fríggjadagur 19. november 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. november 2010 · Nr. 161
14
Sosialurin
Framleiðsla/søla
Lýsingartilfar
Føroysk framleiðsla
tá hon er best
SNældaN er eitt keNt braNd á FøroySka markNaðiNum. FamiljuFyritøkaN á StroNdum
virkar alla SíNa FramleiðSlu Frá ull til tógv og klædNapløgg í Føroyum
Magnus Gunnarsson
Snældan er ein familjufyritøka, sum
hevur yvir 60 ár á baki og verður í
dag rikin av triðja ættarliði.
Tað var Karl Jóhan Olsen, sum
legði lunnar undir Snælduna í 1949
við at spinna tógv úr ull, sum fólk
komu við. Snældan verður í dag
rikin av abbasoninum, sum eisini
eitur Karl Jóhan Olsen.
Hóast Snældan alla tíðina hevur
verið á somu adressu á Strondum
eru fleiri um- og útbyggingar
farnar fram hesi meira enn 60 ár-
ini. Maskinur eru skiftar út, og
framleiðslan er alla tíðina tillagað
marknaðin og eftirspurningin.
Virksemið
hjá
Snælduni
á
Strondum kann býtast upp í tvey:
fram leiðslu av tógvi og framleiðslu
av bundnum pløggum. Rávøran
hjá Snælduni er ullin, sum verður
virkað til á virkinum.
Talan er um tveir virkisbygningar.
Í framleiðsluhøllini verður ullin
gjørd til tógv í ymiskum litum og
í einum øðrum bygningi eru bindi-
maskinur har ein partur av tógv-
inum verður bundin til troyggjur,
jakkar og húgvur.
Stjórin á Snælduni, Karl Jóhan
Olsen, sigur, at Snældan er einasta
virki av sínum slagi í Føroyum,
og alt sum tey selja er framleitt á
virkinum.
Snældan framleiðir tógv, sum
verður nýtt til bæði einlittar
troyggjur og troyggjur við mynstri.
Umframt troyggjurnar framleiðir
Snældan eisini tøvdar jakkar og
húgvur í ymiskum litum og sniðum.
Ein partur av framleiðsluni er
karðað ull, sum t.d. verður nýtt til
evning í skúlum og barnagørðum.
Umframt virkið á Strondum
hevur Snældan eisini ein handil í
Niels Finsengøtu í Havn, ið hevur
eitt stórt úrval av tí, sum Snældan
framleiðir. Lidnu vørurnar hjá
Snælduni eru eisini at fáa á Vága
Floghavn, hjá Andreas í Vágsbotni
og Skipshandlinum í Havn, meðan
tógvið er at fáa í nógvum handlum
kring landið.
Seks fólk eru í starvi hjá
Snælduni á Strondum umframt eitt
starvs fólk í handlinum í Havn.
maggi@sosialurin.fo
Fremst f.v.: Kirstin Olsen,
Mary Berg, Hilda Johansen
og Magdalena Nielsen.
Aftast f.v. Karl Jóhan
Olsen og Odmar Olsen
Myndir: Jens Kristian Vang