mánadagur 22. november 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. november · Nr. 162
30
Sosialurin
Sigurjón Thordarson, lívfrøðingur
Formaður Íslendska Frælsisfloksins
Kjak
Grannskoðaramálið
Í túsundatali av menniskjum
vórðu í miðøldini og eftir
trúbóðtina brend á báli sum
heksir. Kirkjan gekk á odda
í hesari herferð, sum serliga
var vend móti kvinnum.
Prestur ákærdi kvinnuna fyri
at vera heks, hereftir varð
hon handað til dómstólarnar.
Rættarsakin kundi vara í
fleiri dagar, har kvinnan
varð so pínd og troytt at hon
til seinast játtaði seg seka.
Eftir hetta varð kvinnan
brend livandi á báli, meðan
mannamúgvan geylandi og
rópandi hugdi at.
Soleiðis
var
fyri
500
árum síðani, tá heksirnar
vórðu brendar, og soleiðis
var fyri 2010 árum síðani
tá
mannamúgvan
rópti
– krossfest, krossfest.
Føroyar ídag
Í dag liva vit í rættarsam
felagnum
Føroyum.
Vit
liva í 2010 í einum nýmót
ans samfelag. Um tú spyr
føroyingar flest, so kennir
eingin seg aftur í heksa
brenning ella krossfesting.
Nei, vit liva í einum frælsum
samfelag, har øll hava síni
rættindi, har tali og skrivi
frælsi valdar, har fjølmiðlar
nir eru óheftir, og har tey
ákærdu hava rætt til forsvar
og verju.
Tó hava hesar seinastu
vikurnar ikki mint sørt um
heksabrenningina í miðøldini
tá prestur ákærdi, og einki
menniskja kundi seta spurn
artekin við hansara ákæru.
Í grannskoðaramálinum
hevur Løgtingssins Umboðs
maður talað, og hennara
talu
kann
eingin
seta
spurnartekin við. Eins og í
miðøldini, so er alt uppi á gosi.
Mannamúgvur, politikkarar
og fjølmiðlar rópa hvørt um
annað – tendra bál, tendra
bál. Og stakkals heksirnar,
sum skulu brennast hava
ongan livandi møguleika fyri
at verja seg móti álopum.
Grannskoðaramálið
Í miðøldini tá kirkjurnar í
øllum Europa fóru at jagstra
heksir var orsøkin manglandi
makt yvir fólkinum. Vit
heksabrenning
staðfesti
kirkjan yvir fyri fólkinum,
at um tey ikki hildu seg til
kirkjuna so vórðu tey brend
á báli. Hetta legði sjálvsagt
band á fólk soleiðis, at tey av
ræslu hildu seg til kirkjuna.
Spurningurin er so hvat
veruligi essensurin í hesum
málinum er?
Er veruliga orsøkin fyri,
at politikkarar og fjølmiðlar
vilja síggja heksabrenningar
í grannskoðaramálinum kan
ska tann, at man vil flyta
fokus frá substansinum í
málinum? Nemliga, at vit enn
einaferð hava yvirtikið eitt
stórt málsøki eftir donskum
leisti, sum vit ongan livandi
møguleika
hava
fyri
at
umsita sjálvi?
Halda
politikkarar
og
fjølmiðlar, at vit í Føroyum
við at brenna eina ella tvær
heksir í hesum máli kunnu
halda fram í sama lag?
Yvirtaka rátt uttan at seta
spurnartekin við um danska
skipanin yvirhøvur kann
nýtast í Føroyum?
Hvar var nú veruligi
trupulleikin í
heksa málinum?
Hurra fyri yvirtøkur og
Hurra fyri at vit einaferð
verða eitt sjálvbjargið fólk,
sum sjálvi ráða í Føroyum.
– Alt gott um tað –
Men,
høvdu
vit
bara
kunna sannað, at donsku
skipaninar, sum vit yvirtaka
ikki altíð hóska til okkara
samfelag. So høvdu vit verið
komin nógv longur.
Grannkoðaraøkið
hevur
verið føroyskt í eitt manna
minni. Tá danir endurskaptu
álitið á føroysku umsitingina
við at innføra danskar reglur
og skipanir í 1994 var grann
skoðaralóggávan dagførd. Fyri
at gerast løggildugur grann
skoðari skuldi ein eftir lógini
uppfylla 6 treytir. Herundir
er ein av treytinum, at um
søkjarin skal hava staðið eina
serliga próvtøku sambært § 4.
Í § 4 stendur, at tann føroy
ski
skrásetingarmyndug
leikin ásetir nærri reglur um
próvtøkuna.
Og sjálvt um talan er
um yvirtikið málsøki, og
vit í Føroyum skulu hava
føroyskar
grannskoðarar,
herundir at føroyski myndug
leikin hevur skyldu til at gera
nærri
reglur
viðvíkjandi
próvtøku hjá grannskoðarum
og eisini halda próvtøku fyri
grannskoðarum so er ein
– ordiligur grannskoðari
enn ídag ein stats aut
grannskoðari - stoyptur og
doyptur í Danmark.
Hetta sjálvt um tað ongan
staðni í lógini stendur, at
próvtøkan skal vera donsk
ella eftir donskum leisti.
Tvørturímóti so leggur lógin
upp til, at vit í Føroyum
skulu hava føroyskar grann
skoðarar – stoyptar og doypt
ar í Føroyum.
Og tá nú umboðsmaðurin
sigur, at brek og feilir eru
við skipanini, so er eingin,
sum klárar at lyfta seg upp
um bjarta ljósið frá bálinum,
sum so lokkandi fær okkum
at gleðast til heksabrennin.
Tað er eingin sum setur
spurnartekin við, um okkara
danska eftirlíkningsskipan
yvirhøvur er tann rætta
skipanin.
Kanska
skuldu
vit heldur valt at hugt eftir
øðrum skipanum ella sum
lógin leggur upp til – gjørt
okkara egnu skipan.
Niðurstøðan
Hetta málið er bara eitt av
mongum málum, sum fara
at stinga seg upp, so hvørt
sum
vit
blint
yvirtaka
danskar skipanir, sum eru
skraddaraseymaðar til eitt
heilt annað fólk enn okkara.
Ja, well – Vit kunnu velja
at brenna heksir, hvørja ferð
føroyska samfelagið brennir
seg av hesum skeiva leisti.
Men hetta kemur ikki at
gagna næsta ættarliðnum.
Tá fjøldin rópar – Brenn heksina á báli!
Kitty May Ellefsen
Løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin
Tann nógv ávirkandi kon
servativi
ES
tinglimurin
Struan Stevenson úr Bret
landi hevur vunnið sær gott
orð fyri at verja borg vegna
fiskivinnuna og bretskar
fiskimenn. Sum partur av
sínum stuðli til bretskar
fiskimenn hevur hann stríðst
eitt hart stríð ímóti at loyva
Íslandi og okkara grannum
í Føroyum at troyta teir
makrelstovnar sum finnast í
okkara sjóøkjum í veldigum
mongdum.
Struan Stevenson byggir
síni argument heilt og eina
á ICES ráðgeving. Bretskir
fiskimenn áttu at vitað betur
enn nakar annar at ICES
ráðgeving er ikki verd nógv,
serliga av tí at hon brýtur við
allar góðkendar vistfrøðiligar
meginreglur.
Tað er láturligt av ICES at
viðgera hvørt fiskaslag sum
eina eind fyri seg, sum um
at hvørt fiskaslag livir eitt
lív í egnari verð ið hóskar
smidliga inn í eitt Excel rokni
ark, uttan at atlit yvirhøvur
verða tikin til at hvørt fiska
slag kappast við onnur fiska
sløg antin um føði ella sum
føði fyri onnur fiskasløg.
ICES ráðgeving er bygd á
ta dogmu at vit mugu veiði
minni fyri at kunna veiða
meira seinni. Trupulleikin er
at ‘seinni’ kemur ongantíð,
og mýtan um ovurveiði
verður blást upp í takt við at
fiskiflotarnir gerast minni.
Tað átti at verið púra
greitt fyri ein og hvønn
hugsandi fiskimann at ICES
ráðgeving um troyting av
uppisjóvar
fiskasløgum
í Norður Atlantinum er
fullkomiliga skeiv.
Hesi seinnu árini hava
ICES tilmælini viðvíkjandi
veiði av lodnu, svartkjafti
og norðhavssild verið fylgd.
Allir hesir stovnar ið hava
verið fiskaðir samsvarandi
ráðgevingina eru nú í einum
lágpunkti.
Hinvegin vísir makrelurin
ein veldigan vøkstur, uttan
mun til at hann hevur verið
fiskaður nógv meira enn
hvat ið ICES hevur mælt til.
Hetta sigur okkum alt okkum
tørvar at vita um hvussu
álítandi tær mannagongdir
eru sum ICES nýtir.
Stovnsmetingar manna
gongdirnar
ið
fiskivinnu
myndugleikar ganga eftir
eru sum heild merktar av
stórum óvissum, herundir
trupulleikar at áseta eina
sanna mynd av natúrligari
deyðiligheit. Hetta merkir at
stórir spurningar áttu at verðið
reistir um gildið í úrslitum av
stovnsmetingum.
Í veruleikanum eru met
ingar av makreli enn minni
eftirfarandi enn metingar
av øðrum fiskasløgum av
tí at hann hevur ongan
sundmaga og er tískil sera
torførur at lokalisera við
hjálp av akustiskum manna
gongdum.
Stovnsmetingar
av
makreli eru fyri stóran part
bygdar á ivasamar kanningar
av gýtingarstovninum, gjørd
ar við støði í einari rannsókn
triðja hvørt ár fyri at áseta
nøgdina av makrelrognum
sum sveima í sjónum.
Um Struan Stevenson vil
síggja verulig framstig vegna
skotskar fiskimenn, so hevði
tað verið snildari fyri hann at
kravt eitt grundigt eftirlit av
ICES tilmælum — og givist,
um ikki annað so fyri tíðina,
við hesum stríði ið er bygt á
reint tvætl frá ICES.
Eitt stríð bygt á reint tvætl frá ICES