Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. november 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. november · Nr. 162 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Tá sá einki út hjá Kyndli. VÍF var á odda 20-14, tá sjey min- uttir restaðu í av dystinum. Vest- menningar høvdu beina kós móti einum sigri. Men »so brádliga fleyg fjandin í okkara menn,« skrivar heimasíðan hjá Kyndli. Grønlittu havnarmenninir vunnu seg upp á javnleik. VÍF iðraði seg Tað kemur sera illa við hjá vest- menningum, at teir ikki fingu fult í gjár. VÍF hevur traðka við síð ur- nar av fleiri ferðir í hesum kapp- ingar árinum. Tað hevur við sær, at vestmenningar hava mist sam- bandið við ovastu liðini. Spældi í sjey minuttir Tað var annars lítið veiggj í Kyndli í gjár. Avrikið var lítið sannførandi í fyrra hálvleiki. Heimaliðið hevði lítið hugflog í álopsspælinum, og gestirnir sluppu ov ofta til upp- lagdar møguleikar framman fyri málinum hjá Kyndla-málverj- unum. VÍF fekk seinastu royndina í dyst inum, aftaná, at Josef Abraham- sen hevði javnað til 20-20. Skotið brast í stólpan, og so kundi heimaliðið lata seg fagna av sínum áskoðarum. Kyndil stríddist til tað síðsta Hondbóltur Tá Josef Abrahamsen sendi bóltin framvið Eli Muller í seinasta minuttin, setti hann somuleiðis punktum fyri einum flottum comeback hjá Kyndli Uni Holm Johannesen – Vit eru ikki bara nøgdir við at vinna. Vit vilja altíð vera sann før- andi í verjupartinum, og vit royna eisini nýggj mynstur í verju part- inum og álopsspælinum. Tað ræður ikki bara um at vinna, men eisini, hvussu vit vinna. Tað sigur Sjúrður Thomassen. Hann og Neistin hava verið eina- ráðandi í hesum kappingar árinum. Aftur í vikuskiftinum prógvaðu greipuvinnararnir, at eingin stendur teimum kurl. Ungir hoyvíkingar Seks minuttir vístu seg at verða av- gerandi. Stóru og reyðu tølini á talvuni í Hoyvíkshøllini vístu 24 minuttir. Úrslitið var 15-15. Men so var galið hjá hoy vík- ingum. Neistin setti ferðina upp og skeyt sjey mál upp í slag. Hálvleiksstøðan var 22-15 til gestirnar. Tá mistu hoyvíkingar somuleiðis sambandið við finaluplássini fyri bils. – H71 royndi at hótta í seinna hálvleiki, og teir vunnið eisini fleiri mál aftur. Tíbetur fingu vit aftur ferð á, sigur Sjúrður Thomassen. Daniel Rapa og Petur Mittún hava ábyrgdina av einum ungum liði. Bogi Krossteig, Rúni V. Højgaard, Ári J. Olsen og Sigmundur Dahl eru millum teirra, sum ikki hava verið drúgvir í bestu deildini, men venjararnir hava víst teimum álit, og teir hava eisini staðið seg væl. Leygardagin vóru teir mest eyð- sýndir hjá H71. Hóast tað als ikki var nóg mikið móti Neistanum um, so boðar tað frá góðum í framtíðini, um teirra menning stendur við. Gjørdu skjótt av Tað var serliga í álopsspælinum, at tað var lítið veiggj í hoyvíkingunum. Heimaliðið gjørdi stundum ov skjótt av, og Neistin revsaði teimum so dyggiliga fyri mistøkini. Serliga tóku gestirnir av, tá teir fóru í skjótálop. David Edvardsen gekk oftast á odda. Neistin fekk heili 42 mál. Undan steðginum spældu gestirnir væl og sluppu til fleiri upplagdar málmøgu- leikar. Tað merkist hinvegin í seinna hálvleiki, at munurin var stórur millum liðini, og Neistin tók sær av løttum. Klassamunur Neistin hevur væl og virðiliga prógvað í hesum kappingarárinum, at tað er klassamunur á greipu- vinnarunum og hinum liðunum. Tað er bara í grannauppgerðini móti Kyndli, at Neistin hevur mist stig. Tá var úrslitið 28-28. – Tað er sjálvandi stuttligt at vinna, men tað er ikki altíð lætt at vera motiveraður. Tað eru dystirnir móti StÍF og Kyndli bestu dømini um. Men vit seta okkum onnur mál enn bara at vinna dystirnar, og vit vilja røkka teimum málunum eisini, sigur Sjúrður Thomassen. Spurningurin er í løtuni, hvør skal bjóðað greipuvinnarunum av í finalunum um føroyameistara- heitið. uni@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Neistin setir sær onnur mál Hondbóltur Tað ræður ikki bara um at vinna. Neistin setir sær fleiri mál, sigur Sjúrður Thomassen, aftaná, at greipuvinnararnir staðfestu, at tað er framvegis langt eftir á mál hjá hoyvíkingum, um teir skulu vinna sær pláss í finaluni Uni Holm Johannesen Fortreytirnar hjá Team Klaks- vík vóru ikki tær bestu. Pole J. Hansen situr ikki longur í venjarastarvinum, og Damir Oros hevur tikið við avbjóðingini sum hjálpar- venjari hjá Tjaldrinum. Tórður Lervig, sum hevur staðið seg væl seinastu dyst- irnar, var burturstaddur, Kristoffur Jacobsen og Bent Hansen sótu uttanfyri við skaða. Hinvegin var tað okkurt sum bendi á, at tað var ein fyrimunur hjá Team Klaksvík. Uppflytararnir spældu sín besta dyst á árinum, tá koll- firðingar vitjaðu leygardagin. KÍF var við yvirlutan alla- tíðina, men kollfirðingarnir stað festu ongantíð, at teir fóru at vinna. Team Klaksvík strídd- ist væl, og munurin var sjáldan størri enn fýra mál. Men so gekk orkan undan hjá uppflytarunum. Avrikini vóru lítið sann før- andi í verjupartinum, og koll- firðingar spældu seg einfalt til møguleikarnar. Tá runnu kollfirðingarnir undan og vunnu tryggan sigur. Endaliga úrslitið var 37-24. Klaksvíkingar orkaðu ikki meira Hondbóltur KÍF fekk ein hvøkk, tá teir vitjaðu í Klaksvík. Orkan hjá heimaliðnum gekk undan seinastu løtuna, og fóru kollfirðingar undan klaksvíkingum Atlantic Airways Deildin Menn nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Neistin 8 281 210 71 15 2 KÍF 8 240 199 41 13 3 H71 7 196 193 3 8 4 Kyndil 8 202 204 -2 8 5 VÍF 8 202 200 2 6 6 StÍF 7 158 165 -7 4 7 Team Klaksvík 8 180 288 -108 0 H71 – Neistin 33-42 (15-22) Dómarar: Rúni Mohr og Ragnar Simonsen 10 min.: 4-7 20 min.: 10-13 40 min.: 18-30 50 min.: 26-35 H71: Bogi Krossteig 5, Ári J. Olsen 4, Poul Kjartan Dam 4, Tróndur Vatnhamar 4, Sigmund Dahl 4, Rúni V. Højgaard 4, Esbern Patursson 3, Bogdan Florea 3, Bogi G. Davidsen 1, Rógvi Sørensen 1. neistin: David Edvardsen 12, Heini Hanusarson 9, Finnur Hansson 7, Jugoslav Djumic 5, Sjúrður Thomassen 4, Ingi Olsen 2, Áki Mørk 2, Jákup Apol 1. Útvísingar: H71 6 – Neistin 5 Áskoðarar: 200 Kyndil – VÍF 20-20 (7-10) Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen 10 min.: 3-4 20 min.: 4-7 40 min.: 10-15 50 min.: 13-18 Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 6, Bárður Johannesen 5, Josef Abrahamsen 2, Rúni Johansen 2, Rani Ellingsgaard 2, Høgni Klein-Olsen 2, Hans Arni B. Thomsen 1. VÍF: Sámal Joensen 4, Magnus á Rógvi 3, Magnus Muller 3, Jákup Andreasen 2, Joen P. Høgnesen 2, Sámal Jákup Djurhuus 2, Bjarti Hansen 2, Áki G. Olsen 2. Útvísingar: Kyndil 3 – VÍF 4 Áskoðarar: 165 Tað eyðnaðist tíverri ikki at fáa dómaraseðilin frá dystinum millum Team Klaksvík og KÍF AtlAntic AirwAys deildin: Sámal Joensen (2), var við fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum