mánadagur 22. november 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. november · Nr. 162
14
Sosialurin
Hvørt einasta ættarlið man uppliva, at
tey vóru børn í steinøldini. Hvussu ber
tað til? Vit, sum trúðu, at vit vuksu upp
í tí mest modernaða av tí modernaða.
Og tað var tað eisini – tá. Men munnu
ung í dag duga at hugsa sær eina tilveru
uttan sjónvarp, video, teldur, geymar,
al nót og fartelefonir? At Útvarpið bert
sendi nakrar fáar tímar um dagin, og
Kvøðuljómar (4 tímar), ferðafrásagnir
úr Noregi (14 partar), Eystmannabrøv
v/Kaare Bjørlykke og hugleiðingar
hjá Andr. E. Joensen, Chr. N. Chr., Gl.
Løgtingsmanni og Óla Andnegl vóru
okkara mentannarliga barlast?
Nei einki er at siga til, at tað
festligasta ið vit børn kundu finna
uppá sunnu morgnar var at ganga í
kirkju. Men tað var nú held ur ikki tað
ringasta! Prest arnir í Føroyum eru
slett ikki so galnir, og eg má ásanna,
at mangir organistar kring oyggjarnar
vóru og eru óførir eftir umstøðunum.
Vit vóru nakrir dreingir í granna
lagunum, ið hvønn sunnumorgun
brynj aðu okkum út at fara í kirkju. Og
so settust vit so nær orglinum, sum til
bar. Vit gingu allir til klaver undir vísing,
og mangt for vitnisligt var at síggja og
hoyra á orgulloftinum. Í Havnar kirkju
funnu vit okkara fasta pláss uppi á
sangaraloftinum, har børn annars
ikki høvdu atgongd (men tann lepin
á hurðini var so ótýðiliga skrivaður, at
tað dugdu vit dreingir sjálvsagt ikki at
lesa).
Haruppi á loftinum høvdu vit eitt
praktfult út sýni yvir kirkjuna og
orglið. Sótu har á ”okkara” balkong,
eins og teir báðir gomlu stavnarnir í
Muppet show. Har kundu vit eygleiða
í fuglaperspektiv, hvussu organisturin
brúkti bæði hendur og føtur, tveir
manu alir, pedal, koblingar og registar.
Eyðvitað rein okkurt av tí, ið prestur
segði, eisini við okkum piltar. Enn tann
dag í dag minnist eg Paulusar orð um
forgeingiligleika og óforgeingiligleika,
eins og nakrar av teim mongu krønik
unum hjá Axel Tór garð.
Ein teirra, ið spældu í Havnar
kirkju um tað mundið, var tónaskaldið
Knút Olsen. Eitt, ið eg serliga legði til
merkis við hansara spæli, vóru teir
ser merktu
harmoniirnir.
Mangan
brúkti hann Bielefeldt, ið er ein góður
skúli í romantiskum koralharmonikki.
Og mang an brúkti hann sínar egnu
harmoniir. Sjáldan var nøkur koralbók
at síggja, so eg gangi út frá at hann
dugdi Bielefeldt meir ella minni uttan
at.
Hetta var frægd at hoyra hjá ungum
alva, ið langt síðani hevði droppað
allar dreymar um fótbótskarrieru, og
sum plagdi at sníkja seg út úr fim
leikar høllini, inn í sangstovuna og
setast við klaverið at spæla úr ein um
slitnum eintaki av Folkehøjskolens
melodibog (koralnótar vóru ikki so
lættir at fáa fatur á). Skjótt var eg
fastur gestur uppi á sangaraloftinum
í Havnar kirkju. Tøkk fái organistarnir
og sangararnir, ið høvdu tol við okkum
dreingjum og ikki róku okkum niður av
aftur loftinum, tí mangan var trongligt
haruppi.
Í
Kommunuskúlanum
skift ust
Jóannes Nolsøe og Knút Olsen at spæla
til morgunsang. Tað var frálíkt at byrja
ein langan og strævnan skúladag við
at hoyra, hvussu Knút spældi sær við
harmonium. Mangan skiftu vit báðir
orð um sálmaløg og harmonilæru. Knút
er natúrtalent á hesum øki, og hevði
hann fingið konservatoriiútbúgving
á ungum árum, ivist eg ikki í, at hann
hevði sett síni spor í norðurlendskt
tónleikalív.
Jóannes Nolsøe fluttu suður til
Vágs í 1983, og tá tóku vit báðir Sámal
Andrias Weihe yvir í Havnar kirkju.
Eg minnist, at Knút var mangan góður
í ráðum og góður stuðul hjá einum
ungum, ótolnum organisti. Tá ið vit á
sinni fingust við føroyska koralbók,
kom Knútsa framúr góða tón leika oyra
og holli kunn leiki til sálmaløg og koral
harmonikk væl við.
Eitt annað føroyskt tóna skald,
Kári Bæk, lýsir løgini hjá Knút Olsen
soleiðis:
”Tey eru leikandi løtt, ljós og so
einføld, at tað er sum at tú altíð hevur
kent tey. Løgini hjá Knút Olsen eru
lívsjáttandi. Tú kanst ikki hugsa tær, at
nøkur onnur løg hóska betri til hesar
yrkingar. Og tað er ikki ein falt at gera
slík løg!”
Skal eg taka tvey føroysk løg burtur
úr allari rúgvuni – eitt sálmalag og eitt
profant lag – ið eru á altjóða støði, so
velji eg Í búri (J. Waagstein) og Dagsins
eyga sloknar nú (K. Olsen). Tann mæti
danski urguleikarin Peter Weiss segði
um Dagsins Eyga, at lagið hjá Knút
var tað besta av teimum løgum í Den
Danske Koralbog, ið ganga til tann
versafótin. ”Og jeg burde vide, hvad jeg
taler om”, legði hann aftrat.
Eg fari at enda hesa føðingar
dagsheilsan við einari fittari søgu um
hetta lagið:
De Kongelige Svende, ein mansoktett
frá Tí kongaliga danska operakórinum,
hevði nakrar kirkjukonsertir á Summ
ar tónum 1988, m.a. í Fuglafjarðar
kirkju. Tann danski organisturin og
kór leiðarin Steen Lind holm stjórnaði.
Sum siður er í Fuglafirði, varð endað
við felagssálmi, og til hesa konsertina
var Dagsins eyga sloknar nú valdur.
Eingin føroysk koralbók var komin
enn, føroysk sálmaløg vóru at finna í
ymsum sangbókum og nótaheftum,
og mong løg vóru ikki á prenti. Fáar
vóru teldurnar, alnót var eingin, og
kórsatsir sløddust víða hvar, men
sjáldan í kirkjunum. Haraftrat var bæði
Útvarpið og kanska serliga kirkjuliðini
trek og konservativ, so øll føroysk løg
fingu ikki innivist. Tey sálmaløg, ið
ikki stóðu í Den Danske Koralbog,
vóru onkursvegna ikki nóg góð (til alla
lukku er hetta broytt).
Eg spurdi organistin Helga Breiner,
sum tá var blaðungur, um hann kendi
lagið hjá Knút Olsen til Dagsins eyga.
Nei, tað gjørdi hann ikki lagið var
ikki líka kent tá í tíðini. Eg tók so eitt
nótaark og skrivaði satsin niður eftir
minninum (og har fari eg at skoyta
upp í tað, sum Sunleif Rasmussen
segði í útvarpssendingini In Mente
Mikudagin 17. Novembur, um at løgini
hjá Knút Olsen hava ein inn bygdan
logikk: tað hava satsirnir hjá honum
eisini. Teir eru sera væl úr hond um
greiddir og lættir at minnast).
Jú, Helgi var við upp á tað. So vit
endaðu konsertina hjá De Kongelige
Svende við at syngja Dagsins eyga
sloknar nú, við lagnum hjá Knút.
Møguliga var tað fyrstu ferð, at tað
lagið varð sungið í Fuglafjarðar kirkju.
Dagin eftir skifti eg orð við Ólav
Hátún í heilt øðrum sambandi. Hann
var vesturi í Bø saman við teimum
kongaligu sveinunum.
”Forrestin”, segði Ólavur, ”hvat var
tað fyri sálmur, ið tit sungu í Fuglafirði
í gjárkvøldið?” Serliga forvitin var
Ólavur eftir at fáa at vita, hvat lag ið
varð brúkt. Tí, greiddi Ólavur frá, teir
kongaligu sveinarnir vóru komnir
vestur til Bíggjar eftir konsertina í
Fuglafirði og vóru sera hugtiknir av
einum sálmalagi, ið kirkju liðið hevði
sungið. Eitt eina standandi vakurt
lag, ið eingin teirra hevði hoyrt áður.
Teir høvdu tikið til, og tað fleiri ferðir,
hvussu ómetaliga flott hetta sálma
lagið var.
Knúti verður ynskt hjartaliga til
lukku við teim 65 árunum, og vónandi
fáa vit fleiri løg frá honum framyvir!
Heri Eysturlíð
Nøvn
Nakrar hugleiðingar, nú tóna
skaldið Knút Olsen fylti 65 ár
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr
www.ebenezer.fo