Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. november 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. november · Nr. 162 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge – Manchester Tað var í dystinum ímóti Estlandi tann 11. august, at Gunnar Nielsen fekk eina fibur í lærið. Síðani spældi Gunnar ikki aftur fyrr enn 5-0 ósigurin í Italia ein lítlan mán- aða seinni. Móti endanum av dyst- inum stórbjargaði Gunnar einum kanónskoti frá Antonio Cassano, men lendi skeivt og meiddi sær øksl ina. Fyrsti dysturin Gunnar spældi, síðani hann meiddi sær økslina, var ímóti Skotlandi í Aber- deen týskvøldið í farnu viku. – Eg havi vant við fullari ferð í góðar tvær vikur, og eg havi eisini gjørt nógv fysiskt arbeiði, so eg føli meg væl fyri. Mær manglar sjálv- andi at spæla nakrar dystir, men vón andi kemur tað í næstum, sigur Gunnar um verandi venjingar støð- una hjá sær. – Vit hava havt onkrar leikarar, sum ofta vóru skaddir, tá teir umboðaðu landsliðið. Vónandi er Gunnar ikki ein av teimum, men fekk hann skaða í dystinum í Aber- deen, so var tað triðji skaðin í eins nógvum landsdystum. Tað gekk fínt, eg havi sum sagt vant við fullari ferð í eina tíð nú og hjá málmonnum er venjingin oft a meiri krevjandi enn dystir. Tá tað kemur til dystir, so er tað meiri týdningarmikið at vera klárur í høvd inum. Eg føldi einki til skaðan og økslin hevur tað framvegis fínt, sigur Gunnar Nielsen um dystin í Aber deen. Strævið at verða skaddur Mangan tosa fótbóltsleikarar um marr una við at verða skaddur. – Tað er strævið at verða skaddur. Tú fær ikki tað dagliga »kick’ið«, sum tú vanliga fær til venjing, og tá tú spælir dystir, men at verða skaddur er ein partur av at spæla fótbólt, so eg eri avkláraður við støðuna. Nú gleði eg meg bara at sleppa í gongd aftur, sigur Gunnar um tíðina, hann hevur verið skaddur. Tranmere Rovers aftur á skránni Gunnar er framvegis leigaður út til Tran mere Rovers, sum spælir í trið- bestu deildini í Onglandi. Tá hann er klárur, so venur hann vanliga tíggjar ferðir um vikuna við Tran- mere og tvær ferðir við Manchester City – Ætlanin er nú at fara aftur til Tran mere Rovers í vikuni og spæla nakr ar dystir og vónandi gera tað gott, sigur Gunnar Nielsen um kom andi tíðina. Leigusáttmálin er gald andi fram til fyrst í januar kom andi ár. Gunnar um Premier League higartil Premier League kappingin er skjótt komin í helvt, og tað hava verið nógv óvæntað úrslit higartil. – Kappingin er jøvn, og lið sum Man chester United og Chelsea hava mist fleiri stig enn tey plaga. Kapp ingin um plássini aftanfyri Chelsea og Manchester United er eis ini tøtt. Eg trúgvi, at vit fara fram vegis at síggja tey stóru liðini missa fleiri stig, men tá avtornar verða tað helst Manchester United og Chelsea, sum ganga undan, sigur Gunn ar um Premier League. Manchester City hevur verið fyri nógvum atfinningum, men eft ir vikuskiftið liggja teir á einum fjórða plássi, bara trý stig aftanfyri odda liðnum Chelsea og Manchester United. – Eg vænti, at teir fara at liggja í oddinum, men tað er torført at siga, um tað er nokk til eitt meistara- heiti. Eg vænti, at teir verða at síggja í topp fýra fyri tað mesta av hesi kappingini. Tað verður eitt vón brot, um vit ikki enda í topp fýra, tá kappingini er av. Er tað nakað, ið Gunnar hevur bit ið merki í við kappingini higar- til? – Ringa byrjanin hjá Liverpool hevur fingið nógva umrøðu. Nú eru teir so smátt við at koma fyri seg, men tað hevur ikki sæð so gott út hjá teimum. Eitt annað, sum eg havi bitið merki í er nýggja keypið hjá Totttenham, Rafael Van der Vaart. Hann hevur staðið seg væl og tykist mær ógvuliga góður. Gott nokk kostaði hann eitt sindur, men við tí sum hann hevur víst, so vil eg nærmast kalla tað fyri eitt røvarakeyp, sigur Gunnar Nielsen. trondur@sosialurin.fo Gunnar Nielsen er klárur aftur Fótbóltur Føroyski landsliðsmálmaðurin Gunnar Nielsen er klárur at verja málið hjá Tranmere Rovers aftur. Í góðar níggju vikur hevur millum annað skaðin frá landsdystinum móti Italia forða honum í at venja við fullari ferð og at spæla dystir. »Eg gleði meg at sleppa í gongd aftur,« sigur Gunnar Nielsen. Les eisini, hvørji lið Gunnar væntar enda ovast í Premier League, og hvør er eitt røvarakeyp Premier League debutin hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Gunnari Nielsen, móti Arsenal á Emirates Stadium Mynd: Polfoto Eg føldi einki til skaðan og økslin hevur tað framvegis fínt Tú fær ikki tað dagliga »kick’ið«, sum tú vanliga fær til venjing og tá tú spælir dystir