vøruhúsið
uppaftur. Vit fingu leigumál í niðastu hædd í
bygninginum, har matvøruhandilin Brotið er,
og her húsast vit á umleið 200 fermetrum, sigur
Anna Jakobsen.
Vøruhúsið flutti soleiðis niðan um vegin,
og ann ar handil flutti inn, har Vøruhúsið var
áður.
Byrjaði blaðung
Anna, sum bert er 27 ára gomul, hevur fingist
við handil, síðan hon var eini 14 ára gomul.
– Eg byrjaði at hjálpa til í handlinum hjá
Sam vinnufelag Fiskimanna í Havn longu,
meðan eg gekk í framhaldsskúla, og eg var
knýtt at handlinum á Bryggjubakka í eini 6-7
ár tilsamans, sigur hon.
Seinnu árini, áðrenn hon og Snæbjørn stovn-
aðu smápartafelagið og fóru undir handilin í
Saltangará, arbeiddi hon fyri Vøruhúsið, bæði
á Hjalla, í Klaksvík og seinastu mánaðirnar
í Saltangará, har hon eisini var handilsleiðari.
– Eg var soleiðis í starvi hjá Vøruhúsinum
í eini trý ár tilsamans, meginpartin av tíðini á
Hjalla, sigur hon.
Máling og búnýti
Tá gólvplássið í nýggja Vøruhúsinum í
Saltangará ikki er óavmarkað, leggja Anna
og Snæbjørn dent á máling, sum serliga selir
nógv um summarið og búnýti. Høvuðsmerkini
í máling eru sadolin og pinotex.
– Vit hava onkrar smámøblar, men ikki
stórar sofur, skenkar og slíkt, sum tekur nógv
pláss. Vit liggja heldur ikki inni við gólvum,
men hava gólv-prøvar, so viðskiftafólk kunnu
síggja, hvat úrvalið er.
Anna sigur, at tá Vøruhúsið sendir út
lýsingarblað, eru allir handlarnir saman um
blaðið. Skipanin er hon, at tær vørur, sum
eru við í blaðnum, kunnu bíleggjast á øllum
deildum – og soleiðis eisini í Vøruhúsinum í
Saltangará.
– Vit syrgja sjálvi fyri og gjalda fyri
flutningin, og tað er javnan, at bilur er her inni
við vørum, sum vit bíleggja fyri viðskiftafólk á
Hjalla, leggur hon aftrat.
Tað er tó einki, sum forðar handlinum
í Saltangará í at gera egnar lýsingar og lýsa
sjálvi, og tað gera tey eisini viðhvørt, tá
okkurt er, sum beinleiðis hevur við handilin í
Saltangará at gera.
– Tá vit byrjaðu í mai, gjørdu vit nakað
burtur úr fyri at markera, at handilin er latin
upp, sigur hon.
Nógv til jólar
Anna Jakobsen sigur, at nú tað stundar til jólar
fara tey at taka nógv jólapynt og ymiskt við
tilknýti til jólini heim.
– Vit hava longu fingið nokso nógv av
jóla pynti, men fáa nógv aftrat, sum dagarnir
ganga.
Hon sigur, at handilin eisini hevur eitt breitt
úrval av búnýtisvørum, ið snúgva seg um alt frá
kaffimaskinum til pannur, grýtur, hárturkarar,
fastnetstelefonir og fløguspælarar.
– Hetta eru fyrstu jólini, síðan Snæbjørn og
eg fóru undir egnan og sjálvstøðugan handil,
og vit eru sjálvsagt spent eftir at síggja, hvussu
jólasølan verður.
Anna sigur, at arbeiðsdagurin hjá henni er
rættiliga langur, og tá tað fer at stunda til jólar,
og handlarnir fara at hava longri opið, kann hon
ikki einsamøll taka sær av viðskiftafólkunum
allar tímar og dagar, meðan opið er.
– Vit arbeiða tí við at fáa eitt fólk aftrat at
hjálpa okkum, leggur hon aftrat.
Anna ásannar tó, at tað er ein serlig kensla
við einum longum arbeiðsdegi, tá tú veitst, at
hetta er fyri tína egnu fyritøku.
Ymisk tilboð
Snæbjørn fekk sína handilsútbúgving í Vøru -
húsinum. Anna er ung við ongari handils út-
búgv ing, men hevur drúgvar royndir á økin-
um.
– Eg tók FHS-prógv á Føroya Handilsskúla
í Havn í 2005. Havi ofta ætlað mær at tikið
eina handilsútbúgving, men hvørja ferð hevur
okkurt tilboð verið á tapetinum sum gjørdi, at
eg valdi at bíða. Nú má framtíðin so bara vísa,
hvussu verður, men dreymurin er framvegis
ein útbúgving, sigur hon.
Anna og maðurin, sum hon býr saman við
á Kambsdali, eiga eina 4 ára gamla dóttir. For-
eldrini hjá Onnu eru Eyðbjørn Jakobsen, sum
er pensjóneraður portørur og Ása, sum doyði
fyri trimum árum síðan.
Í Sp/f Jakobsen & Hansen, sum eigur Vøru-
húsið í Saltangará, er Snæbjørn Hansen stjóri
og Anna Jakobsen er nevndarformaður.
Hin 1. mai í ár lótu gomlu starvsfelagarnir í VøruHúsinum, anna Jakobsen og snæbJørn
Hansen, upp egnan Handil í saltangará. meðan snæbjørn framvegis er í fulltíðarstarVi
í HaVn, er tað í fyrsta lagi anna, sum tekur sær aV nýggJa Handlinum í saltangará
Ung kvinna í egnum handli
mynd: Vilmund jacobsen
Fakta
Navn: Anna Jakobsen
Starv: Handilsleiðari
Besta við starvinum:
At viðskiftafólk eru nøgd og vitja aftur
Ringasta við starvinum:
Long arbeiðsvika
Starvstíð: Mai 2010
Starvsfólk: Einsamøll
Staður: Saltangará
Stjóri: Snæbjørn Hansen
tIl arbeIðIs
lagt tIl rættIs: vilmund Jacobsen