fríggjadagur 15. februar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 32 - 15. februar 2002
Nr. 32 - 15. februar 2002
5
Fyrsta stigið tikið til eitt
eldrasambýli á Tvøroyri
Jenis av Rana sigur, at
tað er blivið lættari
hjá miðflokkinum
hesa seinastu tíðina,
enn tað hevur verið
UPPSTILLING
Áki Bertholdsen
Sum løgtingsvalið nærkast,
goyrist oftari og oftari um
politiskar flokkar kring
landið, sum hava uppstill-
ingarfundir og gera val-
evnislistar til valið.
Men higartil tykist sum
um miðflokkurin púra er
dottin burturímillum, tí enn
hevur onkiverið at hoyrt til
hann í fyrireikingunum til
valið.
Men tað er ikki tí, at
hann ikki ætlar at stilla
upp.
Tvørturímóti veitir Jenis
av Rana, einasti tingmaður
floksins, vissu fyri, at eisini
miðflokkurin fer at stilla
upp.
Og tað er eisini greitt, at
hann fer at stilla upp í
øllum valdømum, sigur
hann.
Men hann sigur, at hjá
miðflokkinum eru fyrireik-
ingarnar til valið øðrvísi
enn hjá hinum flokunum.
– Vit hava ikki lokalfeløg
kring landið. Vit hava ikki
so stóra fyrisiting, sum
hinir flokkarnir, tí vit hava
bara eina nevnd og hon
leggur so uppstillingina
kring landið til rættis.
Hann sigur, at tað verður
í næstu framtíð, at flokk-
urin fer at gera valevnis-
listarnar kring landið.
Tað liggur fast, at bæði
hann sjálvur og Tordur
Niclasen fara at stilla upp..
Annars eru nógv nøvn
upp á tal sum valevni, men
hann vil ikki siga hvørji.
Men talan er eisini um
nógv nýggj nøvn, sigur
hann. Hann væntar tó ikki,
at flokkurin fer at hava
fullar listar í summum av
valdømunum.
Lættari hesuferð
Annars hevur Jenis av Rana
rættiliga góðar vónir til
valið hesuferð.
– Eg vænti, at tað verður
lættari at manna listarnar
hesuferð, enn tað hava
verið.
Hann sigur at tilgongd er
til flokkin, tí fleiri hava
vent sær til flokkin við
tilboði um stuðul og til at
stilla upp eisini.
– Eg havi ikki upplivað
tað fyrr, men bæði í heyst
og í vár hava fólk vent sær
til okkara og boðið sín
stuðul fram.
– Hetta er ein nýggj tíð.
Tað er eggjandi og øll eru
vælkomin í flokkin, sum
annars taka undir við okk-
ara sjónarmiðum, sigur
Jenis av Rana. Vit hava
brúk fyri øllum góðum
kreftum, leggur hann aft-
urat.
Tí hevur hann eisini
góðar vónir um valið,
hóast veljarakanningarnar
ikki geva miðflokkinum
nóg stóra undirtøku til at
fáa umboð á ting. Og tað
verður tað eisini hesuferð,
tí vit hava styrkt flokkin,
bæði í Eysturoy og í
Suðurstreymoy.
- Tað er tað vanliga, men
tað hilnast kortini, sigur
hann. ?
- Eg dugi ikki at síggja
nakrar orsøkir til stuðla
aðrar flokkar enn okkara.
Annars ivast hann ikki í,
at tað verða vælferðar-
spurningar,
heilsuverk,
sosialmál, umsorganin fyri
teimum veiku og onnur,
sum verða høvuðsevnið í
valstríðnum.
Hann stúrir fyri, at tað fer
at eydnast at gera fullveldið
til høvuðsmálið, men tað er
ikki okkara. Vit fara at føra
fram, at tað grundleggjandi
fyri vælferðina er álitið á
várharra.
Eisini Jenis og tey
fyrireika seg til val
Jenis av Rana stúrir fyri, at tað fer at eydnast at gera fullveldið
til høvuðsmál í valstríðnum, men tað er ikki høvuðsmálið hjá
miðflokkinum
Mikudagin vóru
umboð fyri býráðið
og arkitektur og
hugdu eftir øki á
Tvøroyri til eitt
eldrasambyli, men
enn er langur vegur
eftir á mál
TVØROYRI
Áki Bertholdsen
Fyrstu stigini til at byggja
eitt eldrasambyli á Tvør-
oyri, eru nú tikin.
Mikudagin vóru umboð
fyri býráðið runt í komm-
ununi, saman við Páll Lave,
arkitekti á Arkitektavirk-
inum hjá Àrna Winther í
Havn, runt í kommununi og
hugdu eftir, hvørji øki vóru
hóskilig at byggja eitt slíkt
eldrasambyli á.
– Semja var um, at besta
plássið at byggja tað á, er
inni við Húsgarð, tað er
beint uttanfyri vegin eystan
fyri skúlan og ítróttar-
høllina í Trongisvági, sigur
Heri Mortensen, sum er
næstformaður í sosialu
nevnd hjá Tvøroyrar Býráð.
Har eigur kommunan eitt
stórt stykki, sum liggur væl
fyri, tí tað er slætt, útsýnið
er gott og so liggur tað
beint við skúlan og ítróttar-
høllina, har pensjónistarnir
hava høli frammanundan.
Hetta er sama stykki,
sum
undanfarna
býráð
hevði í huganum, tá ið tað
arbeiddi við spruninginum
um eldrasambýli, men val
kom ímillum, áðrenn nakað
hendi.
Arkitekturin skal nú gera
uppskot um, hvussu húsið
skal síggja út og gera
nakrar kostnaðarmetingar.
Gongur ein tíð
Hóast stykkið, har eldra-
sambýli skal byggjast, er
tað greitt, at tað fer at taka
rúm tíð, áðrenn nakað
eldrasambýli er veruleiki.
Tvøroyrar Býráð hevur
sett 500.000 krónur av á
fíggjarætlanini fyri í ár til at
fyrireika byggingina fyri.
Men skal eldrasambýlið
gerast, skulu størri upp-
hæddir setast av tey kom-
andu árini.
Heri Mortensen sigur tó,
at landið letur stuðul til
slíka bygging. Eldrasam-
býlið verður ein sjálvs-
ognarstovnur
og
húsið
verður tí eisini fíggjað við
láni úr fíggingarstovnun-
um.
Hann vónar, at eldra-
sambýlið verður kann vera
liðugt um eini tvey ár.
Mikudagin vóru limir í sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð runt í kommununi, saman við arkitekti og kannaðu, hvar tað er
frægast at byggja eldrasambýli. Frá vinstru eru teir Sverri Midjord, Páll Lave, arkitektur, Bergur Bærendsen, nevndarlimur og
Heri Mortensen, næstformaður í sosialu nevnd
Skiparin á hetlendska
trolaranum Mara-
natha noktaði at taka
við sektaruppskot-
inum frá fútanum, og
tí er hann nú komin
fyri rættin. Hann
noktar seg sekan
FISKISKAPUR
Stefan í Skorini
Skiparin, 34 ára gamli
Angus
Cumming,
er
ákærdur fyri brot á lógina
um vinnuligan fiskiskap og
fyri brot á kunngerðina við-
víkjandi fiskiskapi hjá ES-
skipum í føroyskum sjógvi.
Hann skal í fyrsta lagi
ikki hava boðað frá eftir
galdandi reglum, at hann
var komin í føroyskan
sjógv. Í øðrum lagi er hann
ákærdur fyri at hava trolað
á eini leið vestanfyri Myki-
nes, ið er stongd alt árið.
Skiparin noktar seg sek-
an í øllum ákærum. Hann
sigur, at hann royndi at
senda eitt telex til Fiski-
veiðueftirlitið, tá hann fór
um markið, og at tey 1.000
pundini av fiski í lastini eru
fingin í ES-sjógvi.
Fiskifrøðingar, sum vóru
umborð, mettu tó, at fisk-
urin var nýfiskaður. Har-
umframt hava menn á línu-
bátinum Sigmundi sæð
Maranatha hava trolið úti á
stongdu leiðini.
Ákærin krevur, at skipar-
in fær bót, og at hald verður
lagt á veiðu og fiskireið-
skap fyri tilsamans knappar
300.000 krónur.
Tá blaðið fór til prenting-
ar hósdagin, hevði dómarin
ikki tikið støðu í málinum.
Fyrireikingarnar til
listastevnuna eru av
álvara farnar í gongd,
og nøkur av høvuðs-
nøvnunum eru funn-
in. Skotska rokk-
orkestrið Runrig skal
spæla í Havn 3.
august, og norski
sálmasangarin
Sigvart Dagsland er
eisini boðin henda-
vegin. Tað ljóðar eis-
ini, at arbeitt verður
við at fáa Carolu úr
Svøríki hendavegin
LISTASTEVNAN
Stefan í Skorini
Fyrireikingarnar til Lista-
stevnu Føroya eru av álvara
farnar í gongd. Fleiri av
høvuðsnøvnunum
eru
funnin, og eitt tað áhuga-
verdasta navnið fyri ung-
dómin er skotska orkestrið
Runrig.
Tað fer at spæla 3. august
í ítróttarhøllini á Hálsi í
Havn. Hetta er eitt av fyrstu
tiltøkunum á stevnuni, sum
byrjar við einum braki.
Føroyski bólkurin Týr,
sum hevur gjørt nógv um
seg seinasta árið, fer at hita
upp fyri skotska bólkin.
Runrig er upprunaliga frá
Isle of Skye, sum liggur út
fyri vesturstrond Skotlands,
men hevur nú heimstað í
Aberdeen. Bólkurin, sum
er sera væl umtóktur í Skot-
landi, hevur ein tjóðskapar-
ligan boðskap í sínum tón-
leiki.
Birgir Kruse, sum sam-
skipar Listastevnuna, sigur,
at orsøkin til at Runrig og
Týr eru settir saman á eini
konsert er, at báðir bólkarn-
ir í sínum tónleiki gera vart
við, hvaðani teir eru, og teir
nýta staðbundnan tradition-
ellan tónleik í nýmótans
rokktónleiki.
Fyrrverandi sangarin í
bólkinum hevur roynt seg í
politikki. Hann tók seg úr
bólkinum og stillaði upp
fyri
tjóðskaparflokkin.
Hann varð eisini valdur á
ting í Skotlandi.
Eitt annað kent navn
verður eisini við á lista-
stevnuni. Tað er norski
sangarin Sigvart Dagsland.
Hann syngur mest gamlar
og kendar sálmar hjá eitt nú
Linu Sandell. Hetta eru
klassiskir norðurlendskir
sálmar og ikki nýmótans
gospeltónleikur.
Sigvart Dagsland er úr
Stavanger í Noregi, og
Birgir Kruse sigur, at fyri-
reikararnir við vilja hava
roynt at fingið samband við
Stavanger í Noregi og
Aberdeen í Skotlandi. Or-
søkin er, at Tórshavnar
kommuna hevur gjørt eina
samstarvsavtalu við hesar
báðar býirnar innan olju-
vinnu.
Tí er tað upplagt eisini at
fremja samstarvið á tí
mentanarliga økinum.
Carola?
Sagt verður eisini, at fyri-
reikararnir arbeiða við at
fáa svensku sangarinnuna
Carolu
hendavegin
til
stevnuna.
Carola syngur mest gos-
peltónleik, og ætlanin er, at
hon skal syngja saman við
United Voices.
Tó er eingin avtala komin
uppá pláss við Carolu. Tað
kann tí væl vera, at henda
ætlanin verður av ongum.
Væntandi fáa fyrireikar-
arnir svar fyrst í mars mán-
aði. Vónandi verður tað ja.
Annars frætta vit, at
Norðurlandahúsið skjótt fer
undir sølu av atgongu-
merkjum til stevnuna, og
ætlanin er eisini, at fólk
skulu kunna bíleggja um
internetið.
Tveir menn, sum
báðir eru skuldsettir
fyri at hava smuglað
og selt rúsevni, komu
hósdagin fyri í
Føroya Rætti. Tveir
aðrir hava játtað seg
sekar og góðtaka, at
varðhaldsfongslingin
verður longd uttan
rættarfund
RÚSEVNI
Stefan í Skorini
Hósdagin klokkan 13 komu
tveir menn, sum eru 27 og
35 ára gamlir, fyri Føroya
Rætt. Teir eru skuldsettir
fyri at hava smuglað og selt
stórar mongdir av ólóglig-
um rúsandi evnum. Teir
vórðu tiknir 16. januar og
hava sitið avbyrgdir síðani.
Ákærin sigur, at hon fer
at krevja varðhaldsfongsl-
ingina longda í fýra vikur,
har teir skulu sita avbyrgdir
fyri ikki at hava møguleika
at ávirka kanningararbeiðið
hjá løgregluni í fongslinum
og uttanfyri.
Væntandi fer dómarin at
ganga kravinum hjá ákær-
anum á møti og leingja
varðhaldsfongslingina
í
fýra vikur. Orsøkin til tað
er, at málið er so álvarsamt,
og nøgdirnar av rúsevnum
eru so stórar.
Tann 17. januar vórðu
fýra menn varðhaldsfongsl-
aðir í fýra vikur eftir umfat-
andi húsarannsóknir hjá
løgregluni. Tveir teirra
hava játtað seg sekar í teim-
um flestu skuldsetingun-
um, og teir hava báðir góð-
tikið, at varðhaldsfongsl-
ingin verður longd uttan
rættarfund. Teir verða tí
ikki framstillaðir, hóast
freistin fyri varðhalds-
fongslingini er úti.
Málini um hesar báðar,
sum hava játtað seg sekar,
koma væntandi fyri í Før-
oya Rætti í komandi viku.
Ákærin fer aftur tá at biðja
um rættarfund fyri aftur-
latnum hurðum, tí kanning-
ararbeiðið hjá løgregluni
ikki er liðugt.
Orsøkin til at hesir báðir
menninir, sum eru 29 og 33
ára gamlir, koma fyri rættin
longu nú er, at teir hava
játtað seg sekar. Kanning-
ararbeiðið tekur altíð longri
tíð, um teir skuldsettu ikki
játta.
Runrig til Føroyar:
Fyrireika listastevnuna
Høllin á Hálsi verður leygardagin 3. august karmur um
stórfingna konsert við skotska bólkinum Runrig og Týr
Fáa væntandi longda
varðhaldsfongsling
Stóra átakið hjá løgregluni móti rúsevnasølu og -smugling
gongur sína gongd. Í næstu viku verður ákæra væntandi reist
móti tveimum teirra, ið hava játtað seg sekar
Mynd: Jens Kr. Vang
Ákærin krevur bót
Hetlendski trolarin hevur síðan mánadagin ligið við bryggju. Skiparin noktar seg sekan í
ákærunum
Mynd: Eirikur Lindenskov
C
M
Y
K
5
4