fríggjadagur 15. februar 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 32 - 15. februar 2002
Nr. 32 - 15. februar 2002
3
Henda alfagra miku-
morgunin 13. februar
vóru øll fløggini í
Norðurlandahúsinum
drigin í hálva stong.
Finnur Olsen, húsavørð-
ur í Norðurlandahúsi-
num,
var
slóknaður
dagin fyri, 66 ára gamal.
Hann var føddur 7.
februar 1936. Sjálvan
66 ára føðingardagin í
síðstu viku vóru tey øll
saman
heima
á
Dalavegnum – og nú var
tráðurin slitnaður.
Finnur var avlærdur á
snikkaravirkinum
í
Hornabø hjá Kristoffer
Toftenæs. Í 1956 keyptu
Bjarni
Skarðhamar,
Alfred
Gullbein,
Kristoffer Toftenæs og
Finnur virkið, og tað var
selt aftur í 1966.
Finnur var virkin, huga-
góður og vinsælur, tú
kendi teg altíð væl í sam-
veruni við honum. Á ung-
um árum var hann íðin og
virkin í Skótaliði Sig-
mundi Brestissonar, og
eisini var hann rovari. Frá
hesum skeiði minnast vit
Finn við góðu evnunum
millum tey ungu.
Finnur fekk sær egið
virki, tá tey høvdu bygt í
Tórfinsgøtu, og Glas-Finn
var heitið, sum varð kent
víða um, rammur, glas, ja
tað var ikki tann ting í
samband við glas, sum
hann ikki kundi. Og nógv
kring um landið kendu
Finn, og tey vóru mong,
hann við arbeiði sínum
gjørdi manga tænastu, og
sum hann síðani hevði
samband við.
Alt hevur sína tíð, so-
leiðis eisini við glas-
virkinum
hjá
Finni.
Hann seldi í Tórfinsgøtu
og bygdi sær onnur hús
á
Dalavagnum,
og
høvdu tey eisini nógv
góð ár har. Síðan var
hann
húsavørður
í
Norðurlandahúsinum,
og var hann ikki minni
drúgvur har.
Tá hann fylti 65 ár,
gavst Finnur sum virkin
arbeiðsmaður.
Vit drýpa høvur og
minnast við sorgblídni
aftur í árini. Mariu,
døtrunum Barbaru, Sú-
sonnu og Bjørg og
Hannu, mammu Finn,
saman
við
øllum
tykkara, siga vit okkara
djúpu samkenslu.
jl
Tað verður hervið gjørt kunnugt,
at okkara kæri maður og pápi
Finnur Olsen
andaðist týsdagin 12. febr. 2002, 66 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
leygardagin 16. febr. kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Maria og døturnar
Tey, ið vilja minnast Finn, kunnu lata Føroya felag ímóti
krabbameini eina peningagávu. Konto í peningastovnunum
Finni Olsen til minnis
Sambandslistin í
Suðurstreymi liðugur
Listin hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymi er nú
klárur. Flokkurin stillar upp 11 valevni
Valevnini eru hesi:
Annfinn Brekkstein, stjóri, Velbastaður
Súsanna Dam, bankakvinna, Tórshavn
Jákup Fróði Djurhuus, vinnurekandi, Tórshavn
Bent Jákup Hansen, varhaldsleiðari, Argir
Finnur Jensen, sølufólk, Tórshavn
Fríðálvur jensen, bygningssnikkari, Tórshavn
Jóhan Petur Johannesen, lærari, Argir
Kaj Leo Johannesen, fiskasølumaður, Tórshavn
Høgni Mikkelsen, býráðslimur, Tórshavn
Heðin Mortensen, løgtingsmaður, Tórshavn
Lisbeth L. Petersen, løgtingskvinna, Tórshavn
Sum skilst gongur
striltið hjá nøkrum
virkjum at fáa nøkt-
andi prís fyri saltfisk í
løtuni, og tí er prísur-
in á toskin fallin. –
Vit arbeiða saltfisk
undir “hátrýsti”, sigur
ein væl nøgdur stjóri
á Kósini, Adrian
Dalsá.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Línubátarnir í Klaksvík
landa sjáldan aðrastaðni
enn í Klaksvík. Og soleiðis
var eisini hesaferð, nú teir
komu aftur av túri – og
onkur fyri veður.
Hampiligir túrar
Adrian Dalsá, stjóri á Kós-
ini, sigur, at virkið hevur
keypt fiskin hjá línubátu-
num hesa vikuna. Onkur er
komin, og onkur er á veg.
Summir hava verið longri
úti og aðrir stytri, nú hann
øtlaði veðrið.
- Skipini hava gjørt
hampiligar túrar; tey hava
úr 100.000 pundum og
uppeftir. Onkur eitt sindur
minni, sigur stjórin.
Skipini, sum hava landað
og fara at landa á Kósini
hesa vikuna, eru eitt nú
Jákup B, Klakkur, Nýpur
og Kvik.
Onkur teirra hevur verið
á Føroya Banka.
Keypa ikki alt
Adrian Dalsá sigur, at Kós-
in í fyrsta lagi hevur lagt
seg eftir at keypa toskin hjá
línubátunum, og einir trígg-
ir av bátunum hava væl av
toski.
- Hvussu nógv vit keypa
av øðrum fiskasløgum, er
tengt at, hvussu nógvur
toskur er inni, og hvat vit
annars kunnu fáa burtur úr
teimum ávísu fiskasløgun-
um. So, tað er eitt sindur
ymiskt frá túri til túr, hvørji
fiskasløg, vit keypa, og
hvussu nógv vit keypa av
hvørjum. Tað er sjáldan, vit
keypa eina heila last, sigur
hann.
Gongur væl
Á Kósini er nógv fiska-
arbeiði, og Adrian sigur, at
øll, sum vilja vera til arb-
eiðis, eru til arbeiðis á virk-
inum.
Spurdur, hvussu gongst
við saltfiskinum, nú tað
frættist, at marknaðurin er
trekur, letur stjórin væl at:
- Vit kunnu ikki lata illa
at, tí hjá okkum gongur væl
við saltfiskinum í løtu-
ni,sigur Adrian.
Saltfiskurin undir
“hátrýsti”
Sosialurin hevur annars
frætt, at prísirnir á toski á
uppboðssøluni eru falnir í
seinastuni, tí nøkur virki,
sum virka saltfisk, liggja
inni við stórum goymslum,
sum ikki fæst nøktandi
prísur fyri í løtuni.
Men Adrian Dalsá sigur,
at Kósin telist ikki millum
hesi virkir, tí – sum hann
tekur til:
- Saltfiskurin hjá okkum
er undir “hátrýsti” alla tíð-
ina, og her sipar hann til, at
Kósin keypir nógvan tosk
og virkar nógvan saltfisk í
løtuni.
Kósin keypir toskin
hjá línubátunum
Sámal Bláhamar hev-
ur í hyggju at skipa
fyri ferð til kavbáta-
savnið í Kiel í Týsk-
landi, og á skjala-
goymslur, har til ber
at fáa upplýsingar um
fólk, skip, kavbátar og
annað undir kríg-
num. Sjálvur hevur
hann góðar royndir
av hesum, hevur
nevniliga funnið fram
til skiparan, ið søkti
skipið, pápi hansara
var við undir kríg-
num
ÚTGÁVA
Turið Kjølbro
Í morgin, leygardagin 16.
februar, eru 100 ár liðin
síðani Frederik Bláhamar,
skipari og høvundur, varð
borin í heim. Í hesum sam-
bandi verður bókin “Ein
vandaferð”, sum hann gav
út í 1952, givin út á enskum
undir heitinum “A Dange-
rous voyage”. Bókin er eis-
ini komin út á svenskum.
Ensku útgávuni hava Poul
Olvhøj úr Newcastle, ið er
næstringur Frederik Blá-
hamar, og dóttur Frederik
Bláhamar, Marin, staðið
fyri.
Vandaferðin
Frederik
Bláhamar greiðir frá í bók-
ini, er um minniligu ferðina
undir seinna heimsbardaga,
tá ið týskur kavbátur søkti
skipið, Union Jack úr Vest-
manna, sum hann var við.
Tað eydnaðist manningini
at sleppa í bjargingarbát og
vinna upp land á Flannan
Island. Seinni hevur sonur
Frederik Bláhamar, Sámal,
funnið fram til, hvør kav-
báturin var og hvør skiparin
á kavbátinum var, og leitað
aftur á slóðina. Um hesa
ferðina ber til at lesa um í
sera áhugaverdari grein
eftir Grækaris Magnussen í
blaðnum í morgin.
- Øll míni barnaár havi eg
hugsað um týskarar og alt,
sum týskt er, sum nakað
ringt. Setti mær fyri at
finna út av, hvør skiparin
var á kavbátinum, ið søkti
skipið pápi var við, og til
fyri stuttum visti eg ikki
betur enn, at øll manningin
doyði undir krígnum. Tí
ætlaði eg at finna fram til
næstringar hjá skiparanum,
leitaði á internetinum eftir
manninum, og tá vísti tað
seg, at skiparin og aðrir av
manningini vóru á lívi eftir
kríggið, greiðir Sámal Blá-
hamar frá.
Sámal Bláhamar er í dag
sannførdur um, at skiparin
á kavbátinum ikki hevði í
hyggju at gera seg inn á
manningina á Vestmanna-
bátinum.
- Skiparin kundi tað sama
havt forkomið bjargingar-
bátinum, men tað gjørdi
hann ikki, og tað eri eg sera
takksamur fyri. Tí vildi eg
takka næstringum hansara.
Sámal Bláhamar sigur, at
tað er sera lætt at finna
fram til fólk og fáa hendur
á øðrum upplýsingum í
Týsklandi.
- Alt er skrásett, væl skip-
að og sera lætt at finna
fram til. Um onnur hava
hug at leita nakað fram, er
bara at fara í gongd.
Síðani Sámal Bláhamar
hitti familjuna hjá týska
kavbátaskiparanum og nak-
rar av manningini á kav-
bátinum, hevur hann fingið
frið í sinnið.
- Eg havi fingið vinir fyri
lívið. Týskarar eru als ikki
ernir av síni fortíð, skamm-
ast av tí, sum er farið fram,
men nú havi eg fingið eina
aðra mynd av hesum fólk-
um, sum hava verið noydd
at gjørt tað, tað tey vóru
biðin um undir krígnum.
Pápi mín tosaði ofta um
vandaferðina, men nú angri
eg, at eg ikki spurdi hann
meiri til ferðina.
Sámal Bláhamar hevur í
hyggju at skipa fyri ferð
fyri áhugaðum til Týsk-
lands, har vitjað verður á
kavbátasavninum í Kiel. Á
ferðini ber til at fara á
skjalagoymslur at finna
fram ávísar upplýsingar.
- Eg vildi mett, at áhugi
er millum føroyingar at fara
ein slíkan túr, eisini hjá
søguáhugaðum. Havi sam-
band við ein týskara, sum
leggur ferðina til rættis í
Týsklandi.
“Ein vandaferð” eftir
Frederik Bláhamar er eitt
søguligt skjal, og hevur tí
varandi virði. Hon sigur frá
føroyingum, sum sjófar-
andi tjóð, ið røkti sítt starv
á havinum uttan slit, meðan
heimsbardagin
leikaði
harðast. Hesir av “Union
Jack” bóru boð í bý, teir
vita, hvussu tað var. Høv-
undin, Frederik Bláhamar,
var sjálvur við. Og hann
greiðir í bókini frá uttan
reyp og geip, sinniliga
sannført, sum tað sømir seg
røttum sjómonnum, sum úr
vanda eru bjargarðir.
Aftur á slóðina
Kvinnufelagið í Havn
vil hava kvinnulig
valevni kring allar
Føroyar at geva sítt
boð uppá framtíð
Føroya
FRAMTÍÐ FØROYA
Turið Kjølbro
Altjóða kvinnudagin 8.
mars setur Kvinnufelagið í
Havn skjøtil á valstríðið
upp undir løgtingsvalið,
sum verður í seinasta lagi
30. apríl. Felagið skipar
fyri politiskum fundi í
Norðurlandahúsinum
8.
mars kl. 20.00, sum er eitt
fríggjakvøld. Í hesum sam-
bandi verður heitt á øll
kvinnulig valevni kring
landið um at koma til tiltak-
ið. Ætlanin er at hava eitt
fundarborð til hvønn flokk-
in, sum síðani fær orðið í
ávísari røð, ið verður av-
gjørd við lutakasti. Tann
beinleiðis tillutaða talutíðin
verður tríggjar ferðir fimm
minuttir,
har
valevnini
kunnu leggja fram hugsjón-
ir sínar.
Orðaskifti verður millum
flokkarnar aftan á hvørt
umfar, og fólk í salinum
kunnu seta skrivliga fyri-
spurningar til fundarluttak-
ararnar.
Aftaná verður høvið at
tosa víðari um politikk ella
bara hugna sær saman við
vinfólki og einum drekka-
munni í forhøllini. At-
gongumerkið til tiltakið er
50 krónur og tá er drekka-
munnur íroknaður.
Kvinnudagurin er heldur
tíðiliga í valstríðnum, og tí
vónar Kvinnufelagið, at
kvinnurnar fara at gera sum
mest burturúr at greiða frá
tí, tær meta um yvirornað
mál og veruleikakend fram-
tíðarynski fyri Føroyar.
Sjálvt kundi felagið hugsað
sær, at røtt verður um stór
evni sum umhvørvi, bú-
skaparstøðu, ríkisrættarligu
støðu okkara, samfelags-
skipan í eini komandi olju-
tíð, familjumynstur og har-
við eisini støðuna hjá
kvinnum, børnum og gom-
lum.
Kvinnufelagið skjøtil
á valstríðið
Føroyar eftir
kreppuna
Verkætlan um vinnu-
lívsmenning í Føroy-
um eftir kreppuna
kemur út í bók mána-
dagin
ÚTGÁVA
Turið Kjølbro
Fyrsta útgávan frá Gransk-
ingardeplinum fyri Økis-
menning kemur mánadag-
in. Talan er um bókina
“The Restructuration of the
Faroese Economy”, sum
Richard Apostle, Dennis
Holm, Gestur Hovgaard,
Ólavur Waag Høgnesen og
Bjarni Mortensen hava
staðið fyri.
Í tíðindabrævi frá Gran-
skingardeplinum
verður
sagt, at bókin er eitt úrslit
av eini granskingarverkæt-
lan um vinnulívsmenning í
Føroyum eftir kreppuna.
Verkætlanin varð gjøgnum-
førd seinna hálvár ár 2000
og fyrru helvt av farna ári.
Hon varð skipað við fýra
sokallaðum útvaldum støð-
um: Klaksvík, Fuglafjørð-
ur, Tvøroyri og Vágur.
Harumframt er ein sjálv-
støðugur partur um menn-
ingina av føroysku alivinn-
uni.
Bókin
vísir,
hvussu
íverksetarar, myndugleikar
og feløg virka fyri nýskap-
an í føroyska búskapinum,
ein menning, sum í stóran
mun hevur røtur í lokalum
viðurskiftum.
Hendan
hugsan verður undirbygd
við bæði søguligum og nú-
tíðar atliti.
Bókin, sum verður givin
út av forlagnum Samfunds-
litteratur í Danmark, er
gjørd við altjóða útgávu
fyri eyga og er tí skrivað á
enskum. Arbeitt verður eis-
ini við eini føroyskari út-
gávu.
C
M
Y
K
3
2
-har
tað hendir
HONDA
NORÐBIL
SKODA
v
Volkswagen Group
Hyundai frá A-Z
Pininfarina, Italia, hevur teknað tann nýggja MPV frá , ið er gjørdur til
tað virknu familjuna. Innrættanin er smidlig við góðum plássi og gjørd til lag-
arligar loysnir, sum lætta um gerandisdagin. Ein sterk og sikkur kabina við
útgerð, sum gevur tær kensluna av trygd. Motorveitingin er í topp, meðan
brenniorka og ljóð eru lág. Alt hetta fæst fyri ein prís, sum er ótrúligur.
Soleiðis er Matrix: Meira fyri minni
Trygdarútgerð: 4 airbags, elektroniskt forsterkaðar ABS-bremsur við EBD,
síðustoytbjálkar úr hástyrkistáli, stoytdoyvandi tilfar í síðustolpunum, nakka-
stuðlar við hæddarinstilling og trýpunktselar, sum kunnu hæddarinnstillast
og við kraftavmarking.
Modellvariantar:
1,6 GL bensin
5 hurðar MPV
kr. 152.750,-
1,8 GL bensin
5 hurðar MPV
kr. 162.750,-
1,5 GL. CRDI. diesle
5 hurðar MPV
kr. 175.750,-