fríggjadagur 19. november 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 161 · 19. november 2010
13
VIKUSKIFTI
Á løgreglustøðini í Havn sita
fólk og arbeiða við málum um
vápn. Hóast hvørki bandakríggj
ella borgarakríggj er partur av
gerandisdegnum í Føroyum, er
tørvur á eini nútímans vápna
lóggávu.
Verandi vápnalóggávan er
frá 1969, so tað sigur seg sjálvt,
at nógv er broytt síðan hendan
kom. Einasta kravið fyri at keypa
eina luftbyrsu í Føroyum, er at
ein skal vera 18 ár. Og í dag eru
luftbyrsurnar so kraftmiklar, at
tær eru at sammeta við eina rifflu,
og tískil er tað ikki trygt, sigur
Tønnis Wardum, løgreglumaður
í Havn.
Tað er ikki tí, at føroyingar ikki
hava stóra virðing fyri vápnum,
og tí duga at handfara vápn á ein
tryggan máta, men tað sum Tønnis
Wardum saknar, er at ein keypari
av eini byrsu fær vegleiðing í at
handfara eitt vápn.
Eg hugsi fyrst og fremst
um fáa eina vápnaskrá, har
hvørt vápn verður skrásett hjá
løgregluni. Harafturat skuldi tað
verið eitt krav, at menn fingu eitt
skeið í hvussu ein verjir onnur
og seg sjálvar, tá teir eru úti við
byrsu. At opna byrsuna og taka
patrónirnar úr, tá man tekur ein
steðg frá veiðini, so tað er sjónligt,
at eingin vandi er við byrsuni. Á
sama máta, tá tað er ringt føri,
myrkt ella hált.
Fáir skaðar
Tað eru fáir tilburðir í Føroyum,
har fólk eru komin til skaða av
vápnum, men í førum har skaðin
er hendur, er ofta talan um støður,
ein kundi verið sloppin undan, um
røttu manngongdir vóru fylgdar.
Vit hava eingi hagtøl yvir,
hvussu nógv vápn eru í landinum,
men eg veit so mikið, at hvørja ferð
føroyskir innkeyparar av vápnum
skulu hava vápn úr útlandinum,
enda pappírini á mínum borði til
undirskrivingar. Og tað er talan
um eina stóra mongd av vápnum
hvørt ár. Onkur húsarhald hava
upp til fleiri vápn liggjandi.
Føroyingar hava sostatt eina
sunna virðing fyri vápnum, ið
síðan 1969 eru ment sera nógv og
eru vorðin munandi kraftmiklari.
Og hóast fólk kenna seg trygg,
kann tað vera so skjótt, at ein
vanlukka er hend.
Tí skal vápnalóggávan herðast
ongantíð ov skjótt, sigur Tønnis
Wardum av løgreglustøðini í
Havn.
Nýtt uppskot
Síðan fyrsta uppskotið varð
latið landsstýrisfólkinum í
lógarmálum, eru 10 ár liðin og
enn er einki hent á økinum. Men
frá Innlendismálaráðnum verður
sagt, at landsstýriskvinnan hev
ur sett málið ovarlaga á rað
festingarlistan og at gongd er í
málinum.
Tað gamla uppskotið er sent
til hoyringar, og vit vænta at
kalla inn til fund um rættingar
til uppskotið eftir jól. Tá fundur
hevur verið, verður endaliga
lógaruppskotið gjørt, og síðan
verður uppskotið lagt fyri á
landsstýrisfund, væntandi í vár.
Um uppskotið verður góðkent
á landsstýrisfundi, verður tað
lagt fyri tingið, sigur Guðrun
Nolsøe, fulltrúi í lógardeildini í
Innlendismálaráðnum.
Eilen Anthoniussen
post@sosialurin.fo
Vápnalógin
má herðast
LøgregLaN í Havn vIl FegIn Hava
FøroySKu vápNaLógiN Herda.
veraNdi vápnalóg er Frá 1969, og
er Tí aLs ikki TíðarHóSKandI. nú 10
ár eru lIðIn, síð aN uppskot varð
gjørT TIl Nýggja vápnalóg, er Líkt
TIl aT lógIn LoksiN Kemur FyrI tiNgið.
myndIR: DittE M. JoEnsEn