Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. november 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 22. november · Nr. 162 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen Aftaná at hava vunnið bronsu í landskappingini, silvur í steypa­ kapp ingini, og haraftrat heiðurin, sum ársins venjari í kvinnudeildini hevur Birnir Haukson, sum er ættaður úr Horn á Hornafirðinum í Ìslandi alla grund til at fegnast. Men tað var ógvuliga knappliga, at Birnir, sum býr á Strondum, var biðin um at hava høvuðsábyrgdina av besta kvinnuliðnum hjá Skála. – Eg skuldi út í barnagarðin eft­ ir soninum hjá mær. Tá verið eg steðg aður av einari kvinnu sum ar­ beiðir í barnagarðinum, sum sam­ stundis eisini er nevndarlimur í Skála Ítróttarfelagi, og hon spurdi meg, um eg hevði hug at taka við uppgávuni, greiðir Birnir frá. Birnir fekk ikki drúgva umhugsunar tíð. Talan gjørdist bert um eitt viku­ skiftið, og nú meir enn hálvt ár seinni kunnu báðir partar fegnast um tað gjøgnumskundaðu loysnina, sum við tíðini gjørdist ein haldgóð og varandi loysn. Óskrivað blað í Føroyum Birnir var eitt óskrivað blað í før­ oyskum høpi, tá hann tók við sum venjari hjá Skála­kvinnunum. Birnir er tó ikki blankur, tá tað kemur til venjararoyndir í øðrum londum. – Eg havi verið venjari niðri í Dan mark, men tað var mest hjá yngri dreingjaliðum í tí kenda fel­ ag num, AaB í Ålborg. Eg hevði eitt dreingjalið gjøgnum fýra ár, frá tí, at teir vóru 10 ár til teir vóru 14 ára gamlir. Sjálvur spældi Birnir nærum ongan fótbólt á dreingja­ og ung­ linga árum. Sum yngri spældi Birnir kurvabólt, og hann íðkaði eis ini frælsan ítrótt. – Tað var fyrst tá eg sum 25 ára gamal flutti til Danmarkar, at eg byrjaði at venja fótbólt. Tann dyst­ urin eg havi spælt, sum verið á tí hægsta støðinum, var tá eg við ein­ um seriu­3 liði spældi ímóti einum seriu­2 liði í tí donsku steypa kapp­ ingini, greiðir Birnir frá. Birnir hevur tó altíð dámt væl at fylgja við fótbólti, og er tað serliga Premier League og Manchester United, sum hevur hansara áhuga. – Tað er meiri fysikkur í ensku liguni, enn í sponsku og italsku lig­ uni, leggur Birnir sum eina grund til, at honum dámar best Premier League av teimum stóru fót bólts­ ligunum. Meira pedagogiskur enn Alex Ferguson Birnir er tó væl meiri pedagogiskur, enn tann stóra venjarahetjan, Sir Alex Ferguson hjá Manchester United. – Tá ein gerst ársins venjari, so er tað jú greitt tekin um, at ein hev ur eitt gott lið at venja, slær ís lendingurin fast. Hann er fegin um samstarvið við hin venjararn, Kaysten Rasmussen, sum hevur roynt seg á besta mansliðnum hjá Skála. – Vit tosa væl saman um alt rundan um liðið, og tað hevði ikki gingið so væl, um hann ikki hevði verið við í venjaratoyminum, sigur Birnir, sum ikki sparir uppá rósirnar til samstarvsfelagan, Kaysten Ras­ mussen. Eru frá nærøkinum Allir spælarnir á besta kvinnuliðnum hjá Skála eru frá nærøkinum kring Skála og Strendur. Talan er um eitt ungt lið við einum lágum miðalaldri. Birnir staðfestir, at kvinnuliðið hjá Skála hevur ikki gjørt nógv um seg tey seinastu mongu árini, og at tað eru heili 18 ár síðani, at liðið seinast var í steypafinaluni. Birnir hevur vónir um, at hópurin í stóran mun verður tann sami til komandi kappingarár. – Nú eru tað nógvar av kvinn­ unum, sum hava fingið góðan hug at stríðast víðari, og nógvar av teimum ætla at byrja at venja longu nú, og tað haldi eg ein kann siga; er ein veruliga stór framgongd. Gera meir við likamligu venjingina Birnir ætlar, at liðið skal verða í betri likamligari venjing til kom­ andi kappingarár. – Eg ætlaði mær at byrja í góðari tíð at venja styrkisvenjing. Haraftrat koma vit at spæla innandura fótbólt einaferð um vikuna í vetur, so vit eru longu spakuliga farin í holt við at fyrireika komandi kappingarár, slær Birnir fast. Birnir er rættiliga væl nøgdir við tað leikaratilfeingið hann hevur nú, og hann heldur, at tað eru bara nakrir smálutir, sum skulu broytast. Birnir dugir ikki at siga, um liðið fær nakran styrk uttanifrá, men hann slær fast, at tað eru nógvar kvinnur sum venja fótbólt á Skála. Farna summar vóru tað yvir 30 kvinnur, sum vóru til venj ing, og tað var fyrstu ferð nakr­ antíð, at kvinnurnar kundu spæla venjingardyst 11 ímóti 11, og hava eykaspælarar. – So tað er óivað okkurt ein hev­ ur gjørt rætt, tá ein megnar at fáa so nógvar kvinnur at møta til venjing, staðfestir Birnir. Sikta hægri Birnir og Skála­kvinnur hava fingið blóð á tánna, og tí er málsetningur­ in fyri komandi kappingarár at gera tað enn betri enn í farna kapp­ ingarári. Men Birnir veit, at tað verður torført. KÍ fer at gera alt fyri at endur­ vinna meistaraheitið enn einaferð, og hann slær eisini fast, at AB eis ini hevur eitt sterkt kvinnulið. Hesa­ ferð hevur íslendski venjarin góða tíð til at fyrireika seg til komandi kappingarár, og tað kann fara at vísa seg at gera mun. heris@sosialurin.fo Fríggjadagin klokkan 15.15 verður ein radiosamrøða við Birnir Haukson á Rás2 Gjøgnumskundaða loysnin gav úrslit Fótbóltur Birnir Haukson var biðin at verða venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Skála, bert eina lítla viku undan kappingarbyrjan í ár. Hóast eitt stutt skoðbráð, so gekk ógvuliga væl hjá Skála, og tann 39 ára gamli íslendingurin er nú valdur til ársins venjara Íslendski Skála-venjarin, Birnir Haukson Mynd: Álvur Haraldsen Birnir fekk handa heiðurin sum ársins venjari í kvinnudeildini 2010 Mynd: Álvur Haraldsen