fríggjadagur 15. februar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 32 - 15. februar 2002
Nr. 32 - 15. februar 2002
9
– Vil tú harvið siga, at
mannagongdin hjá BP hev-
ur verið skeiv frá byrjan?
– Eg haldi, at intentiónin
frá BP at fara undir hesa
kanningina var mikið reell.
Men kanska hevur BP her
blandað tvey ting saman.
Teir hava samband við eitt
felag, ið eitur Menas og
sum ger uppgávur fyri teir,
tá teir fara inn í nýggj øki at
arbeiða. Spurningurin er tá,
hvønn man skrivar og ar-
beiðir fyri! Er tað fyri før-
oyska almenningin ella er
tað fyri BP og teirra áhuga-
mál? Er tað eitt prospekt
ella er tað gransking vit
tosa um? Hetta hevur ikki
ongan týdning fyri víðari
gongdina, sigur Jógvan
Mørkøre, sum tó onga
orsøk hevur til at halda, at
BP hevði annað enn góðan
vilja í hesum málinum. –
Tað merkti eg longu frá
byrjan. Men her eru sum
sagt komin nøkur ting í
bland, ið eru orsøkin til
nakrar trupulleikar, sum tó
ikki eiga at forða fyri, at
granskingaruppgávur
í
framtíðini kunnu gerast
betri. Hetta er ein gransk-
ingaruppgáva, ið er neyðug
fyri hetta samfelag – og so
kann ein sjálvandi spyrja,
hví BP skal taka stig til
slíka! Tað átti nevniliga at
verið føroyingar sjálvir,
sum tóku stig til hana. Tí
havi eg onga orsøk til at
harta BP fyri at gera tað,
sum vit ikki gera sjálvir.
Og vit venda aftur til
fundin millum BP, Menas
og Setrið og geva Jógvani
orðið: – Har sita vit so yvir-
av hvørjum øðrum. Teir eru
klárir við einum næstan
skræddaraklárum projekti,
og vit verða spurdir, um
Setrið kann stilla við 5
granskarum. Svarið er ein-
falt. Tað kunnu vit ikki.
Teir eru ikki tøkir. Eg sigi
fyri mín part, at eg kann
ikki gera meg leysan til tað.
Men har var so Suni á
Dalbø, ið hevði arbeitt við
projektum, og heitt verður á
hann um at vera projekt-
leiðari á føroysku síðuni,
og at átaka sær at skipa eitt
slag av teami.
Eg legði dent á, at hetta
var ikki mín koppur av te.
Men man kundi síggja tað
sum eitt pilotprojekt, har
man kundi vera við til at
kortleggja, hvat er gjørt og
ikki, og út frá tí kundu vit
so royna at koma inn á
nakrar PHD verkætlanir.
Setrið skuldi gera
uppskot til sáttmála
Jógvan Mørkøre sigur ann-
ars, at teir høvdu onga or-
søk til út frá tí fundinum at
meta, at BP ella Menas
vildu misbrúka og villeiða
teir. Avtalað varð at fara
undir hetta frá 1. septem-
ber. Teir fingu eisini at vita,
at sáttmáli skuldi gerast.
Luttakararnir fáa at vita, at
sáttmálar eru komnir í ein
fastan karm á Setrinum og
liggja teir hjá seturskrivar-
anum. Hetta byggir á
royndirnar við onnur olju-
feløg, soleiðis at løgfrøði-
ligi og fíggjarligi parturin
liggur hjá seturskrivaran-
um, meðan tann fakliga
ábyrgdin liggur hjá deild-
ini. Hetta fingu øll at vita á
fundinum. Tað verður so
eisini avgjørt og stendur tað
sum ein fundarniðurstøða,
at seturskrivarin ger upp-
skot til sáttmála. Hetta fer
síðani í fleiri umførum til
Menas, tí alt samskifti
skuldi ganga gjøgnum John
Christensen,
stjóra
í
Menas. Tað er so fyrst tá
projektið hevur koyrt í ein-
ar tveir mánaðir, at Jógvan
Mørkøre munnliga fær at
vita frá John Christensen,
at BP hevði skrivað undir
sáttmála við Menas í byrjan
av september. Tað løgna er,
at hvørki BP ella Menas
hava kunnað Setrið um, at
teir hava undirskrivað sátt-
málan í byrjan av septem-
ber, hóast avtalað varð at
gerast skuldi ein felags trý-
partasáttmáli. Tað stendur
eisini í øllum uppskotum,
sum fara frá seturskrivaran-
um til Menas.
– Eg skilji ikki hetta
myrkaspælið hjá Menas og
fyri so vítt BP eisini, tá teir
undirskriva sáttmála, eftir
at tað á einum innleiðandi
fundi hevur verið gjørt
greitt frá Setursins síðu, at
tað skal vera ein trýparta-
sáttmáli, og at Seturið skal
koma við uppskotinum.
Jógvan Mørkøre vísir á,
at Seturið tí ongar sáttmála-
skyldur hevur sum so, tá
man er at meta sum »sub-
contractor«, annað enn at
umsita tey 40.000 pundini,
sum vóru eitt slag av fíggj-
arætlan, tá skjøtil varð sett-
ur á.
– Eg havi tí fyri einum ári
síðani sagt við Menas, at
teir skulu ikki brúka navnið
hjá Setrinum í frágreiðing-
ini. Hetta havi eg eisini
gjørt vart við í viðmerking-
um mínum til ta frágreiðing
eg havi sæð. Tað skal tí
ikki standa »in asossiation«
við Fróðskaparsetrið, sum
tá avtornar kanska er minni
involverað enn lærdir há-
skúlar í Bretlandi, ið hava
latið granskarar til uppgáv-
una.
Eg gjørdi eisini vart við
mína misnøgd við, at hetta
kom at standa í tí frágreið-
ing, sum varð løgd fram á
oljuráðstevnuni. Tað er
púra óhoyrt, at man ger
slíkt. Vit eru undirleverand-
ørar, sum hava latið data ol.
og einki annað.
Sáttmálin, sum var í upp-
skoti og sum kom frá Setr-
inum, segði m.a., at fakliga
ábyrgdin skuldi liggja hjá
Søgu- og samfelagsdeild-
ini. Hevði tað verið gjørt,
hevði man eisini farið inn
og og hugt at, hvussu man
skuldi tryggja, at hetta varð
væl frágingið. Sum t.d. vit
hava gjørt við aðrar frá-
greiðingar eitt nú saman
við Saga, har man hevði ein
stýringsbólk. Tað var m.a.
kanning í sambandi við
seismikk og fiskivinnu.
Tað hevur so ikki verið
gjørt í hesum førinum. Her
hevur eingin sitið frá Fróð-
skaparsetrinum, ið hevur
havt eitt avgerandi orð um,
hvat kemur við og hvat
ikki. Tann avgerðin hevur
aleina ligið hjá Menas. Tað
rætta hevði verið, kemur
eitt oljufelag til Setrið, at
tosað um, hvat Setrið kann,
og hvat fólk er brúk fyri
uttanífrá.
Tá vit fara á fund er tað
fyri at umrøða tað uppskot-
ið til projekt, ið vit eru
bidnir um at gera. Tá vit
koma á fundin sita teir við
einum øðrum projekti, sum
teir hava biðið eitt ráðgev-
arafelag gera. Vit fara av
fundinum við tí í fatan, at
hetta er eitt felags projekt
hjá Menas og Fróðskapar-
setrinum, har vit skulu gera
sáttmála, ein sáttmáli, ið
ongantíð er gjørdur, og vit
fáa so at vita, tá tað er farið
í gongd, at vit eru at meta
sum ein undirveitari í mun
til Menas. So siga vit, at vit
hava ongan sáttmála við
BP, og í tann mun vit ar-
beiða fyri Menas, verður
tað gjørt á tann hátt at gold-
ið verður fyri arbeiddar
tímar til peningurin, tey 40
túsund pundini, eru uppi.
Tá Setrið ikki er sáttmála-
partur og pliktað við einum
sáttmála, ið greitt leggur
ein part av tí fakligu
ábyrgdini og stýringini av
projektinum til Setrið, so
eiga vit heldur ikki ábyrgd-
ina.
Jógvan Mørkøre við-
gongur, at Setrið hevur ikki
sagt nóg væl frá, tá Menas
fer út og umrøður hetta sum
eitt felags projekt. Tá Setrið
ikki hevur felags sáttmála
við BP er tað ikki eitt felags
projekt, so einfalt er tað.
Men tað hevur ongantíð
verið ætlanin at fara út í eitt
stríð, tí endamálið er gott.
Men tá tað ikki verður lurt-
að eftir okkum, so mugu vit
tala at. Tað hava verið stór-
ar vónir til hesa verkætlan.
Fleiri hava sæð møguleikar
at granska meira. Tí er tað
syrgiligt, at tað skuldi
ganga so.
Vitan og gransking
skulu hjálpa okkum
at velja røttu
framtíðina. Tí er
umráðandi, at vit
stinga út í kortið ein
granskingarpolitikk,
ið skal kunna útvega
okkum neyðuga
grundarlagið til tess.
Hetta eiga vit sjálvi at
gera men í samstarvi
við útlendskar
serfrøðingar heldur
Jógvan Mørkøre,
samfelagsfrøðingur
SAMFELAGS-
GRANSKING
Jan Müller
Nú spurningurin um út-
búgving og gransking í
sambandi við oljuvinnuna
hevur
verið
so
nógv
frammi, viðgongur Jógvan
Mørkøre fyrrv. leiðari á
Søgu- og samfelagsdeildini
á Fróðskaparsetrinum, at
teir á tí samfelagsvísinda-
liga fakøkinum eru á nøk-
unlunda sama stað, ið nátt-
úruvísindin stóð fyri nøkr-
um árum síðani. Har hendi
eisini tað, at oljufeløgini
komu við sínum ráðgevara-
vinum og lat teir koyra
tingini. Funnist varð eisini
at úrslitunum av fyrstu frá-
greiðingunum á náttúruvís-
indaliga økinum, har før-
oysku stovnarnir ikki vórðu
við ellla í ov lítlan mun. So
við og við varð tó komið
fram til ein gagnligan ar-
beiðshátt gjøgnum GEM,
har man bygdi samstarv á
felags forstáilsi. Tað hevur
so tikið nøkur ár.
Framtíðin er eitt val
framhald av síðu 7
Jógvan Mørkøre,
samfelagsfrøðingur heldur vit
mugu leggja nógv størri dent
á samfelagsvísindaligu
granskingina
Mynd Jens K. Vang
Nú hann eygleiðir hesa
tilgongdina og støðuna í
aktuella
Menasmálinum
undrar tað Jógvan Mørk-
øre, hví man skal fara
ígjøgnum somu óhepnu
gongd á tí samfelagsvís-
indaliga økinum, og hann
spyr, hví eitt oljufelag, ið
kennir ta gongdina, ikki
lærir av henni. Ivaleyst
hava oljufeløgini verið fyri
líknandi prosessum í øðr-
um londum og kundu at
lært av teimum eisini.
Kunnu ikki bara vera
fitt
Jógvan Mørkøre heldur seg
eisini síggja ein paralell í tí,
sum Gunvør Balle, stjóri í
Pam Offshore førdi fram á
Oljuráðstevnuni í fjør, at nú
er nóg mikið við hesum
fitta prátinum. Nú mugu vit
koma til veruleikan, ið er,
at feløgini brúka ikki før-
oyska ekspertisu, uttan tey
eru noydd til tað. Og her er
ikki so stórur munur, tá tað
kemur til granskingina
heldur. Einsvæl og eitt
vinnulív dregur útlendingar
til, tá profittur í hesum,
dregur eisini granskingin,
har tað skulu gerast kann-
ingar og frágreiðingar, útl-
endingar, ráðgevingarfeløg
og onnur henda vegin. Tey
standa uppá spring, og
nógv av teimum koma
beinleiðis saman við olju-
feløgunum, tí somu oljufel-
øg, ið vanliga brúka sínar
vanligu samstarvspartnarar,
tá tað snýr seg um vinnulív,
gera tað eisini, tá tað kem-
ur til granskingina.
Jógvan Mørkøre vísir á,
at eisini keikanturin hevur
nakað við hetta økið at
gera. – Man hevur sagt, at
hetta kann blíva ein koddi.
Vit skulu vera kappingar-
førir. Men tað er eingin
grund til at vera so naivur
at billa sær inn, at sjálvt um
vit eru kappingarfør í
vinnulívinum, so verður
tann fyritøkan tikin fram-
um, sum er vanligur sam-
starvspartnari.
Samstarv
– So tú sóknast eftir
keikantinum í granskingini
eisini?
– Tá sagt verður, at vit
skulu hava gransking í
hesum landi, at vit skulu
menna førleikan, at vit
skulu hava gransking fyri
føroyingar og hetta samfel-
agið og ikki fyri oljufelø-g-
ini, so má tað vera nakað,
ið er grundað á gransking-
arstovnar her á landi. Men
sjálvandi vita vit ikki alt.
Vit hava brúk fyri at sam-
starva við ekspertisu uttan-
ífrá. Ikki minst av tí læru
man hevur aðrastaðni.
Jógvan Mørkøre heldur
tað hevur stóran týdning, at
tað eru vit sjálvi, ið stýra og
siga, hvussu gongdin skal
vera. – Uttan so at vit seta
krøvini til sáttmálar ol. og
tað eru vit, sum bestemma,
so fara oljufeløgini so
langt, sum tey sleppa. Og
tað kann man ikki siga tey
ring fyri, gera vit ikki okk-
ara heimaarbeiði til fulnar.
Hann vísir tó á, at mynd-
ugleikar sum eitt nú Olju-
málastýrið hava víst seg at
liva upp til hesi krøv. –
Krøvini frá Oljumálastýrin-
um eru vorðin meira av-
gjørd og beinrakin, og eis-
ini vinnan er vorðin betri
skipað. Tey eru komin langt
ávegis við m.a. at hava lært
av royndunum. Somuleiðis
er man eisini komin langt
innan náttúruvísindina. Nú
manglar so samfelagsvís-
indaligi parturin, sum ikki
minst hevur ein týðandi
leiklut í framtíðar menn-
ingini.
Hetta er tó ikki nøkur
einføld gongd. – Man royn-
ir sjálvandi at vera fittur og
vil sleppa undan at vera ov
formalistiskur
mótvegis
útlendsku feløgunum. So
eru tað pengarnir, ið fylgja
við teimum, og sum vit
hava brúk fyri, tá vit ikki
fáa teir frá okkara egnu
myndugleikum. Man roynir
at fáa alt hetta at virka í ein-
um góðum anda, uttan at
skula hava skálkin aftanfyri
oyrað alla tíðina. Men stóri
spurningurin er, hvør hevur
ábyrgdina av tí gransking,
sum stendur fyri framman.
Hava mist tíð
Jógvan Mørkøre heldur tað
mest óhepna við Menas-
málinum vera, at vit hava
mist tíð. Hevði tað gingið
væl, so høvdu PHD verk-
ætlanir kanska verið í
gongd. Men hann viðgong-
ur, at tað ber heldur ikki til
bara at siga, at tað eru olju-
feløgini, ið skulu fíggja
støðiskanningar av hesum
slag.
– Vit tosa um eina broyt-
ing av samfelagnum, ið fer
fram í næstum. Hvør eigur
tá uppgávuna at syrgja fyri,
at man veit nóg nógv til at
fáa eitt orðaskifti um hesa
broyting – politikararnir,
einstakir borgarar ella vit
øll? Tað eru væl fyrst og
fremst vit føroyingar sjálv-
ir. Og tí ber ikki til, at man
bara lítir á, at tað kemur av
sær sjálvum frá oljufeløg-
unum.
Samfelagsfrøðingurin
vísir eisini til, at seinasta
frágreiðingin frá Oljuráð-
leggingarnevndini leggur
upp til hetta. Men frá før-
oyskari síðu hevur man ikki
gjørt nakað á hesum øki, og
spurningurin
er,
hvar
ábyrgdin liggur.
–
Spurningurin
um
gransking er av týdningi
fyri hetta samfelagið, og
nógv av tí tosað verður um
so sum árinskanningar, er í
veruleikanum nakað, ið átti
at verið komið uppá pláss
við ella uttan olju. Hann
vísir á, at okkum tørvar
støðiskanningar (Baseline
studies) av øllum samfel-
agnum.
– Nógv av tí vit eftirlýstu
í sambandi við kreppuna
var, at vit ikki kendu av-
leiðingarnar av kreppuni.
Tá gjørdu fakfeløg kann-
ingar av livikorunum. Tað
var nakað, ið longu átti at
verið gjørt. At vit í búskap-
arkreppum ikki hava bú-
skapartøl, sum eru eftirfar-
andi, er heldur ikki nøkt-
andi. Hetta er nakað vit
hava staðfest oftani, og tað
sama gera vit í dag. Hvar
eru vit í dag, og hvar eru vit
um 10 ár? Tað hevur nakað
við at styrkja Hagstovu og
granskingarumhvørvi, so-
leiðis at man leypandi kann
fylgja við gongdini. Og so
er tað hin uppgávan: at taka
við læru av tí, sum er farið
fram aðrastaðni.
Hyggja frameftir
Vit spurdu Jógvan Mørk-
øre, um tað er rætt at finn-
ast at oljufeløgunum fyri at
vilja fylla nøkur hol, sum
vit ikki sjálvi hava megn-
að?
– Tí eri eg samdur í. Vit
skulu heldur ikki gera BP
til tann stóra skurkin í øll-
um hesum. Teir hava vent
sær til Setrið og hava viljað
givið pengar til eina verk-
ætlan. Tað, sum síðani er
hent, er keðiligt fyri BP,
sum hevur fingið ringa um-
talu. Menas hevur fingið
ringa umtalu og sama er við
Setrinum. Tað er spell fyri
allar partar. Tí ræður um
ikki at hongja seg í smálutir
og tað, sum farið er men
læra av tí og hyggja fram-
eftir. Men fyritreytin er
tann, at tað verður spælt við
opnum kortum. Heldur siga
tingini, sum tey eru, enn at
koyra nakað undir teppið
ella dylja nakað.
Tað mest syrgiliga í øll-
um
hesum,
endurtekur
samfelagsfrøðingurin, er, at
vit hava mist tíð. Hann er tí
ikki samdur, tá oljumála-
ráðharrin sigur, at tað er
góð tíð at kanna samfelags-
ligu árinini. – Skal man nú
til at fylla øll hol út, sum
eru neyðug fyri at gera
gransking á hesum øki, so
er tað ein veldug uppgáva.
Skal tú harumframt eisini
fáa tann førleikan bygdan
upp innan fyri tað samfel-
agsliga granskingarøkið,
soleiðis at vit kunnu fylgja
við, hvussu fer at ganga tey
næstu árini, so er tað upp-
aftur ein stór uppgáva.
– Vit tosa í veruleikanum
um tey val vit skulu gera í
næstum, og sum koma at
ávirka bæði okkum og okk-
ara eftirkomarar. Val sum –
um vit skulu taka oljuna
upp og byrja framleiðslu,
hvussu hon skal stýrast
osfr. Tað kann gerast uppá
fleiri mátar. Man kann geva
alt frítt sum í USA ella tú
kanst gera tað sum í Norra,
har staturin er við. Vit hava
eisini royndir frá ymsum
oyggjasamfeløgum
at
hyggja til. So talan er um
vitan og gransking, ið skal
brúkast til at menna okkara
egna samfelag uppá okkara
egnu fortreytir.
Jógvan Mørkøre sigur –
tá sannað verður, at hetta
er spurningurin um eitt val
– at tað er greitt, at fortreyt-
in fyri at kunna velja er, at
man veit, hvat er at velja
millum. Tvs. at vit mugu
kenna okkara egnu fortreyt-
ir og hetta samfelagið. Vit
mugu eisini kenna til
royndir aðrastaðni, soleiðis
at man kann hugsa um teir
møguleikar, ið eru. Polit-
isku flokkarnir mugu eisini
koma
inn
í
myndina.
Hvussu vilja teir, at hetta
samfelagið skal umskapast
næstu 5-10 árini.
Lesið eisini í morgin um
týdningin
framtíðar
granskingin hevur fyri før-
oyska samfelagið.
Fróðskaparseturið tørvar fólk
og orku til at kunna fara
meira miðvíst undir
granskingarverkætlanir
Mynd Jens K. Vang
C
M
Y
K
9
8