mánadagur 22. november 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. november · Nr. 162
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Manchester
Tað var í dystinum ímóti Estlandi
tann 11. august, at Gunnar Nielsen
fekk eina fibur í lærið. Síðani
spældi Gunnar ikki aftur fyrr enn
5-0 ósigurin í Italia ein lítlan mán
aða seinni. Móti endanum av dyst
inum stórbjargaði Gunnar einum
kanónskoti frá Antonio Cassano,
men lendi skeivt og meiddi sær
økslina. Fyrsti dysturin Gunnar
spældi, síðani hann meiddi sær
økslina, var ímóti Skotlandi í Aber
deen týskvøldið í farnu viku.
– Eg havi vant við fullari ferð í
góðar tvær vikur, og eg havi eisini
gjørt nógv fysiskt arbeiði, so eg føli
meg væl fyri. Mær manglar sjálv
andi at spæla nakrar dystir, men
vónandi kemur tað í næstum, sigur
Gunnar um verandi venjingarstøð
una hjá sær.
– Vit hava havt onkrar leikarar,
sum ofta vóru skaddir, tá teir
umboðaðu landsliðið. Vónandi er
Gunnar ikki ein av teimum, men
fekk hann skaða í dystinum í Aber
deen, so var tað triðji skaðin í eins
nógvum landsdystum.
Tað gekk fínt, eg havi sum sagt
vant við fullari ferð í eina tíð nú
og hjá málmonnum er venjingin
ofta meiri krevjandi enn dystir. Tá
tað kemur til dystir, so er tað meiri
týdningarmikið at vera klárur í
høvdinum. Eg føldi einki til skaðan
og økslin hevur tað framvegis fínt,
sigur Gunnar Nielsen um dystin í
Aberdeen.
Strævið at verða skaddur
Mangan tosa fótbóltsleikarar um
marruna við at verða skaddur.
– Tað er strævið at verða skaddur.
Tú fær ikki tað dagliga »kick’ið«, sum
tú vanliga fær til venjing, og tá tú
spælir dystir, men at verða skaddur
er ein partur av at spæla fótbólt, so
eg eri avkláraður við støðuna. Nú
gleði eg meg bara at sleppa í gongd
aftur, sigur Gunnar um tíðina, hann
hevur verið skaddur.
Tranmere Rovers
aftur á skránni
Gunnar er framvegis leigaður út til
Tranmere Rovers, sum spælir í trið
bestu deildini í Onglandi. Tá hann
er klárur, so venur hann vanliga
tíggjar ferðir um vikuna við Tran
mere og tvær ferðir við Manchester
City
– Ætlanin er nú at fara aftur til
Tranmere Rovers í vikuni og spæla
nakrar dystir og vónandi gera tað
gott, sigur Gunnar Nielsen um
komandi tíðina. Leigusáttmálin
er galdandi fram til fyrst í januar
komandi ár.
Gunnar um Premier
League higartil
Premier League kappingin er skjótt
komin í helvt, og tað hava verið
nógv óvæntað úrslit higartil.
– Kappingin er jøvn, og lið sum
Manchester United og Chelsea
hava mist fleiri stig enn tey plaga.
Kappingin um plássini aftanfyri
Chelsea og Manchester United
er eisini tøtt. Eg trúgvi, at vit fara
framvegis at síggja tey stóru liðini
missa fleiri stig, men tá avtornar
verða tað helst Manchester United
og Chelsea, sum ganga undan, sigur
Gunnar um Premier League.
Manchester City hevur verið
fyri nógvum atfinningum, men
eftir vikuskiftið liggja teir á einum
fjórða plássi, bara trý stig aftanfyri
oddaliðnum Chelsea og Manchester
United.
– Eg vænti, at teir fara at liggja í
oddinum, men tað er torført at siga,
um tað er nokk til eitt meistara
heiti. Eg vænti, at teir verða at
síggja í topp fýra fyri tað mesta
av hesi kappingini. Tað verður eitt
vónbrot, um vit ikki enda í topp
fýra, tá kappingini er av.
Er tað nakað, ið Gunnar hevur
bitið merki í við kappingini higar
til?
– Ringa byrjanin hjá Liverpool
hevur fingið nógva umrøðu. Nú
eru teir so smátt við at koma fyri
seg, men tað hevur ikki sæð so
gott út hjá teimum. Eitt annað,
sum eg havi bitið merki í er nýggja
keypið hjá Totttenham, Rafael Van
der Vaart. Hann hevur staðið seg
væl og tykist mær ógvuliga góður.
Gott nokk kostaði hann eitt sindur,
men við tí sum hann hevur víst, so
vil eg nærmast kalla tað fyri eitt
røvarakeyp, sigur Gunnar Nielsen.
trondur@sosialurin.fo
Gunnar Nielsen er klárur aftur
Fótbóltur Føroyski landsliðsmálmaðurin Gunnar Nielsen er klárur at verja málið hjá Tranmere Rovers
aftur. Í góðar níggju vikur hevur millum annað skaðin frá landsdystinum móti Italia forða honum í at
venja við fullari ferð og at spæla dystir. »Eg gleði meg at sleppa í gongd aftur,« sigur Gunnar Nielsen.
Les eisini, hvørji lið Gunnar væntar enda ovast í Premier League, og hvør er eitt røvarakeyp
Premier League debutin hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Gunnari Nielsen, móti Arsenal á Emirates Stadium
Mynd: Polfoto
Eg føldi einki til skaðan og
økslin hevur tað framvegis fínt
Tú fær ikki tað dagliga
»kick’ið«, sum tú vanliga
fær til venjing og tá tú
spælir dystir