Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 32 - 15. februar 2002 Nr. 32 - 15. februar 2002 7 Sambandsflokkurin hevur landsfund í Havn um vikuskift- ið. Roknað verður við einum friðarlig- um fundi FUNDUR Heri á Rógvi Fríggjadagin og leygar- dagin fara sambandsfólk av húsum og til Havnar á landsfund hjá Sambands- flokkinum. Flokkurin hevur tílíkan landsfund einaferð um árið, og vanliga plagar hesin at vera hildin um várið, men orsakað av løgtings- valinum, verður fundurin í ár nú komandi viku- skiftið. Fundurin verður hildin í Læraraskúlanum í Havn. Á skránni fríggja- kvøldið er alt tað for- mella so at siga. Vanliga er val av formanni og næstformanni, men í ár stendur einki val á skránni. Tískil halda bæði Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen fram í starvinum sum ávíkavíst formaður og næstfor- maður í Sambandsflokki- num. Tey vórðu bæði vald á landsfundinum í fjør. Leygardagin er polit- iskt orðaskifti á skránni. Ætlanin er, at onnur enn bert løgtingsmenninir hjá flokkinum skulu sleppa til orðanna. Tað er einki yvir at dylja, at orðaskift- ið mest fer at snúgva seg um komandi løgtingsval- ið. Sum siður eisini er, fær Sambandsflokkurin á landsfundinum vitjan úr systirflokkinum í Dan- mark, Venstre. Áður hev- ur Anders Fogh Rasmus- sen og aðrir framstandi persónar í flokkinum verið við til landsfundir- nar. Hesaferð verður tað Christian Mejdahl, for- maður fyri tingbólkin hjá Venstre, sum fer at geva eitt íkast til tað politiska kjakið. Christian Mej- dahl hevur tilknýti til Føroya á tann hátt, at pápi hansara hevur starv- ast í Føroyum sum prest- ur. Christian Mejdahl hevur ikki fingið frítt sjálvur at velja evnið, ið hann vil tosa um. Leygarkvøldið verður veitsla fyri fundarluttak- arunum. Tjóðveldisflokkurin heldur um viku- skiftið ársfund í Tekniska Skúla í Klaksvík. Ársfundurin er eitt høvi hjá Tjóðveldisfólki at hittast. Til umrøðu verð- ur komandi løgtingsval. Flokkurin fyrireikað nýggjan faktafaldara, og hesin verður á skránni fríggjakvøldið. Leygardagin verður palborðsframløgur, har fleiri politisk evni verða tikin upp, og orðaskiftið verður eisini. Somuleiðis verður val- skráin viðgjørd leygar- dagin. Veitslan verður eisini leygarkvøldið, og Tjóð- veldisflokkurin bjóðar eisini at finna innivist til fundarluttakararnar. -hr Sambandsflokkurin landsfund um vikuskiftið Sambandsfólk hittast um vikuskiftið til landsfund í Havn Tjóðveldisflokkurin hevur ársfund SJÓNLEIKUR Heri á Rógvi Leikurin um Macbeth telist millum kendastu verkini hjá William Shakespeare. Leikurin snýr seg um herð- føraran Macbeth, sum gerst so mikið maktsjúkur, at hann ynskir sjálvur at ger- ast kongur, og hann drepur kongin, ið hann so trúfast hevur tænt undir í mong ár. Leikurin um Macbeth er vorðin spældur óteljandi ferðir kring allan heim, og nú er leikurin eisini komin til Føroya. Tað, at spæla Shakespeare, er ikki nakað, ið vit hava sæð oftani í Før- oyum. Fyri nøkrum árum síðani varð Dreymur Jóansøkunátt ella A Midsummernight’s Dream framførdir í Føroy- um. Vit skulu heilt aftur í sekstiárini fyri at finna nakar verk av Shakespeare verða framført í Føroyum. Ætlanin við hesum leiki- num er sprotin burturúr einum hugskoti hjá fýra monnum, sum gingu á sjónleikaraskúla í Finn- landi. Nú er verkætlanin vorðin veruleiki, og fyrstu sýningarnar verða í Føroy- um, men vitjað verður eis- ini í øðrum Norðanlondum. Útlendsku leikararnir eru eisini sera fegnir um at fáa at spæla í Føroyum og “geva okkurt til Føroya”, sum teir taka til. Sum áður nevnt er Mac- beth ein nógv spældur leik- ur, men áskoðararnir skulu tó vænta nakað øðrvísi hesaferð. Orsakað av málsligu tvø- leikunum og stlílinum hjá leikstjóranum verður talan um eina sera visuella fram- førslu. Tey eyðkendu tema- ini verða tó varðveitt, men nakað serstakt er við hesari norðurlendsku útgávuni, sum verður framførd á gamal Meiarínum fríggja- kvøldið, fyri fyrstu ferð. Frásøguhátturin er rættiliga visuellur ljóðar tað støðugt frá leikarum og leikstjóra, meðan venjingarnar eru á gamla Meiarínum. Pallmyndin er eisini rætt- iliga einføld. Soleiðis verð- ur tað eisini lættari at fara út at ferðast við leikinum. Leikurin hevur eisini fingið eitt sindur av skemti, sum kanska ikki var so nógv av áðrenn. Orsakað av umstøðum, so er leikurin rættiliga nógv lagdur til rættis eftir tørvi. Leikarar- nir spæla flestir fleiri leik- lutir, og tann annars so stór- sligna pallmynd í Macbeth verður her býtt um við meira intensar løtur á ein- um smærri palli. Leikararnir hava lagt eitt størst arbeiði í venjingarnar yvir longri tíð. Tey, ið vilja síggja hesa norðurlendsku Shakespeare útgávu, kunnu síggja leikin á gamal Mei- arínum frá í kvøld av, og leikurin eigur so avgjørt at verða verdur at hyggja at. Macbeth: Ein visuel framførsla Katarina Nolsøe sleppur rættiliga at royan seg sum Lady Macbeth í stóra leikinum hjá Shakespeare, Macbeth. Við leikarum, ið tosa fleiri ymisk mál, og einum litaviskum leikstjóra, verður Macbeth spæld fyri fyrstu ferð á gamla Meiarínum í Havn í kvøld. Áskoðararnir kunnu vænta eina sera visuella framførslu Ein glotti er at hóma fyri tey mongu ungu í Klaksvík, sum mót- mæltu vánaligu um- støðurnar hjá ung- dóminum fyrr í viku- ni. Ætlanin er at seta á stovn eitt tónleika- felag. Í tí sambandi verður skipað fyri fundi fríggjakvøldið TÓNLEIKUR Heri á Rógvi Mánakvøldið varð greitt fyri øllum, at ungdómurin í Klaksvík hevði fingið nokk. Saknurin eftir einum dansistaðið hjá teimum ungu var vorðin so mikið stórur, at tey gjørdu ikki mætari enn at fara út á gøtuna í Klaksvík at steðga bilum og gera vart við teirra ónøgd. Í eitt ár hevur ungdómurin í Klaksvík saknað eitt stað at vera um kvøldarnar, og hetta vilja tey hava broytt sum skjót- ast. Eisini borgarstjórin í Klaksvík fett turt upp á frá teimum illa sperdu ungu mánakvøldið. Tað er nú líkt til, at ung- dómurin kanska fær eitt til- boð afturat í Klaksvík. Í øllum førum verður skipað fyri einum fundi fríggja- kvøldið í býraðsshøllini í Klaksvík. Tað er tónleika- samtakið Grót, ið saman við øðrum skipar fyri hes- um tiltakinum. – Vit hava fingið fleiri áheitanir um at hava Grót í Klaksvík, men vit halda tað vera best, um tað verður gjørt eitt felag í Klaksvík fyri tey tónleikaáhugaði har. Tað verður so upp til hetta felagið at gera av, hvussu og hvat virksemið, teir vilja hava í Klaksvík, sigur Jón Tyril, ið er for- maður fyri Grót. Tónleikasamtakið Grót hevur skipað fyri konsert- um í Klaksvík og aðra- staðni, og hetta hevur verið rættiliga væl vitjað. Eftir fleiri áheitanir, hevur felag- ið so avgjørt at skipa fyri hesum fundinum. Býráðið var beinanvegin við upp á hugskotið, og bjóðaði sær til at veita høli til fundin. – Ætlanin er at hava orð- stýrara á fundinum, og sum heild royna at halda ein góðan fund, har tey ymsu sjónarmiðini sleppa framat. Tað er ikki ætlanin at nakað endaligt skal fáast burturúr, men tað hevði verið ynski- ligt, um ein nevnd kanska hevði kunnað verið sett á stovn, sigur Jón Tyril. Øll eru vælkomin á fund- in, ið verður kl. 19.00 í bý- ráðshøllini í kvøld, fríggja- kvøldið. Um tað nýggja felagið kanska fer at reka diskotek, er nakað, ið støða má takast til, tá felagið er sett á stovn. – Tað besta hevði verið, um vit høvdu fleiri tón- leikafeløg og so eitt lands- felag fyri hesi, tí tað hevði gjørt tað nógv betri fyri allar partar,sigur Jón Tyril, sum vónar at síggja nógv fólk á fundinum fríggja- dagin. Ætla at stovna tónleikafelag í Klaksvík Søgu- og Samfelags- deildin á Fróðskapar- setrinum hevur onga ábyrgd av Menas-frá- greiðingini, ið verður kunngjørd í næstum. Hon er ein avtala millum BP og Menas, og Fróðskaparsetrið er einans at meta sum ein undirveitari. Hetta sigur Jógvan Mørkøre, fyrrv. deild- arleiðari á Setrinum MENAS- FRÁGREIÐINGIN Jan Müller Tað eru nú skjótt tvey ár síðani, at stig varð tikið at kanna samfelagsligu árin- ini av eini oljuvinnu. Tað var BP, ið tók hetta stig. Til at gera arbeiðið fekk BP ta bretsku fyritøkuna MENAS. Síðani hevur eis- ini Fróðskaparsetrið verið knýtt at hesi verkætlan. Frágreiðingin frá Menas, er enn ikki almannakunngjørd í heilum líki. Ein partur varð lagdur fram á Oljuráð- stevnuni í fjør. Tá varð kunngjørt, at frágreiðingin varð gjørd í samstarvi við Fróðskaparseturið. Síðani tá hevur projektleiðarin fyri føroyska partin av innihald- inum, Suni á Dalbø, funnist harðliga at bæði innihaldi og mannagongd í sambandi við frágreiðingina. M.a. hetta fekk herfyri ting- mannin Finn Helmsdal at spyrja landsstýrismannin, Óla Holm, um tað er satt, at sáttmáli um vísindaliga ar- beiðið í Menas málinum varð undirskrivað av olju- felag og útlendskari ráð- gevandi fyritøku, uttan at Fróðskaparsetrið var vit- andi um tað? Hann spyr eisini, hvør hevur skrivað ritverkið, og hann spyr, um tað er rætt, at hetta ritverk – ella partar av tí – er á so lágum vísindaligum støði, at tað ikki er borðbart? Fyrispurningarnir skulu svarast í næstum. Tað ljóð- ar, at Menas-frágreiðingin verður almannakunngjørd heilt skjótt. Hon er umsett til føroyskt. Spell Fyri at fáa loyst upp fyri málinum og fáa greiðu á ymsu ivaspurningunum, ið hava tikið seg upp hava vit vent okkum til Jógvan Mørkøre, sum í dag starv- ast á Søgu- og Samfelags- deildini á Fróðskaparsetrin- um. Til 1. juli í fjør var hann leiðari á deildini og hevur hann tí fyri ein part kunnað fylgt málinum. Jógvan Mørkøre heldur tað vera stórt spell, at ósemjur, stríð og møguligar misskiljingar skulu hava tikið seg upp í hesum ann- ars álvarsama og týðandi málinum, sum snýr seg um at gera okkara samfelag betri ført fyri at taka ímóti eini komandi oljuavbjóð- ing. Fyri at slóða fyri, at mál- ið ikki endar í einum enda- leysum eljustríði, ið kann skaða alt granskingarum- hvørvið í Føroyum langt út í framtíðina, heldur hann tað vera rætt at greiða frá, hvat er hent í málinum. Jógvan Mørkøre ger greitt, at Søgu- og samfel- agsdeildin á Fróðskapar- setrinum hevur onga ábyrgd av tí frágreiðing, ið skjótt verður kunngjørd. Hon er ein avtala millum BP og Menas. Fróðskapar- setrið er at meta sum ein »subcontractor«, undirveit- ari, og tí var tað skeivt av Menas, ið hevði ábyrgdina av frágreiðingini, tá tað á Oljuráðstevnuni í fjør segði, at Frágreiðingin er gjørd í samstarvi við Fróð- skaparsetrið. Veruleikin er, at Menasfrágreiðingin er eitt úrslit av einum sáttmála millum BP og Menas, og tað er Menas, sum hevur gjørt eina frágreiðing sam- bært tí sáttmálanum. Uppá fyrispurning hví tað hevur so stóran týdning fyri Setrið ikki at verða mett sum sáttmálapartur í hesi frágreiðingini sigur Jógvan Mørkøre, at tað er einfalt tí, at Setrið ikki er sáttmálapartur, men hevur gjørt nakrar ávísar uppgáv- ur fyri Menas. Jógvan Mørkøre heldur tað er spell, at man ikki hevur spælt út í góðari tíð og sagt tingini, sum tey eru sum t.d. tá Menas fer bæði á fund við Oljumálastýrið og á ráðstevnu í Norður- landahúsinum og leggur fram úrslit frá eini frágreið- ing – sum um at Setrið og harvið Søgu- og samfelags- deildin eigur ein part av tí og við beinleiðis tilvísing til eina røð av føroyingum, sum hvørki hava skrivað nakað í frágreiðingini, ongantíð hava sæð útkastið til frágreiðingina, hava ikki havt møguleika til at gera viðmerkingar og hava ikki so frægt sum fingið at vita, at tað verður lagt fram í Norðurlandahúsinum – uppaftur minni spurdir eftir, hvat skal leggjast fram. Jógvan Mørkøre heldur tað er umráðandi at fáa eitt orðaskifti um hesar spurn- ingarnar, tí bert við størri opinleika kunnu vit beina fyri stríði og ósemjum. Er nakað skeivt og óheppið farið fram, so ber eisini til at læra av tí. Hann vísir í hesum sambandi til støð- una, ið tók seg upp, tá fyrstu oljufeløgini komu hendavegin. Tá skuldu frá- greiðingar og kanningar gerast innan náttúruvís- indaligu fakini. Og har sóu vit júst tað sama, sum nú hendir: at tað verður latið upp til útlendsk feløg, sum standa oljufeløgunum nær, at gera slíkar kanningar. Og úrslitið var eisini hareftir. Hesar fyrstu frágreiðing- arnar vóru ikki nóg góðar, tí man troytti ikki føroyska fakkunnleikan í nóg stóran mun. Har varð eisini byrjað við ráðgevingarfeløgum. Tað var ein trupulleiki í byrjanini, til man fekk hetta skipað á ein rættan hátt inn- an fyri GEM, og har før- oyskir stovnar meira vóru tiknir við í arbeiðið. Gongdin Hvat er so søgan aftan fyri handfaring og manna- gongdini í sambandi við Menasfrágreiðingina? Jógvan Mørkøre vísir á, oljufelagið BP setir seg í samband við rektaran og sigur, at tað kundi hugsað sær at brúkt pening uppá m.a. samfelagsvísindaliga gransking í sambandi við oljuavleiðingar. Rektarin setir seg í samband við Søgu- og samfelagsdeildina og spyr, um hon hevur okkurt uppskot til projekt. Hetta er tíðliga á vári í 2000. Tá hevði deildin ein persón, sum arbeiddi við projektum eitt nú fyri fak- feløg, ALS osfr. Tað var Sune á Dalbø. Deildin ger eftir áheitanini og ger upp- skot til projekt. Tað fer til rektaran, sum koyrir tað víðari til BP. Síðani ganga nakrir mánaðir. Tá fæst at vita, at BP er sinnað at koma á fund at umrøða hetta nærri. Fundur er á Føroyamálsdeildini, har Jógvan Mørkøre og Sune á Dalbø umrøða verkætl-an- ina við rektaran og umboð fyri BP. Tað løgna er, at har eru eisini fleiri umboð fyri Menas, sum Jógvan Mørk- øre sigur seg ongantíð hava hoyrt um fyrr. Á fundinum fáa teir at vita, at BP ynskir heldur at umrøða hetta projektuppskotið í einum størri høpi, ið Menas so skal gera saman við Setrin- um. Hetta arbeiðið skal byrja 1. september treytað av, at BP fær leitiloyvi. Tað skal vera liðugt um árskiftið. Menas skuldi koma við 5 granskarum, deils fólk frá Menas og fólk frá lærdum háskúlum. Teir hava longu tá uppskot til, hvat verkætl- anin skal snúgva seg um og hvørji fólkini eru. Hetta er tí nakað, sum longu hevur koyrt millum Menas og BP. Tey á Setrinum høvdu einki fingið at vita um hesa verk- ætlan fyri fundin sigur Jógvan Mørkøre. Tørvandi kunning – Er nakað skeivt í, at BP vil brúka eitt felag, ið tað kennir og hevur álit á og sum hevur royndir á økin- um? – Í hesi tilgongdini er løgið, at man ikki kunnar um hetta áðrenn, og tá tað vísir seg, at talan er um eitt heilt annað projekt enn tað, ið man upprunaliga fór út við. Jógvan Mørkøre heldur tað kortini ikki vera nakað skeivt í tí at brúka fólk aðrastaðni frá eisini, tí skal man hava vísindaliga gransking í Føroyum og menna førleika, verður tað ikki gjørt uttan við hjálp frá øðrum. Men spurningurin er, um tað er BP, ið skal avgera, hvør skal arbeiða saman við Setrinum, ella um tað skal vera Setrið sjálvt, sum stingur út í kortið! Fróðskaparsetrið eigur ikki at leggja navn til Menasfrágreiðing Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur heldur vit mugu læra av okkara mistøkum og hyggja frameftir Mynd Jens K. Vang Framhald á síðu 8 C M Y K 7 6